- Hví verður útlendingaøkið ikki yvirtikið fyrr enn í 2011?
- Um ein yvirtøka ikki er klár fyrr enn í 2011, hvør er so orsøkin til hesa drúgvu seinking?
- Hvussu langt er komið við fyrireiking av einum integrasjónspolitikki í hesum sambandi ?
Viðmerkingar
Í vikuni sendi landsstýriskvinnan út tíðindaskriv har boðað verður frá, at ætlanin er at yvirtaka útlendingamál frá 2011 at rokna.
Tað hevur leingi sæð út sum at yvirtøkan av útlendingamálum eru drigin út, og nú er so staðfest, at tað verður ikki yvirtikið fyrr enn í fyrsta lagi 2011.
Hetta er stak óheppi, ikki minst tá hugsað verður um, at lógin, sum gevur ES-arbeiðsmegi smidliga atgongd til føroyska arbeiðsmarknaðin, nú verður sett úr gildi, og ikki kann koma í gildi aftur fyrr enn arbeiðsloysið kemur niðurum 3,5%. Hetta kann koma at raka føroysku vinnuna meint, og harvið eisini okkara búskap.
Innlendismálaráðið hevur í áravís arbeitt við at fyrireika yvirtøkuna av útlendingaøkinum – samráðingarnar millum donsk og føroysk embætisfólk vórðu lidnar longu í 2003, og ein drúgv frágreiðing gjørd í hesum sambandi. Á sumri 2008 varð Útlendingastovan sett á stovn.
Síðani ABC-samgongan tók við hevur ljóðað, at sparingar eru gjørdar á útlendingastovuni. Tað sampakkar illa við tørvin at gera ein føroyskan útlendinga- og integrasjónspolitikk, sum sjálvandi er neyðugur í sambandi við eina yvirtøku av útlendingalóggávuni.
Í sambandi við ríkislógartilmælið um at seta lógina um ES-arbeiðsmegi í gildi - sum Løgtingið samtykti á vári 2008 - var avtalan púra greið: Útlendingalóggávan skuldi yvirtakast, so vit sjálvi kunnu umsita hetta fyri okkara vinnu og arbeiðsmarknað so týdningarmikla málsøki. Júst av hesi orsøk varð Útlendingastovan sett á stovn. Í viðmerkingunum til ríkislógartilmælið skrivaði táverandi landsstýriskvinna í útlendingamálum: “Arbeitt verður fyri at yvirtaka málsøkið so skjótt sum til ber, og í seinasta lagi í 2009, soleiðis at tað verða føroyskir myndugleikar, ið fáa fulla ábyrgd eins og føroysk lóggáva, ið kemur at vera galdandi á økinum.”
Táverandi landsstýriskvinna, sum umboðaði Javnaðarflokkin, metti tað sostatt vera møguligt at yvirtaka útlendingaøkið í 2008 ella seinasta lagi 2009. Tí kann tað undra, at sitandi landsstýriskvinna, sum umboðar Fólkaflokkin, ikki heldur tað vera møguligt at yvirtaka fyrr enn í 2011 - hóast tað stendur í tíðindaskrivinum at samráðingarnar við danir verða lidnar longu primo 2010. Samráðingar ið, sum víst er á, longu vórðu gjørdar fyri fleiri árum síðani.
Bjørt Samuelsen
Løgtingskvinna
Tjóðveldi