Hví tú skal velja Brand !

12 November 2012
Skrivað hevur
Meiningar

Vil berjast fyri at skutilsveinar hjá verandi landstýrissamgongu ikki sleppa framat á vaglinum ?

Hugsar um, at uttan inntøkur eru eingir pengar at brúka ?

Vil hjálpa vinnulívið og íverksetan ?

Heldur gjørdar avtalur ?

Vil at tað skal vera rúm fyri djórum og náttúru í høvuðsstaðnum ?

Hugsar um annað enn Tórsvøll og fínmentan ?

Vil verja borg við at varðveita og menna hægri útbúgvingar og almennar stovnar í høvuðsstaðnum ?

Ikki vil góðtaka órímilig brúkaragjøld ?

Vil varðveita og menna tí ókeypis bussleiðina ?

Hugsar um hvussu vit best kunna hjálpa teimum, sum hava tørv á hjálp í dagligdegnum ?

Ikki hevur lovað gull og grønar skógir í valstríðnum, men heldur vil fremja mál í verkið ?

Vil berjast fyri skynsamari fíggjarstýring, og harvið forða fyri óv stórari rentubyrði ?

Vil øllum borgarum tað besta, og veit at tað skal ikki gerast mun á fólki ?

Sjálvdráttur leiðir tó onga leið á hesum stríðsvøllinum !

Um eg skal fáa ávirkan, er neyðugt at tú hjálpir mær !

Tí skal tú velja Brand.

Gott val !

Brandur í Dali, valevni á lista E til býráðsval í Havnini.
`


Brandur í Dali