Hví tramin fert tú nú upp í politikk . . ?

8 September 2011
Skrivað hevur
Meiningar

- “Hví spillir tú nú spælið og fert upp í politikk?”


- “Nú hevur tú oyðilagt alt fyri teg sjálvan!”


- “Tú hevur nógv størri ávirkan á tað heila uttan fyri Løgtingið enn tú fært í Løgtinginum!”


- “Hvør skal nú fortelja okkum hvussu tingini hanga saman í samfelagnum?”

Slíkar eru viðmerkingarnar, eg havi fingið, eftir at tað kom fram at eg royni meg á listanum hjá Tjóðveldinum. Øgiliga fá hava rópt hurrá.


Men eg havi altso avgjørt at stilla upp til Løgtingsvalið, sum væntað er í heyst.
At vera viðmerkjari og eygleiðari í búskaparpolitiskum málum hevur verið bæði stuttligt og, og eg havi eisini havt varhugan av at nógvum hevur dámt, at har hevur verið ein atfinningarsom rødd – sum mótspæl til politikararnar og almennu fyrisitingina.


Viðmerkjarar og eygleiðarar eiga vit ikki so nógvar av, men nakrar kortini.
Men hevur tú fyrst nortið við politikk, so hevur tú ikki sama álitið millum manna longur, sum álitisfólk skulu hava. Tá ert tú ikki longur heilt pálítiligur. Eftir tað verður altíð ivi um tú nú ert heilt fakliga reiðiligur, og um tú nú ikki bara rennur ørindi fyri ein politiskan flokk.


Hesum vitsti eg væl av, tá eg gjørdi av at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin.


Sum árini eru farin og mann ferð eftir ferð hevur funnist at teimum, sum stýrt hava, er komin sníkjandi hesin eitt sindur nívandi tankin: “hevði tú nú megnað at gjørt tað rætta sjálvur, ella hevði tú rist á hondini, um hon helt um stýrisvølin sjálvan?”


Tí tað er so lætt at standa hendur í lumma og hyggja at – og finnast at.
Tað skal eisini gerast – eg veit – men eg havi lagt til merkis, at mær dámar minni og minni at finnast at, tí eg veit ikki hvussu djarvur eg sjálvur hevði verið, tá á stóð.


Tí vil eg royna tað.


Eg fari fullfermdur við øllum tí, sum innanborðað er av vilja og kunnleika.

Hermann Oskarsson