Fyrispurningur til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, viðvíkjandi tí sum fram til lok tingfundsins í dag var løgtingsmál no. 46/2009 (Spurningurin skal svarast skrivliga eftir TS § 52a.)
Fyrispurningur:
Hvør er orsøkin til, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tók aftur løgtingsmál no. 46/2009, uppskot til løgtingslóg um havnagjøld v.m., seinrapartin á tingfundinum í dag, hin 11. november 2009?
Viðmerkingar:
Løgtingsmál no. 46/2009, uppskot til løgtingslóg um havnagjøld v.m., var sett á skránna fyri tingfundin í dag. Framsøgufólk høvdu fyrireikað seg til orðaskifti, ið sjálvandi fór at vera serliga komplekst, tí mong hoyringssvar lógu í málinum, har tungir spurningar vóru havdir á lofti. Eitt nú, um uppskotið var í samsvar við stýrisskipanarlógina og donsku grundlógina.
Táið málið skuldi viðgerast á tingfundinum, nakað eftir døgverða ídag, hendi eitt skifti í skránni, løgtingsformaðurin boðaði nú bráðliga tingmonnum frá, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum í skrivi hevði heitt á hann, um at málið varð tikið aftur endaliga.
Undirritaði spurdi síðani løgtingsformannin, um landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard hevði skrivað honum nakra grundgeving fyri hesum boðum um afturtøku, men so var ikki. Ongin grundgeving yvirhøvur.
Málið segðist vera eitt sparingarátak hjá samgonguni í mun til Ólavsvøkupakkan. Ætlanin var upprunaliga, at Innlendismálaráðið skuldi taka sær av málinum, men í einum uppriti til landsstýrisfund, er óvanliga ivasemið í føroyska ”løgmálaráðnum” um málið so ítøkiligt, at haðani skuldi ongin rokna við, at málið kom fyri tingið.
Mangt bendir hinvegin á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum síðani, í ovurhuga hevur ættleitt løgtingsmálið um havnagjøld til sín og egið ráð, hann velur í hvussu er at fara í løgfrøðiligt kríggj við ”løgmálaráðið”, og leggur málið fram á ting, eftir øllum at døma í góðum samstarvi við stjórnarleiðaran, løgmann.
Táið landsstýrismaðurin hevur brúkt so nógva løgfrøðiliga og politiska orku fyri at hendan knokkroytingin av nøkrum fáum føroyskum havnum kundi vinna frama, kundi tað verið áhugavert at fingið at vita, hvør orsøkin er til hesa bráðkomnu kúvendingina, sum fór fram fyri opnum tjaldi á tingfundinum seinrapartin í dag.
Viðmerkjast skal, at undirritaði og flokkurin hesin umboðar á tingi, á ongan hátt høvdu stuðlað uppskotinum, hevði tað fingið ta lagnu, sum fólkafloksmaðurin Jacob Vestergaard og samgonga hansara upprunaliga ætlaði tí.
Glyvrum, 11. november 2009
Tórbjørn Jacobsen