Og svarið er at finna onkustaðni millum ja og nei. Fólkatingið er, sum er, okkara frægasta roynd at hava eina rødd á staðnum, har tað tvingar makthavararnar at lurta eftir teimum sjónarmiðum, sum tey, sum ynskja fram á fullveldisleið, hava hesum viðvíkjandi.
Ein onnur grundgeving er eisini, at skulu føroyingar vinna fram á sjálvstýrisleið, er neyðugt at umheimurin viðurkennir okkum. Hesa viðurkenning vil umheimurin neyvan almannakunngera fyrr enn tey hava fingið grønt ljós frá donsku makthavarunum. Sum støðan er, vilja heimsins fullveldi, heimsins lond, ikki blanda seg í innaru viðurskifti hjá hvørjum øðrum. Fara tey at parlamentera beinleiðis við føroyingar um fullveldi, vil tað verða uppfatað, sum verandi í stríð við hesa óskrivaðu altjóða avtala um ikki at blanda seg. Og vidi hetta samskiftið tí verið uppfatað sum verandi í stríð við donsku stjórnina, nú lagt verður uppí innaru viðurskifti í Danmark.
Úti í heimi verða Føroyar jú sæddar sum ein landspartur í Danmark. Hetta altljóða sjónarmiðið um land okkara verður ikki broytt fyrr enn eitt ynski kemur um tað frá donsku stórnini og danska Fólkatinginum. Tí er tað so umráðandi, at tey signal og tær fráboðanir, sum koma frá danska Fólkatinginum umvegis stjórnina, ikki eru einsíðu sambandssinnað sjónarmið. Tað má m.a ongantíð verða eitt samt Fólkating, sum góðtekur føroyska málið sum eitt landspartamál, eitt samt Fólkating, sum góðtekur, at føroyingar ikki eru ein tjóð men ”et folkefærd”, sum góðtekur at Føroyar eru ein landspartur í danska ríkinum og ikki eitt land osfr.
Tvs, at umframt stríðið at fáa Føroyar viðurkent sum fullveldi, er umráðandi at verða á varðhaldi har makthavararnir eru, og sum til eina og hvørja tíð úti í heimi kunnu degradera støðu okkara sum tjóð og sum land – um tey vilja tað ella ikki.
Ger Tjóðveldi ikki tað, geva vit pallin, sum í altjóða høpi verður hildin at verða eisini okkara portur út í heim, til okkurt sambandsfólk í onkrum av hinum flokkunum.
Allir sambandsflokkarnir hava m.a. í verki víst, at tey góðtaka, at vit eru ein landspartur í danska ríkinum, at tey góðtaka, at vit ikki eru eitt fólk við sjálvsavgerðarrætti, og hava enntá mælt donsku stjórnini til at boða umheiminum frá, at úti í heimi eru Føroyar at rokna sum Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne.
Hesi vilja fara aftur í tíðina!
Tað vil Tjóðveldi ikki!
Tjóðveldi vil fram á leið. Á Tjóðveldisleið!
Hvat vilt tú?
Inst í sjálvum tær?!
Gott val!
Annita á Fríðriksmørk