Hvat hendi við samtyktini at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini

28 April 2015
Skrivað hevur

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52aFyrispurningur um samtyktina at tryggja føroyska málinum atgongd í sam­skiftistøknina, settur Bjørn Kalsø, landsstýrismanni í mentamálum

  1. Kann landssýrismaðurin greiða Løgtinginum frá, júst hvat er hent í málinum?
  2. Hvussu hava Mentamálaráðið, Fíggjarmálaðið, Fróðskaparsetrið og KT-felagið raðfest arbeiðið higartil, og hvør stendur fyri arbeiðinum?
  3. Hvørjum úrslitum ætlar landsstýrismaðurin at røkka, og hvør er tíðarfreistin?

Viðmerkingar:

Fyri tveimum árum síðani samtykti eitt samt Løgting soljóðandi uppskot til samtyktar:

Løgtingið heitir á landsstýrismannin í mentamálum um at skipa samstarv millum Mentamálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya og KT-felagið við tí endamáli at tryggja føroyska málinum atgongd í samskiftistøknini, har serligur dentur skal vera á fartelefonir og teldur.

Í fjør spurdi eg landsstýrismannin um, hvat hent er í hesum arbeiði, men tá var einki hent. Nú eru tvey ár liðin, síðan uppskotið varð samtykt, og tí verða spurningarnir settir aftur.

Á Løgtingi, 28. apríl 2015

Gunvør Balle

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.