Eg skilji væl tey, sum spyrja, um føroyingar hava nakað at gera á Fólkatingi? Tað er jú absurd, at eitt land skal verða umboðað í tveimum parlamentum. Men støða okkara er absurd! Vit hava jú tvey parlament, sum taka ymsar avgerðir okkara vegna.
Fólkatingið viðger og smíðjar lógir, sum viðvíkja ikki-yvirtiknum málum, t.d. uttanríkismál, útlendingamál (enn), gjaldoyra og valutamál, fíggjarmál og eftirlit, verjumál, stjórnarrættarlig mál osfr. Og so ger danska stjórnin harafturat altjóða avtalur, sum eisini eru bindandi fyri Føroyar.
Tí er tað ikki líkamikið, hvør tað er, sum talar okkara søk, tá ið altjóða bindingar verða gjørdar, og lógir samtyktar, sum viðkoma okkum. Sambandsumboð úr Sambandsflokkunum síggja onga meining í at vinna okkum økt rættindi, men tosa bara um konstruktivan dialog, - men um hvat?
Tjóðveldið tosar eisini um konstruktivan dialog, men vit seta krøv, sum á Fólkatingi snúgva seg um taka rættindi heim til Føroyar, sum herheima kunnu viðvirka til tjóðarbygging okkara.
Sjálvsavgerðarrættur kann fyri mong tykjast sum eitt fjart hugtak. Men i stuttum snýr hann seg um, at ein tjóð – í hesum føri tann føroyska – hevur rætt til sjálv at gera av, nær hon til dømis tekur fullveldi. Hendan rætt hava vit ikki fingið viðurkendan av altjóða samfelagnum. Hóast vit liva upp til øll tey krøv sum verða sett til tey sum ynskja hendan rætt. Høvdu vit fingið hendan rætt viðurkendan av Danmark fyrst og fremst og siðani av altjóða samfelagnum, var lagamanni at samráðst við danir um fullveldi. Tá høvdu vit samráðst sum javnbjóðis partar, og tá hevði ikki verið heimild at komið við búskaparligum hóttanum móti føroyingum, um teir dittaðu sær at fara undir eina fullveldistilgongd. Soleiðis sum vit kendu mótpartin frá samráðingunum um aldaskifti.
ST hevur altjóða mannagongdir fyri, hvussu lond og tjóðir við sjálvsavgerðarrætti samráðast um fullveldi. Fáa vit ávirkan á Danatingi er hetta ein rættur vit eiga at stríðast fyri okkara vegna. Eydnast hetta, eru rættindini komin undir okkara land, og tá verður tað upp til løgting, landsstýri og føroya fólk at gera av, hvussu hesin verður nýttur.
Má mín vón verða at Føroya fólk ynskir sjálvt at gera av okkara framtið. Tey sum ynskja tað velja sjálvsagt eitt tjóðveldisumboð hósdagin.
Gott val
Annita á Fríðriksmørk