Hvat er málið og hvar eru nýskipanirnar?

7 October 2014
Skrivað hevur
Kristina Háfoss

Røða hjá Kristinu Háfoss til 1. viðgerð av fíggjarlóg fyri 2015

Uttan dreymar, visjónir og mál fyri, hvar vit sum land og fólk skulu, rekur samfelagið í ymsar ættir, og verður tað tilvildarligt hvar vit enda og hvat úrslitið verður.

Hetta síggja vit ongantíð greiðari enn í dag.

Vit fegnast øll um, at tað gongur væl á fleiri økjum í samfelagnum:

- Alivinnan gongur strúkandi

- Uppisjóvarvinnan hevur søguliga góðar tíðir

- Byggivinnan hevur úr at gera vegna nógvar stórar verkætlanir

Hartil er altjóða rentan søguliga lág, og arbeiðsloysið sera lágt.

Alt hetta er gott – men hevur bara onki við førda samgongupolitikkin at gera. Tvørturímóti.

Vit eru millum ríkastu lond í heiminum. Um vit megnaðu til fullnar at virðisøkja alt okkara tilfeingi, og innrættaðu okkara samfelag so væl sum møguligt, so vórðu vit kanska ríkasta fólkið í heiminum mált pr. íbúgva.

Men so er ikki í dag. Úrslitið er, at hóast vit eru í einum hákonjunkturi, so hevur landskassin stórt hall, í ár á omanfyri 300 mió. kr. og komandi ár væntandi millum 2-300 mió. kr., hóast tað ikki sæst serliga væl í fíggjarlógini. Tí umframt tær 140 mió. kr. í halli verða 71 mió. kr. í íløgum fluttar frá 2014 til 2015. Harumframt eru eitt nú 60 mió. kr. inntøkuførdar sum søla av almennum bygningum. Bygningar, ið landið skal nýta til 2016, tí Marknagilsdepilin er ikki klárur fyrr enn tá. Verður tí neyvan ein inntøka fyrr enn í 2016.

Samstundis sum vit hava hall á 2-300 mió. kr flyta vit okkum eisini burturfrá einum sjálvbjargnum búskapi óheftum av stuðli frá útlondum.

Orsøkirnar til støðuna eru fleiri – og fyrst og fremst vegna skeivan fíggjar- og búskaparpolitikk.

Tingfólk Tjóðveldis fara at koma inn á ymsu økini í fíggjarlógini, har tey eru framsøgufólk, og skal eg her taka fatur á nøkrum meira yvirskipaðum viðurskifti viðvíkjandi fíggjar- og búskaparpolitikkinum, ið kann gerast so munandi betur.

Tí hví hava vit yvirhøvur enn eina fíggjalóg við stórum halli, hóast nógv bendir á, at vit eru í hákonjunkturi? Orsøkirnar eru fleiri:

1. Manglandi býti av virðum landsins

Mest týðandi liðurin í, at fáa sum mest vælferð fyri tey virðir, ið vit hava í samfelagnum er, at tryggja eitt javnt býti av landsins virðum.

Her hevur samgongan valt at ganga beint øvugt. Tí alsamt færri, eiga alsamt størri part av landsins virðum. Hetta er ein gongd, ið eisini sæst aftur í uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

Manglandi fiskivinnunýskipanin og umsitingin av ovurstóra uppisjóvartilfeinginum hevur skundað undir henda ójavna.

Hetta ásannar Búskaparráðið eisini, tá hetta í nýggjastu frágreiðing síni staðfestir, at t.d. í 2013 var BTÚ vøksturin 5,1%, meðan lønargjaldingarnar minkaðu við 0,4%. Orøkin var, at meginparturin av BTÚ-vøkstrinum fór til kapitalánarar í fiskivinnu og alivinnu sum avlop.

Hartil kemur at flatskattalættin og pensjónsforskattingin styrkti henda ójavna munandi. Tí meðan hálønt fingu upp í um 7.000 kr. í mánaðarligum skattalætta, fingu láglønt netto bert eina stóra pensjónsskattarokning vegna søguligu stóru hækkingina av pensjónsskattinum.

Í fíggjarlógini fyri 2015 roynir samgongan nú at fremja nakrar lítlar uppraðfestingar til tey, ið hava tørv á hesum, eitt nú við at hækka ískoytið til stakar uppihaldarar, so sum andstøðuflokkarnir hava skotið upp í fjør og aftur í ár. Gleðiligt at samgongan nú tekur undir við hesum. Men hetta er bert eitt av mongum átøkum, ið krevjast.

Hetta kunnu vit gera betur.

Vit mæla til átøk at lætta um hjá teimum, ið hava størst tørv á hesum – eitt nú barnafamiljum og fólkapensjónistum, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av. Styrkja tænastur til fólk við serligum vabjóðingum. Og eisini lata kommunum part av inntøkum frá tilfeingisgjaldi at lækka skattin hjá serliga lág- og miðalløntum.

2. Manglandi álitisvekjandi politikkur

Annar ómetaliga týðandi liður í, at fáa varandi framgongd er, at fremja ein álitisvekjandi politikk, so fólk kenna seg trygg við útlitini. Eisini her hevur samgongan gingið beint øvugt. Fólk hava mist álitið á politisku skipanina. Serliga vegna handfaringina hjá hesi samgonguni av eini røð av stórmálum, ið eru trýst gjøgnum uttan at lurta eftir serfrøði ella pørtum á arbeiðsmarknaðinum, og uttan at gera nakra veruliga roynd at fáa varandi, breiðar semjur á Løgtingi.

Úrslitið er m.a. at privata nýtslan, ið stendur fyri meira enn helvtina av allar nýtsluni í samfelagnum, hevur verið søguliga lág seinastu árini. Hetta hevur m.a. sæst aftur við, at MVG inntøkurnar ikki hava havt nakran veruligur vøkstur seinnu árini, og at talið av løntakarum, hevur staðið meira ella minni í stað. Sjálvt nú í hákonjukturi, og stóra uppsparing seinastu árini, so sæst bert ein sera lítið til vøkstur í privatu nýtsluni - og hetta er ikki uttan orsøk. Tí nógvu politisku gølurnar – eitt nú:

1. Málið um CIP skálafjarðatunnilin

2. Tollmálið

3. Avtøka av Landsbankanum,

hava skapt ótryggleika, og verið við til, at halda privatu nýtsluni sera lága.

Hetta kunnu vit gera betur.

Vit mugu fáa eina leiðslu í landinum, ið megnar at savna fólkið, og endurreisa trúvirðið hjá politisku skipanini aftur. Hetta er avgerandi fyritreyt fyri, at fólk skulu kenna seg trygg við framtíðar útlitini. Hetta vil hartil økja privatu nýtsluna, ið aftur skapar støðuga framgongd.

3. Manglandi konjunkturjavnan

Hetta leiðir aftur til, ein annan part av búskaparpolitikkinum hjá samgonguni, ið hevur verið skeivur. Tí samgongan hevur framt alt ov fáar íløgur seinastu árini, tá tørvur hevur verið á hesum, samstundis sum tað nú verður sett gongd á eina røð av almennum íløgum í senn – seinastu 1-2 árini - júst tá privati parturin av búskapinum eisini fer undir fleiri stórar verkætlanir. Hetta hevur gjørt sokallaða lágkonjunktin longri og ógvusligari enn neyðugt, og fer framyvir at upphita búskapin skjótari enn neyðugt. Vit síggja longu nú at mangul er uppá arbeiðsmegi innan byggivinnuna, og at prísstøðið er hækkandi. Hetta er nakað, ið kundi verið sloppið undan, um farið varð undir stóru almennu íløgurnar fyrr. Tað var eisini óneyðugt at koma í hesa støðuna, tí meginparturin av stóru íløgunum vórðu longu samtyktar áðrenn henda samgongan tók við, tvs. í CHE-samgonguni og tá minnilutasamgongan samstarvaði við Tjóðveldi og Framsókn í 2011. Eitt nú Marknagilsdepilin, vardir bústaðir í Norðoyggjum og í Eysturoynni, nýtt Havrannsóknarskip, útbygging av Landssjúkrahúsinum, Húsalánsgrunnurin (Bústaðir) fekk nýggjar heimildir at byggja leigubústaðir o.s.fr.

Hetta kunnu vit gera betur.

Mugu og skulu læra av afturvendandi skeiva politikkinum, ið styrkir niðurgongd og uppgongd, heldur enn at virka konjunkturjavnandi. Eiga at taka stig til ein veruligan konjunkturpolitikk, ið eitt nú Búskapargrunnur Føroya kann gerast partur av.

4. Manglandi nýskipanir

Nýskipanir eru alneyðugar fyri at tryggja at vit fáa sum mest og best tænastur og virðir til fólk, vinnu og samfelag. Tað at samgongan ongar stórar nýskipanir hevur framt seinastu árini, er til stóran skaða fyri alt samfelagið bæði nú og komandi mongu árini. Ikki minst tí, at tað er júst í niðurgangstíðum, at tað vísir seg at vera møguligt at fáa semjur um nýskipanir. Hóast hetta, so er støðan fylgjandi – síggja eisini í fíggjarlógini:

- Ongin fiskivinnunýskipan – bert fráboðan um, at nú skulu samgonguflokkarnir seta seg til borðs – eftir 3 ár – og finna semju sínámillum. Ræðist stórliga, at Sambandsflokkurin ger rossahandil vil Fólkaflokkin, ið inniber at fiskiloyvi verða latin privata marknaðinum í allar ævir, og at ásetingin “ogn Føroya fólks” verður skúgvað til viks.

- Ongin nýskipan av fyrisitingini – bert ein fráboðan um at 10 mió. kr. spara 2016.

- Ongin verulig skúlanýskipan – bert sparingar við at leggja smáar skúlar í størri eindir.

- Ongin verulig heilsunýskipan – bert heilsudeplar, men ongin ætlan fyri sjúkahúsini, ið skal áseta uppgávubýtið millum tey 3 sjúkrahúsini og fyribyrgja dupultfunktiónum.

- Innan eldraøkið hevur landið blakað handklæðið í ringin. Landsstýrið megnar ikki at fremja neyðugu nýskipanirnar, og velur í staðin at blaka ábyrgdina frá sær, og lata økið til kommunurnar at taka sær av.

- Ongin fjølmiðlasemja í eygsjón – landsstýrismaðurin fráboðað at samgongan ikki kann semjast.

- Ongin langtíðarætlan fyri Fróðskaparsetrið ella gransking í Føroyum.

- Ongin pensjónsnýskipan – bert tvungin uppsparing, munandi skattahækking og forskatting, ið hevur undirgravað fíggjarliga haldførið. Og skapt ovurstóran ótryggleika – tí hvat hendir við fólkapensjónini og Samhaldsfasta ?

Hetta kunnu vit gera betur.

Vit vilja gera langtíðarsemjur tvørturum politiskar flokkar, ið tryggja, at vit fáa framt nýskipanir á øllum týðandi økjum.

Nýskipanir, ið tryggja, at vit fáa so góðar og stimbrandi umstøður til vinnu, útbúgving og gransking sum møguligt.

Nýskipanir, ið tryggja fleiri og betri tænastur fyri hvørja krónu.

Nýskipanir, ið tryggja, at vit fáa loysnir, ið hóska seg til okkara samfelag og okkara tørv.

5. Manglandi fíggjarligt haldføri

Hóast fíggjarlógin bert er fyri komandi ár, so er henda grundað á fíggjarlógina fyri árið undan, og leggur lunnar fyri komandi fíggjarlógum. Avgerðir sum vit taka í dag, kunnu ávirka ikki bara okkum sum her liva í dag, men eisini komandi ættarlið. Tí er so avgerandi neyðugt at avgerðir vit taka í dag, taka atlit til ávirkanina yvir tíð. Hetta tykist núverandi samgongan í stóran mun at hava gloymt. Tí tikin er fleiri stig, ið undirgrava fíggjarliga haldførið hjá føroyska vælferðarsamfelagnum.

Millum fyrstu átøk síni valdi samgongan at tøma Búskapargrunn Føroya og at avtaka einasta óhefta tjóðarbúskaparliga stovn okkara, Landsbanka Føroya. Orsøkin tyktist vera, at samgongan ikki dámdi tær metingar og tey tilmæli, ið Landsbankin kom við. Vit fáa tí í verandi løtu ongi tilmæli og ongar niðurstøður frá Landsbanka Føroya, men fyri stuttum kom danski tjóðbankin so við síni meting av føroyska búskapinum. Ein av niðurstøðunum er fylgjandi:

“Í løtuni gongur tað óvanliga væl bæði í uppsjóvarvinnu og alivinnuni. Almennu inntøkurnar eru tí størri enn vanligt. Um tað verður eitt yvirskot í 2016, vil hetta ikki endurspegla grundleggjandi støðuna hjá almennu fíggjarstøðuni. Tað eiga at verða framd fleiri átøk, ið bygnaðarliga/strukturelt kunnu styrja almennu fíggjarstøðuna. Hetta ger seg serstakliga galdandi tá landsstýrið frá 2012 hevur broytt skatting av pensjónum, so hesar verða skattaðar við inngjald heldur enn við útgjald. Hetta økir inntøkurnar nú, men minkar tær seinni. Hallið er tí lægri nú, uttan at haldførið hjá almennu fíggjarstøðuni er betrað.”

Búskaparráðið kom við líknandi niðurstøðu í seinastu frágreiðing síni:

”Sama er at siga um forskattingina av eftirlønaruppsparing frá 2012 til tess at fíggja skattalætta, og sum undir verandi demografisku viðurskiftum ger fíggjarliga haldførið verri í longdini.”

Hetta er ein veruleiki, ið landsstýrið higartil hevur roynt at goyma fyri almenninginum – ein veruleiki, ið tó ikki gerst minni veruligur av hesi orsøk – tvørturímóti.

Hóast hákonjunktur og søguliga góðar umstøður, so er væntaða úrslitið hjá landskassanum í ár á -309 mió. kr. Til samanberingar var úrslitið hjá landskassanum i 2011 (áðrenn henda samgongan tók við) -322 mió. kr. Hetta var enntá uttan at nýta árligan framtíðar pensjónsskatt á 252 míó. kr. Uttan forskattaðu pensjónirnar - hetta lánið ella ránið frá framtíðini - varð úrslitið hjá landskassanum -561 mió. kr. í 2014 og -463 (140+71 (óbrúktar íløgur frá 2014) +252) mió. kr. 2015.

Forskattaðar pensjónir eru ikki øðrvísi enn at taka eitt lán við høgari rentu, og tað er tað, ið samgongan hevur gjørt. Rokningin kemur um nøkur ár.

Í veruleikanum er hallið hjá landskassanum tí væl hægri enn tá samgongan tók við. Hon hevur bara tikið lán frá framtíðini til at fjala yvir holið í fíggjarpolitikkinum.

Hyggja vit at skuldini, so er bruttoskuldin hjá landinum nú meira enn 6 mia. kr. Var bert 3,3 í 2006 og er tí vaksin um 3 mia. kr. seinastu árini. Hetta er peningur, ið skal rindast aftur. Við rentu. Eisini minkar hetta fíggjarliga haldførið og ger búskapin meira sárbæran yvirfyri rentuhækkingum. Hækkar rentan 1%, merkir hetta um 60 mió. kr. í øktum rentuútreiðslum. Hækkar rentan 2% er talan um 120 mió. kr. í øktum rentuútreiðslu, og hækkar rentan 3% hækka rentuútreiðslurnar við 180 mió. kr. Hetta er ikki serliga hugaligt, og eiga vit sum skjótast at koma í eina støðu, har vit byrja at rinda skuldin aftur.

Landið hevur hartil eisini nógvar aðrar fíggjarligar skyldur. Nú eftirlønarskyldurnar eru gjørdar upp vísir eitt rættiliga ógvusligt tal seg. Landið hevur nevnliga um 4,5 mia. kr. í eftirlønarskyldum til tænastumenn og skyldum mótvegis fólkum, ið hava pensjón við landskassaveðhaldi hjá LÍV. Hetta eru útreiðslur, ið leggjast skal upp fyri í framtíðar landshúsarhaldinum. Hetta fyri at tryggja langtíðar haldførið.

Hartil kunnu vit ikki siga at okkara landshúsarhald er fíggjarliga haldført, fyrr enn vit hava javnvág á fíggjarlógini uttan stuðul úr útlondum. Føroyar eru ikki eitt U-land, og eiga tí heldur ikki at hava tørv á stuðli úr útlondum fyri at reka landið. Tíverri hevur samgongan aðra hugsan. Hevur valt at gera landshúsarhaldið meira heft at stuðli úr útlandinum, tí meðan ríkisveitingin er minkað og hevur verið fastfryst seinastu mongu árini, so hevur núverandi samgonga valt at hækka ríkisveitingina á hvørjum ári. Er nú hækkað við 35 mió. kr. í valskeiðnum – úr 616 mió. kr. upp í 641 mió. kr. Hetta minkar haldførið hjá føroyska landshúsarhaldinum.

Latið okkum saman taka neyðugu stigini at venda hesi gongdini. Fyrsta treytin er, at tryggja, at fíggjarpolitikkurin grundleggjandi er sunnur og undirbyggir langtíðar haldførið hjá samfelagnum. Tað ger verandi politikkur tíverri ikki.

Hetta kunnu vit gera betur.

Neyðugt er at hugsa longur fram, enn 1, 2 og 3 ár. Nýskipanir skulu fremjast, og tillagingar, ið tryggja, at vit eisini um 10, 20 og 30 ár hava eitt vælferðarsamfelag í Føroyum.

Vit eru farin frá yvirskoti á um 700 mió. kr. í 2001, til hall á 700 mió. kr. í 2009.

Fara at røkka málinum at fara frá halli á um 700 mió. kr. til yvirskot á 700 mió. kr., og gera okkum leys av stuðli úr útlondum. Men hetta krevur munandi átøk – og langtíðarsemjur um nýskipanir á eini røð av økjum.

Ovurstórir møguleikar fyri sjálvbjargnum búskapi

Samanumtikið eru fleiri orsøkir til fíggjarstøðu landins, og harvið eisini fleiri møguleikar at venda gongdini – hetta við at:

1. At tryggja eitt javnari býti av landsins virðum,

2. Endurreisa álitið á landsins leiðslu,

3. Fremja miðvísa konjunkturstýring,

4. Seta í verk mongu manglandi nýskipanirnar og

5. Fremja fíggjarpolitikk, ið tryggjar fíggjarligt haldføri komandi mongu árini.

Skal hetta lata seg gera, er neyðugt við munandi átøkum á øllum hesum økjum.

Allarstørsta avbjóðingin eru tó broytingarnar í fólkasamansetingini. Tí við verandi gongd fara vit frá 4-5 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, til 1,5 á arbeiðsmarknaðnum fyri hvønn pensjónist. Hetta má broytast.

Skapa fyritreytir fyri fólkavøkstri

Tí er alneyðugt, at vit taka stig at fáa støðugan fólkavøkstur aftur.

Skal hetta eydnast krevjast fleiri átøk – eitt nú:

1. Fleiri størv skulu skapast

2. Fleiri útbúgvingarmøguleikar setast í verk

3. Betri umstøður til barnafamiljur.

Bert seinastu 5 árini omanfyri 1.600 færri undir 40 ár í Føroyum. Hetta er ein gongd, ið sær út til at halda áfram. Lítla løtumyndin nú, har nettofráflytingin er minkað, broytir ikki myndina. Stóru byggiverkætlanirnar hava kravt 267 nýggj størv í byggivinnuni seinasta árið – hetta eru tó størv og starvsfólk – ið helst ikki eru her, tá verkætlanirnar eru liðnar.

Støðan í dag tá umræður tal av størvum er eisini alt annað enn góð. Vit hava um 2.500 færri løntakarar, enn í 2008. Seinastu mongu árini hevur bert verið ein sera lítil framgongd. Umleið 400 nýggj størv síðan 2011. Av hesum 299 seinasta árið, harav 267 eru í byggivinnuni. Talan er sostatt um sera sárbæra framgongd, ið er tengd at sera fáum stórum verkætlanum.

Samstundis er greitt, at talið av fulltíðararbeiðsleystum er fallið seinastu árini. Úr um 1900 í 2011 til um 1000. Hetta er tó ikki orsakað av samsvarandi tali av størvum. Fólk finna sær arbeiði uttanlands. Hóast tað er gleðiligt at fólk kunnu starvast uttanlands og búgva í Føroyum, so er vansin – í mun til um tey fingu størv í Føroyum – at:

• Arbeiðsorka og virðisøking kemur øðrum landi til góðar

• Skattaskipanin ger, at lutfalsliga lítil partur kemur í lands- og kommunukassar

Tað er tí alneyðugt, at vit seta stórt fokus á, at skapa varandi og virðisskapandi størv í Føroyum.

Ein máti kundi verið, at framt munandi íløgu í vinnugransking. Ein “krónu til krónu” skipan, har landið stuðlaði við einari krónu fyri hvørja krónu vinnan valdi at nýta til vinnugransking, ið hevði sum mál at skapa størri produktivitet, meira vitan og betri kappingarføri. Á Vinnudegnum í ár varð eisini m.a. víst á, at føroyska vinnan brúkar sera lítið av orku til vinnuliga gransking og menning í mun til grannalond okkara. Her kunnu vit gera nakað betur saman. Og vit hava stórt potentiali til at gera tað betur, eitt nú:

• Fleiri størv í fiskivinnuni og avleiddum vinnum. Ov nógv rávøruútflytari í dag. Stórt potentiali í virðisøking. (Á fíggjarlógini hjá samgonguni sæst onki til raðfesting av hesum og heldur onki til fiskivinnunýskipan).

• Fleiri størv í ferðavinnuni. Stórir møguleikar eru fyri størvum kring allar Føroyar. (Á fíggjarlógini velur samgongan at niðurraðfesta játtan til Visit Faroe Islands).

• Fleiri størv innan útbúgving og vinnuliga gransking. Herundir Fróðskaparsetrið mennast – eitt nú við at seta á stovn hægri maritimar útbúgvingar - og skapa ”krónu til krónu” vinnugranskingarskipan. (Á fíggjarlógini hjá samgonguni verður vinnugransking niðurraðfest).

• Fleiri størv til at røkja føroysk uttanríkismál, rættarmál, dómstólar, familjumál og útlendingamál, ið vit eiga at heimtaka ábyrgdina av. Íløgur í hetta økið, vil verða ein stórur vinningur fyri alt samfelagið. Samráðingarnar um makrel og sild hava - um nakað - víst, hvussu stóran týdning tað hevur fyri okkum, at vit hava fult ræði og fulla ábyrgd av øllum øllum okkara viðurskiftum – ikki minst uttanríkispolitiskt. Danskir myndugleikar røkja fyrst og fremst donsk áhugamál. Skulu vit røkja føroysk áhugamál best møguligt, mugu vit taka ábyrgd av øllum lutum í okkara samfelag.

(Á fíggjarlógini hjá samgonguni er ongin játtan til fleiri heimtøkur ella størri ábyrgd, tvørturímóti).

Gagnnýta fyrimunir okkara sum lítið land

Vit hava í dag innrættað okkara samfelag við lógum, ið eru gjørdar til samfeløg við fleiri mió. íbúgvum. Hetta gagnar ongum. Úrslitið er, at vit hava fingið eitt samfelag, hvørt lógargrundarlag er alt ov ógvusligt, umsitingarligt og ógjøgnumskygt í mun til, hvat tað kundi verið.

Hetta síggja vit allastaðni. Frá okkara útbúgvingarskipan til almannalóggávu, miðfyrisiting o.s.fr.

Hvønn dag missa vit ófatiliga nógv vælferð við, at ov nógv orka fer til umsiting og fyrisiting, heldur enn til tænastur.

Vit skulu tí nýskipa okkara samfelag, og stigvíst arbeiða okkum ígjøgnum alla okkara lóggávu og skipanir fyri at endurnýggja hesi.

Endamálið skal vera, at tryggja, at fólkið í Føroyum fær sum mest vælferð fyri hvørja krónu. Hetta gera vit við einfaldari loysnum – minni til fyrisiting og meira tænastu.

Grundleggjandi skal tað gerast enn lættari og enn betur at búgva, liva og skapa í Føroyum.

Har tað er vilji – er vegur

Góðu tit øll her á Løgtingi. Har tað er vilji – er vegur. Og tað eigur at vera ein vilji til, at fáa framt átøk, ið fáa okkara land og fólk framá.

Vit hava veruliga ovurstórar møguleikar at fremja átøk, ið kunnu gera Føroyar til eitt enn betur land at búgva, liva og virka í. Bæði nú og fyri komandi ættarlið.

Latið okkum vísa, at tað ber til, at samstarva tvørturum samgongu og andstøðu – tvørturum flokkar – og finna langtíðarsemjur á eini røð av økjum. Latið okkum byrja við fiskivinnunýskipanini, ið er so átroðkandi neyðug at fáa framda. Allir flokkar eiga at hava pláss við samráðingarborðið frá byrjan - sjálvandi. Annars gevur tað onga meining at tosa um, at breiðar semjur ella varandi nýskipan.

Síðan eiga vit eisini, sum skjótast, at leggja lunnar undir fólkavøkstri. Hetta krevur eitt nú semju um langtíðarætlan fyri at skapa fleiri størv, og langtíðarætlan fyri útbúgving og gransking – herundir vinnugransking.

Hetta er alt møguligt. Men krevur eina leiðslu, ið setir sær mál fyri land og fólk - og vilja til at fremja langtíðarsemjur um tær nýskipanir, ið skulu til.

Tá fáa vit lættliga einar ríkari, rættvísari og sjálvstøðugar Føroyar – hesum vilja vit í Tjóðveldi virka fyri.

Á Løgtingi, 7. oktober 2014

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi