Hvat bleiv av føroyingunum í Føroyum ?

22 September 2011
Skrivað hevur
Meiningar

Kann tað veruliga passa, at tað skal ein stjórnar- ella búskaparlig kreppa vera farin afturum, fyri at henda kensla skal skapast, trívast og blóma í fólkinum.
Hvar er vreiðin, stoltleikin og dygdsemi, ið hevur drivið tjóðskapar kensluna og hugburðin fram. Er alt hetta deytt og følnað, í skugganum av saltsilo, “R-frádrátti” og einari óendaligari talu um pragmatismu í tí danska fólkatinginum. Eru vit so mikið vøggaði í svøvn av sambands-retorikki, Paradise Hotel í donskum sjónvarpi, og toku- talu um ein ríkisfelagsskap, ið ikki er veruligur, at vit hava mist okkara samleika sum føroyingar?


Nær bleiv tað skeivt at vera føroyingur og vera stoltur av tí. Nær bleiv tað skeivt at vera tjóðveldisfólk, at vera stoltur av tí og at rópa hart um tað. Er hetta tað, ið vit eru komin til í dag.
Meðan aðrar tjóðir hava barst fyri sínum frælsi við blóði, senda vit politikkarar, ið IKKI vilja hava frælsi, á ting. Er hettar veruliga tann leið, ið vit sum tjóð vilja ganga?

Nei, nei og aftur nei!
Vit eru føroyingar og alt tað, ið hetta inniber. Vit eru tjóðveldisfólk og alt, ið hetta inniber. Vit eru einasti politiski flokkur í Føroyum, ið hevur veruligar loysnir og ikki einans umberingar og ábyrgdarflýggjing. Vit vita, at tað vit gera er rætt. Vit vita, at um Føroyar nakrantíð skula liva upp til alt sítt potentiali, so noyðast vit at ganga á frælsisleið. Vit vita at vit fáa rætt.
Vit eru eitt nýtt ættarlið av tjóðveldisfólki ávegis. Eitt ættarlið, ið veit, at framtíðin er okkara og at vit sjálvi muga skapa okkara framtíð. Eingin fer at gera tað fyri okkum.

Vit vilja búgva her og vit vilja sjálvi vera við til at skapa tað samfelag, ið bæði vit og okkara børn skula liva og blóma í. Vit vita, at hetta krevur hart arbeiði, og at tað til tíðir kann fara at verða tungt.
Eingin hevur nakrantíð sagt, at tað skal vera lætt, og eiheldur væntar nakar hetta. Men vit - framtíðin í Føroyum - vit eru klár til at taka tey tøk, ið hetta fer at krevja - tí framtíðin er okkara.
Við frælsiskvøðu


Jógvan Arnason Djurhuus, formaður, Unga Tjóðveldið

Jógvan Arnason Djurhuus