Røða hjá Óluvu Klettskarð, forkvinnu í mentanarnevnd Løgtingsins, tá hvalastøðin við Áir lat upp fyri vitjandi, fríggjadagin 5. juli 2019
Góðasamkoma,
Tað var í tøkum tíma, tá Løgtingið í 2011 samtykti at játtafígging til, at Tjóðsavnið kundi fara undir at varðveita gomlu hvalastøðina viðÁir - og tað er mær ein stór gleði, sum forkvinna í Løgtingsins mentanarnevnd, at vit í dagkunnu hátíðarhalda, at arbeiðið at varðveita hvalastøðina, nú er komið so mikiðlangt fram á leið, at hvalastøðin letur upp fyri vitjandi.
Drúgva arbeiðið at varðveita hvalastøðina við Áir byrjaði tó ikki í 2011. Longu í 1982 vístu fólkfrá Tjóðsavninum á, at mentanarsøguligu virðini á hvalastøðini við Áir áttu atverið varðveitt. Bygningarnir og økið rundan um hvalastøðina vórðu skrásett ogleysir lutir vórðu savnaðir saman og goymdir. Í 1989 samtykti Løgtingið, athvalastøðin skuldi varðveitast fyri eftirtíðina, og skipað varð tá eisini fyri,at daglig umsjón var við støðini.
Alt hetta – ogallarhelst eisini nakað av hepni – hevur verið við til at tryggja, athvalastøðini hevur verið lív lagað. Tá farið varð undir varðveitingararbeiðið í2011, var hvalastøðin við Áir í so ringum standi, at tað helst bert var avgomlum vana, at fleiri av bygningunum stóðu uppi.
Varðveitingararbeiðið hevur hepnast væl, tó at tað hevur tikið sína tíð.
Eg vil ynskja Tjóðsavninum og tykkum øllum, ið hava verið viðí arbeiðinum at varðveita hvalastøðina við Áir hjartaliga tillukku við avrikinum. Arbeiðið er framt við fígging úrLøgtinginum, men tað hevði ikki borið á mál uttandyggan stuðul frá býráði og fólki í Sundakommunu. Tit hava luttikið í og stuðlað varðveitingarætlaninifrá byrjan. Tit hava víst verkætlaninistóran áhuga frá fyrsta degi.
Hjartaliga tillukku øll somul og góða eydnu við arbeiðinum íframtíðini!
- Tí arbeiðið steðgar ikki her. Hetta er bara fyrsta ljósið ílýsikoluni, sum er tendrað í dag. Tað er nú, at lív skal fáast í afturbygningarnar, í Ketilshúsið, Spikkókaríið, Fuguna,Kvernuhúsið, Tørkuna, Krúthúsið,Ebenezer, Kemis, Perluna og á plánin – ikki sum í gomlum døgum, tá hvalastøðinvar størsta arbeiðsplássið í Sundalagnum og lýsiroykurin hekk tjúkkur í øllumøkinum – tað er nú, at lív skal fáast í hvalastøðina sum savn og mentanarliganmiðdepil.
Hvalastøðin við Áir var í fyrru helvt av 20. øld partur aveini alheims vinnu, og nú, 100 ár seinni, er hvalastøðin ein týðandi partur av staðbundna samleikanum her íSundalagnum.
Bygningarnir á hvalastøðini við Áir eru meinlíkir bygningunumá teimum yvir 200 norsku hvalastøðunum, sum vórðu bygdar kring allan heim. Avteimum upprunaliga 214 hvalastøðunum eru tað bert hvalastøðin í Grytviken á South Georgia í Suðuríshavinum, hvalastøðiní Albany í útsynningshorninum á Australia og hvalastøðin her við Áir, sum eruvarðveittar. Tað eru ikki bert bygningarnir í sjálvum sær, sum eru serstakir,men tað er staðsetingin og minnini um lív og virki á hvalastøðini, ið gera, at hvalastøðina við Áir hevur týdning fyri okkum.
Vanligafatanin er, at vit varðveita mentanararvin fyri okkara eftirkomarar, og tí taðhevur týdning fyri okkum sum samfelag at vit kenna okkara fortíð.Mentanararvurin hevur virði fyri okkum, tí hann er ein partur av okkarasamleika sum menniskju og sum tjóð. Fyri at skilja okkara nútíð og skapagrundarlag fyri eini góðari og burðardyggari framtíð, er tað neyðugt at vitkenna okkara fortíð.
Táføroyingar fóru til Íslands at rógva út í 1870-unum, so fóru forfedrar mínir,langabbi og aðrir skarðsmenn eisini til lands í Íslandi. Drúgt og ógvuligaáhugavert brævaskifti liggur eftir langabba og langommu, Árnfara-Jógvan ogJóhonnu á Skarði, og langomma sigur manni sínum ymisk tíðindi. Hettabrævaskifti er framúr keldur til søgu okkara, tí hon veit nógv at siga frá umveður og vind, fólk og fæ, bæði á Skarði og í øllum Norðoyggjum. Og á sumri í1894, 23. juli og fyri júst 125 árum síðan, sigur hon manni sínum frá, at De har været tre ganger vester i Sund at kjøbe grind, somnordmændene fange med skibe, og de fik så meget de vilde den ene gang og nogetmindre den anden. Talan má vera um hvalastøðina á Gjánoyri, sum varðbygd í 1893, og sum var tann fyrsta av teimum 7 hvalastøðunum, sum vórðu bygdarí Føroyum, og hetta vísir okkum tann týdning, hvalaveiðan hevur havt fyri sonógvar føroyingar, eisini fyri tey, ið ikki starvaðust her ella búleikaðust herí økinum, men heilt norðuri á Skarði, norðast á Kunoynni. Hvalastøðin við Áirvarð, sum tann seinasta, bygd í 1905.
At gera íløgur í mentanararv snýr seg ikki bert um atvarðveita bygningar og anlegg frá eini farnari tíð. At varðveita mentanararvinsnýr seg eisini um at skapa grundarlag fyri upplivingum og trivnaði, fyrinýggjari vitan og førleikum, fyri burðardyggariferðavinnu og búskaparligum vøkstri.
Og tað er henda samanrenningin millum varðveiting og nýtslu, ið ger, at íløgur í mentanararvin eru so alneyðugar. Tí uttan íløgur fáa vit ikki gagnnýtt tað tilfeingi, sum mentanarvurin er – bæði fyri okkum og okkaraeftirkomarar – og bæði tá vit hugsa um mentanarlig, sosial og búskaparligvirði.
Tað er tí av alstórumtýdningi, at arbeiðið við varðveitingini av hvalastøðini kann halda fram og atíløgur verða gjørdar, so at ikki bara bygningarnir verða varðveittir, men athvalastøðin verður eitt livandi savn og ein mentanarligur depil, sum bæði fólkí Sundalagnum og onnur vitjandi kunnu fáa gleði og gagn av.
Tað er ein fátæk tjóð,ið ikki sær virðini í sínum mentanararvi og ger íløgur í varðveitingina avhonum.
Tí kunnu vit ikki annað enn fegnast um, at áhugin fyrivarðveitingini av hvalastøðini hevur fingið so góða undirtøku frá øllum her íSundalagnum - og tó at taðhevur tikið sína tíð, er tað gleðiligt, at tað hevur eydnast at bjargahvalastøðini við Áir.
Ein partur av arbeiðinum, ið restar í, er at flytaBrandskúlan hjá Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar. Løgtingið hevur sett pengar avtil at fyrireika flytingina og samráðst verður viðKlaksvíkar kommunu um staðseting. Tað er eyðsæð, at Vinnuháskúlin hevur trivistvæl við Áir, men tað er eisini eyðsæð, at savnsvirksemið á hvalastøðini ogroykurin, ið stavar frávirkseminum hjá Brandskúlanum, ikki kunnu sameinast, og at tað tí er neyðugt atflyta Brandskúlan – tí hvalastøðina fáa vit ikki flutt.
Fólk fáa nú høvi at vitja hvalastøðina við Áir – í fyrstaumfari eina ferð um vikuna, tað ið er eftir av summarinum. Hvalastøðin við Áirvar einaferð vinnuligi miðdepilin í Sundalagnum. Her var virksemi ogbúskaparligur vøkstur. Tað er mín vón, at tað at hvalastøðin nú letur upp, ferat geva íblástur til at fáa sett gongd á virksemi her í økinum, so athvalastøðin við Áir og økið kring hana verður ein mentanarligur og – við tíðini- eisini ein vinnuligur miðdepil í Sundakommunu.
Viðat varðveita hvalastøðina við Áir varðveita vit minnini um eina alheims vinnu,men tað eru minnini um fólk og virksemi, lutir, bygningar og staðsetingin, iðgera hvalastøðina serstaka fyri okkum og ein týðandi part av staðbundnasamleikanum her í Sundalagnum.
Hjartaliga tillukku og góða eydnu í framtíðini!
Takkfyri.