Hugmyndafrøðingurin hjá ABC-samgonguni umsíðir avdúkaður

7 January 2010
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Hetta er fyrsta ferðin, at dyrnar verða lætnar upp á víðan vegg inn í hugmyndafrøðiliga goymslukamarið hjá ABC-samgonguni. Løgmaður hevur ongantíð áður opinbárað hvør ideologiska drívmegi hansara og samgongunar er, men ein lítil flís í røðuni hevur givið okkum møguleikan fyri at avdúka koduna til hugsjónirnar, visiónirnar og málini hjá konglomeratinum hjá Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum.

Nýársrøðan hjá løgmanni umboðar sjálvandi samgonguna, hann er oddviti fyri. Harvið hava í hvussu er formenninir í samgonguflokkunum lisið og góðtikið tað, ið landsins leiðari sigur í eini almennari fráboðan til tjóðina, sum ein løgmansrøða má metast at vera. At Javnaðarflokkurin leyp øvutur í tjóðskaparspurninginum eftir fall CHE-samgongunar er alra manna vitan, men at flokkurin hjá Jóanes Bónda og Thorsteini Petersen so íðin er farin at elta sambandsflokkarnar, kom eitt sindur dátt við hjá mongum.

Í árinum 1900 skrivaði Andrass Samuelsen, sum seinni gjørdist løgmaður: “Væl er okkara land fátækt, men um Føringar við øllum sínum vilja og av allari megi vilja løna sínum fosturlandi sum góð børn móður síni, so er landið ikki fátækt.” Soleiðis er brotið í løgmansrøðuni orðað. Táið eg hevði verið fótbóltsdómari í einum dysti ímillum danska Vinstra flokkin og Sambandsflokkin í Gundadali í fjørsummar, var Kaj Leo so beinasamur, at hann gav mær 100 ára minningarrit floks hansara sum tinganest. Løðarsteinurin inn í hetta óhugnaliga íhaldið, ekstremu afturhaldssøgu føroyinga, er júst endurgivna brotið í løgmansrøðuni. Víst verður til notu 1, har kunnað verður lesaranum, at brotið er tikið úr grein, sum Andras Samuelsen hevur skrivað í Føringatíðindum 06. september 1900.

Greinin ber heitið: Føringar og teirra frændir. Hon er skrivað í sambandi við, at nakrir danskir studentar hava verið á ferð í Føroyum og Íslandi. Sjálvandi hevur Kaj Leo kunnað Jóanes og Jørgen um niðaru fláirnar, veruligu heimildirnar, undir endurgivna brotinum. Eitt annað brot úr somu grein er hetta: ”Tað var jú fyri at binda sambandið fastari millum fólkið í danska ríkinum, og soleiðis má ferðin fatast.”………….”At binda okkara fólk her á landi saman í bróðurbandi, eigur at vera málið, og at binda bandið fast saman millum fólkið í ríkinum eisini. Tað er ikki nógv fyri at fáa Føringar til at síggja eitt bróðurfólk í danska fólkinum, og eg vóni, at tær nógvu ferðirnar, sum Føringar í hópatali gera til Íslands, hava tær fruktir, at vit eisini uppá ta síðuna veksa saman í sambandsfølilsi. Saman við Ísland eiga vit eisini so nógv og góð gomul minnir, at vit lættliga kenna tað íslendska fólkið sum skyldfólk. Við Danmark og danska fólkið hevur Førjafólk fleiri hundrað ár gomul minnir, og vit hava tolt bæði ilt og gott saman við Danskarnum í langa tíð. At Danskarnir ofta hava notið ilt og ilt við lít uttan at órógva Førjar og Føringar, eiga vit aldrin at gloyma, og tað ger tað so mikið lættari hjá okkum at síggja Danskarnar sum góðar brøður. Hvat Førjafólk følir og vil gera fyri at sambandið millum Førjafólk og danska fólkið kann verða betri og inniligari í framtíðini enn nú, er ikki gott at vita. Nógv av okkum halda, at sambandið er gott sum er, og einans saknast meiri samverð hjá fólkunum hvørt við annað og betri kennskapur ímillum okkara……..”

Er hetta nýggja kreddan hjá radikalu sjálvstýrarunum í Fólkaflokkinum munnu tað vera fleiri enn undirritaði sum spyrja, nú hugmyndafrøðin hjá seinru ABC-samgonguni varð avdúkað fyri kveiktum skíggja gamlaárskvøld.

tj-.