Munnligur fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, um upphiting av nýggja miðnámsskúlanum í Marknagili við varandi orku.
- Fer landsstýriskvinnan at tryggja, at miðnámsskúlin í Marknagili verður upphitaður við varandi orku?
- Eru ætlanir gjørdar fyri hvussu hetta kann gerast?
- Er orkusparing og møguleikarnir fyri at ljós og hiti kann koma frá varandi orkukeldum partur av byggiverkætlanini?
Føroyar hava sett sær fyri at minka um útlátið av CO2 við í minsta lagi 20 % innan 2020. Tørvurin á at minka okkara bundni at oljuni er eyðsýndur, og eiga øll nýggj almenn byggjarí at verða bygd soleiðis, at tey nýta sum minst av orku, samstundis sum til ber at hita bygningarnar við varandi orku.
Júst hvat slag av varandi orku – fjarhita, biogass, jarðhita, vindmyllu, sólpanel ella annað, sum møguligt verður at nýta júst til Miðnámsskúladepilin er møguliga ikki so einfalt at taka støðu til her og nú. Tí hevur tað týdning at skúlin verður sniðgivin og bygdur soleiðis, at til ber at seta varandi orkuveiting til, so hvørt sum tað tøkniliga er gjørligt.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna