Fyri meg er alneyðugt við einari góðari kommunu, skulu eg og familjan trívast og hava eitt gott lív. Men hvat er ein góð kommuna?
Ein góð kommuna er ein vinnarakommuna. Ein vinnarakommuna hevur fólkavøkstur, góð tilboð til børnini bæði í skúla, ansing og í frítíðini. Ein deilig kommuna er fjøltáttað, hevur diversitet. Tað skal bera til at vera tann, man er. Ungur, eldri, barn –familjan og einstaklingurin, einsamalla mamman og samkynda parið, nýklaksvíkingar eins og tey gomlu í garði –øll skulu trívast í okkara býi.
Í góðu kommununi hevur vinnulívið tað gott, vinnuvirki kenna seg hoyrd og hava gott samstarv við kommununa. Kommunan eigur at heilsa øllum vinnurekandi væl komin á gátt við øllum. Tað snýr seg um støðugan dialog, og tað snýr seg um at hava trygga lóggávu og góða og skjóta málsviðgerð. Vinnan vil hava gott samband við kommununa og vera viðleikarari, og til tess at hava gott vinnuklima, so eigur kommunan at tryggja tað góða samskiftið og samstarvið.
Onki eitur bíðilistar, og als ikki til ansing. Tónlistatilboð, undirvísingartilboð og ítróttartilboð skulu altíð vera á hædd við tey bestu. Hallir og vallir skulu hava høga raðfesting, íðkandi hava bestu karmar alt árið. Tí er hitið í vøllin neyðugur, innandura fótbóltshøll og skoytubreyt á skránni.
Ein skúli, ið ynskir barnið í miðdepilin er ein vinnaraskúli. Góð og mennandi tilboð í skúlanum við besta undrivísingartilfarinum og skúlagarðar og spælipláss, ið menna heldur enn læsa inni.
Góð, virkin og trygg eldraár er eitt krav! Eldraøkið og demensøkið skal hóska tí einstaka og ikki leggjast í kassar. Tí skulu vit raðfesta upp aftur meir umsorgan og trivnað saman við tí einstaka og tess avvarðandi. Bústaðarmøguleikar til teirra mugu raðfestast.
Hin góða kommunan er grøn og hevur nógvar vørur á hillini, góðar og ymiskar bústaðarmøguleikar til ung sum eldri. Ja, ein spennandi kommuna við valmøguleikum er ein kommuna, har kvinnan eisini stórtrívist....
Fólkið, felagsskapurin og góða kósin
Klaksvíkar kommuna flytir seg við flúgvandi ferð frameftir. Grundarlagið undir einari modernaðari kommunu, einari coolari kommunu –hini góðu kommununi er lagt. Og vit vilja vinna. Sum Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjari hjá KÍ, segði so væl leygarkvøldið á endaveitsluni hjá felagnum: hvør einstakur kann verast fyri uttan, tað er í felagsskapinum, styrkin býr, tað er soleiðis, vit vinna! Tí helma vit ikki í, men halda fram við góðu kósini.
Óluva Klettskarð, valevni Tjóðveldis
#vittryygjakósina