1. Hvørji útilit heldur landsstýriskvinnan, at hin føroyski báturin hevur fyri at varðveitast sum ein mentanarlutur, ið framvegis verður bygdur í Føroyum.
2. Hvønn týdning heldur landsstýriskvinnan, at tað hevur, at hin føroyski báturin framhaldandi verður smíðaður í Føroyum.
3. Kann landsstýriskvinnan grundgeva fyri síni støðu til og ætlan fyri at tað at smíða og selja hin føroyska bátin kemur undir allýsingina ”mentanarligt virksemi”.
a. Eru ætlanir um at hetta virksemi, at smíða hin føroyska bátin, kann verða frítikið Mvg.
Viðmerkingar
Tá ið ein føroyskur bátasmiðjur selur ein útróðrarbát, sum hann hevur smíðað, noyðist hann at leggja 25 % í mvg oman á prísin. Hetta noyðist hann, hóast tað í mvg-lógini er ásett, at mentanarligt virksemi er frítikið fyri mvg. Hví bygging av hinum føroyska bátinum ikki verður sæð sum mentanarligt virksemi er undrunarvert. Teir, sum smíðja hin føroyska bátin, leggja áherðslu á, at báturin verður smíðaður eftir tí gamla sniðinum og skapinum. Soleiðis hava vit enn eitt virkið bátasmíð, sum er við til at varðveita tað gamla byggisniðið á bátinum. Eitt byggisnið, sum lýsir tørvin og fortreytirnar, sum føroyingurin livdi undir, tá ið farið var til útróðrar.
Mentanarvirði og mentanarlutir eru við til at mynda tjóð okkara. Men har menniskja livir og virkar vera hesi virði og lutir undir støðugum broytingum, og við hvørt hótt. Tað áliggur tí politiska myndugleikanm at tryggja, at mentan okkara og søga er so væl útborin og varðveitt, at tess virði og lutir koma okkum og eftirkomarum okkara til góða. Tá kunnu hesi verða við til at geva eina so rætta fatan av, hvørjum jørðildi vit koma úr, og verða við til at geva eina so rætta mynd sum gjørligt av, hvussu forfedrar okkara livdu og virkaðu.
Av mentanarlutum, sum føroyingar eiga og hava varðveitt, eru tey gomlu húsini, amboð, sum føroyingar nýttu til húsarhald, í arbeiði á sjógvi og á landi, í grind og til røkt av lunnindunum.
Eitt av høvuðsamboðunum, sum nýtt hevur verið i øldir, er hin føroyski báturin. Útróðrarbáturin. Hesin bátur er - sum flest allir aðrir mentanarlutir - hóttur av øðrum nýggjum, sum er komið í staðin. Men báturin er serføroyskur, hann er søguligur við serføroyskum byggisniði, hann er fleiri øldir gamal og er framvegis í gerð og í nýtslu. Men talan er ikki um mongdarframleiðslu. Talan er hinvegin um framleiðslu av fáum bátum árliga, har dentur verður lagdur á at smíða bátin soleiðis, sum gjørt hevur verið í øldir. Á heimasíðuni hjá Føroya Fornminnissavnið stendur m.a. soleiðis:
Hin føroyski báturin er skapaður og smíðaður soleiðis, at tað er eyðsæð, at hann er skyldur við víkingaaldarbátar. Báturin hevur í fleiri hundrað ár ment seg, broytt snið og skap, til hann at enda fekk sín fullkomna og vakra form. Árin og tollurin eru ikki minni fullfíggjað. Úrslitið er ein sjógóður og turrur bátur, ið er tann rætti til okkara vandafulla sjógv og skiftandi veðurlag. Lættur og smid¬ligur er hann, borðini eru tunn, bondini kløn, ikki eitt sprek er ov mikið, men styrkin stór kortini.
Báturin skuldi kunna flotast og takast í skundi, eftir løgum. Lendingarviðurskiftini vóru mangan vánalig, og mangastaðni skuldi báturin dragast upp fyri steyrrættan klett, tí hevði lættleikin stóran týdning eisini her.
Hendan lýsing av bátinum vísir, at tað skal hegni til og innlit í søguna fyri at kunna smíða eitt so rætt snið av bátinum sum møguligt. Í løtuni eru tveir bátasmiðir, sum smíðja bátin. Men hesir hava ikki havt møguleika til at seta ungar lærlingar við. Tað, sum drívur verkið, er áhugin fyri og viljin at varðveita bátin. Men talið av bátum í gerð er komið so langt niður nú, at hetta slag av bátasmíð, sum er serføroyskt, er í veruligari hóttan fyri at doyggja út. Ein av høvuðsorsøkunum er prísurin og kappingin við aðrar bátar. Var tað fíggjarliga lagaligari at selja bátin, var væl hugsandi at vaksið um marknaðin m.a. til útlandið. Og um so var, hevði tørvur verið á at fingið nýggjar lærlingar at lært seg at smíða hin føroyska bátin.
Báturin, sum átti at verið ein mentanarlutur, hevur stóran áhuga millum tey útlendsku ferðafólkini. Hesi ynskja ofta at síggja tað í Føroyum, sum tey ikki kunnu síggja alla aðrastaðni. Tey vilja síggja tað, sum er serføroyskt. Og tá er hin føroyski báturin millum tað vakrasta, vit hava at sýna fram. Tí eru útlendsk ferðafólk javnan gestir hjá bátasmiðunum báðum.
Undirritaða heldur, at tað er av stórum týdningi, at byggingin av hinum føroyska bátinum verður varðveitt. Um bygging av hinum føroyska bátinum kemur undir mentanarligt virksemi, hevði søla av hesum báti verður frítikið meirvirðisgjald.
Hetta hevði givið hesum parti av føroyskum handverki viðurkenning og harumframt ein fíggjarligan lætta, sum kann verða við til, at hin føroyski báturin verður varðveittur sum mentanarligt virksemi eisini hjá komandi ættlarliðum.
Okkara uppgáva sum nú mynda politiska myndugleikan er m.a. at gera okkara til at varðveita framtíðarinnar mentanararv.
Tí soljóðandi fyrispurning.
Annita á Fríðriksmørk