Hetta snýr seg um at lyfta øll børn úr fátækraváða

3 May 2019
Skrivað hevur
Katrin Kallsberg

Aftursvartil Fólkaflokkin: Fyri eitt barn, sum veksur upp ífátækraváða, er tað fullkomiliga líkamikið, um foreldrini lesa, arbeiða ellafáa forsorgarhjálp. Barnið merkir bara hørðu avleiðingarnar av, at familjanlivir í fíggjaligari neyð. Og ja, tað passar sum Fólkaflokkurin sigur, athendan samgongan hevur veruliga gjørt nógv fyri at lyfta hesi børn úrfátækraváða.

Eitt ár í fátækraváða. Tað ljóðar kanska ikkisum so leingi fyri vaksin. Og kanningar vísa, at tað ger heldur ikki so nógvvið vaksin at liva eitt ár í fíggjarligari armóð. Hinvegin vísa fleirikanningar, at eitt ár í fátækraváða er tað, sum skal til, fyri at geva einumbarni varandi mein.

Varandi mein kann til dømis vera, at barnið eruttanfyri í skúlanum ella barnagarðinum. Fær ikki luttikið í teimum ítrivum,sum vinfólkini ganga til, ella sleppur ikki upp í part, tí tað kennir ikki somusosialu spælireglar orsaka av at vera hildið uttanfyri.

Eitt ár av, at mamma og babba ikki forvinnanóg mikið av peningi til, at barnið kann luttaka á jøvnum føti við onnur, kannalso vera beinleiðis skaðiligt.

Orsøkin til, at eg nevni hesi børnini ífátækraváða er, at Elsibeth Mercedes Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyriFólkaflokkin, nýtti altjóða arbeiðaradagin 1. mai til at skjóta eftir teimum,sum við broytingunum í lógini um familjuískoyti nú fáa rættiliga fitt avpeningi um tey til dømis lesa, eru á forsorg ella eru stakir uppihaldarar viðeinari inntøku niðanfyri eitt ávíst mark.

Gamaní kann tað tykjast sum nógvir pengar. Ja,Fólkaflokkurin hevur rætt í, at hendan samgongan veruliga hevur givið teimumallar minstu nóg mikið at liva fyri til, at tey kunnu klára seg til dagin ogvegin.

Munur ástøðum

Orsøkin til, at vit hava raðfest hetta sumeitt umráðandi mál er, at tað fyri børnini hjá láglønarforeldrum ongan mun ger,hví foreldrini eru láglønt.

Um foreldrini hjá barninum eru lesandi ogharvið láglønt av teirru orsøk, ella um foreldrini hava eitt láglønarstarv. Taðer eingin munur á, hvat tann støðan ger við barnið.

Umframt hesar báðar samfelagsbólkar tekurFólkaflokkurin eisini tey fram, sum fáa forsorgarhjálp. Elsebeth MercedesGunnleygsdóttir vísir á eitt dømi, har tey á forsorg fara til arbeiðis og íávísum førum bert fáa nakrar krónur meira í tímaløn enn tey fingu á forsorg.

Men forsorgarhjálpin kann á ongan hátt setastupp sum nakað, sum man bara velur til ella frá.

Hetta er eitt trygdarnet í okkara samfelagið,har vit lofta teimum, sum verða rakt av umstøðum, sum ger tey óarbeiðsfør. Taðkann vera langtíðarsjúku, ólukku ella líknandi, har tey ongan møguleika hava atfara til arbeiðis.

Og spyrt tú meg, so haldi eg tað vera eittmást fyri eitt vælferðarsamfelag, at vit lofta teimum, sum enda í neyð avviðurskiftum púra uttanfyri teirra egnu ávirkan.

Tað kann tykjast sum, at Fólkaflokkurin vilaftur til tíðina, har fátækrastuðul viðførdi, at móttakarin skuldi fráskrivasær borgarlig rættindi fyri at fáa hendan stuðul.

Tíbetur er tann veruleikin tó langtsíðanifarin.

Lat meg so eisini nýta høvið at fegnast um, atfyri fýra árum síðani var eg partur av einari landsumfatandi kampanju viðheitinum “Meðan vit bíða”, har vit varpaðu ljós á korini hjá teimum fátækastubørnunum í landinum, og savnaðu inn pening til teirra.

Nú Tjóðveldi og samgongan hava sitið viðvaldið í fýra ár eru størstu atfinningarnar innan hetta økið, at tey í størstufíggjarliga váða fáa ov nógvar pengar.

Hóast allar skipanir hava rúm fyri at betringum, so kunnu vit í øllum førum staðfesta, at eisini innan hetta økið loysir menningin seg.

-Katrin Kallsberg

Meira um sama evni

No items found.