Hetta loysa vit saman

14 August 2015
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

4 stig og 5 mál

Hetta loysa vit saman

Ein nýggj kós fyri Føroyar, har Føroya fólk staðfestir valdið, virðini og vælferðina

Løgtingsvalið 2015 er avgerandi fyri framtíðina hjá okkara landi. Vit skulu taka støðu til, hvørjar Føroyar vit vilja byggja nú og lata okkara eftirkomarum, og hvørji virði og mál vit skulu grunda okkara land og framtíð á.Vit fara til val at gera Føroyar politiskt sjálvstøðugar, búskaparliga sjálvbjargnar, sosialt rættvísari, vinnuliga fjølbroyttari, útbúgvingarliga og mentanarliga sterkari. Vit vilja fremja okkara egnu føroysku loysnir í einum nútímans samfelag, har vit hava álit á og virðing fyri egnum tilfeingi, og at vit kunnu menna okkara egnu førleikar.

Vit kunnu velja, at vit vilja savnast um at byggja upp eitt trygt samfelagsligt grundarlag og saman fara undir at fremja teir ríku møguleikar, vit eiga fyri øll í landinum, heldur enn at standa sum áskoðarar til eitt samfelag, har vit lata onnur taka avgerðirnar fyri okkum, biðja onnur gjalda fyri okkum og sáa mistreysti í tjóðina.

Farnu árini hevur valdað politiskur ruðuleiki, ójavnin er vaksin, og virðir og møguleikar eru savnað á alsamt færri hondum. Spjaðingin hevur ongantíð verið størri í samfelagnum enn nú, og vit hava sett okkara mentanarligu, sosialu virðir og búskaparligu virðir í vanda.

Tjóðveldi vil, at vit reisa okkum sum tjóð og savnast um eina felags kós fyri alt Føroya fólk.

Virðini, valdið og vælferðin skulu aftur til fólkið, ið staðfestir sítt vald og síni rættindi í Føroyum í nýggjari grundlóg, sum verður okkara tjóðarsemja. Saman skulu vit reisa tær súlur undir samfelagnum, ið skapa tær Føroyar, ið vit ynskja sum sjálvstøðugt land.

Tjóðveldi biður um álit til at savna føroysku tjóðina um hesi høvuðsmál til løgtingsvalið 2015:

4 stig fram ímóti einum sjálvstøðugum Føroyum


1. Tjóðveldi vil endurreisa álitið


Almennu Føroyar skulu arbeiða fyri alt fólkið, og politiska skipanin skal tryggja øllum javnbjóðis møguleikar og ikki geva summum fyrimun framum onnur.

Politiska skipanin skal verja grundleggjandi súlur í samfelagnum heldur enn at niðurlaga tær. Øll hava tørv á at kenna álit og tryggleika, tí ótryggleiki elvir til mistreysti og uttan álit á politisku skipanina ber illa til at ganga framá sum tjóð. Vit vilja tryggja, at tann mismunur, sum varð gjørdur við flatskattinum, verður rættaður, so eisini tey lág- og miðalløntu fáa ein skattalætta. Vit vilja eisini fremja fiskivinnunýskipanina, sum hevur bíðað alt ov leingi. Hon skal tryggja grundarlagið undir einari sterkari og fjølbroyttari vinnu og tryggja, at ogn Føroya fólks kemur fólkinum til góðar. Grundleggjandi stovnar, sum skulu vera mótvekt til politisku skipanina, verða endurreistir og styrktir. Vit vilja tryggja øllum javnbjóðis kor í hesum landi og endurskapa álitið á politisku skipanina. Hetta loysa vit millum annað við at festa okkara rættindi, skyldur og ábyrgd á blað í føroyskari grundlóg.

2. Fólkaatkvøða um føroyska grundlóg


Ongantíð áður hevur verið so neyðugt at fáa samtykt eina grundlóg fyri føroyska samfelagið. Tørvurin er alstórur á at fáa niðurfelt sjálvsavgerðarrættin hjá føroysku tjóðini, tí farnu árini hevur Danmark flutt alsamt meiri vald til ES. Neyðugt er, at Føroya fólk samtykkir sína egnu grundlóg, sum staðfestir, at einki vald ella avgerðir verða flutt úr Føroyum, og at ongar avgerðir verða tiknar um okkara viðurskifti og rættindi uttan so, at Føroya fólk hevur samtykt hetta.

Føroyska grundlógin skal tryggja rættindi og skyldur hjá hvørjum einstøkum borgara í Føroyum og áseta allar samfelagsligar grundskipanir, sum hvør einstakur okkara hevur rætt til. Grundleggjandi stovnar í samfelagnum verða tryggjaðir í grundlógini og kunnu bara avtakast, um fólkið samtykkir tað. Grundlógin er somuleiðis trygging hjá fólkinum ímóti órættvísi og politiskum ruðuleika, tí reglurnar fyri, hvussu politiska skipanin skal virka og standa til svars, verða staðfestar í grundlógini. Samstundis tryggjar grundlógin, at náttúrutilfeingið í Føroyum er ogn Føroya fólks og kann ikki seljast av landinum ella gerast privat ogn. Í grundlógini staðfesta vit okkara rætt at drepa grind og til at gagnnýta alt tilfeingi á burðardyggum grundarlag.

Tjóðarsemjan um grundlóg skal til fólkaatkvøðu á heysti í 2016.

3. Búskapargrunnurin er trygdin undir einum sjálvberandi búskapi


Búskaparligt sjálvbjargni er treytað av sunnum búskaparpolitikki, har vit vaksa um útflutningsvirði, fáa javnvág á fíggjarlógina og tamarhald á landskassaskuldini.

Stovnsettur verður Búskapargrunnur Føroya, sum skal virka sum búskaparligur stabilisatorur og gera Føroyar sjálvbjargnar, eins og hann tryggjar tjóðina ímóti búskaparligum hóttaføllum. Tá tað fløðir í almenna kassanum, skal búskapargrunnurin spara upp, eins og hann kann spjaða til raksturin, tá á stendur búskaparliga.

Tey fyrstu árini skal fæið byggjast upp, so tað samsvarar við eina niðurlaging av blokkstuðlinum. Á henda hátt gera Føroyar seg á skipaðan hátt leysar av blokkstuðlinum og byggja samstundis við Búskapargrunni Føroya ein brimgarð um samfelagið at tryggja vælferð fólksins í framtíðini.

Við búskapargrunninum gera Føroyar seg leysar av donskum veitingum á skipaðan hátt, og pengar verða settir til viks í góðum tíðum, so landið er fíggjarliga trygt og støðugt.

4. Fólkið eigur síðsta orðið í loysingarspurninginum


Vit fara beinanvegin undir at taka ábyrgdina av teimum økjum, sum enn eru á donskum hondum. Soleiðis gera vit allar neyðugar fyrireikingar, so Føroya fólk sum skjótast kann fara til fólkaatkvøðu um at gerast sjálvstøðugt land, ið kann samstarva á jøvnum føti við onnur lond. Føroyska fólkið eigur sostatt síðsta og avgerandi orðið í málinum.

5 grundsúlur undir einum sjálvstøðugum og rættvísum Føroyum


1. Føroyskar loysnir


Tær fyriskipanir, sum hóska best í Føroyum, hava annaðhvørt sín uppruna í Føroyum ella eru lagaðar til føroysk viðurskifti. Aðrar skipanir, sum eru smoygdar niður yvir okkara samfelag, hóska ofta illa, tí tær hava mangan støði í øðrum samfeløgum heldur enn okkara umstøðum, ynskjum og vilja. Í einum landi, har tað búgva umleið 50.000 fólk ber til at gera einfaldar loysnir, sum gera okkara gerandisdag og virksemi her á landi lættari. Vit skulu hava varandi føroyskar loysnir og ikki fyribilsloysnir.

Tí vilja vit m.a.:

  • Skipa almennu umsitingina eftir einum leisti, so hon á bestan hátt virkar fyri borgaran og fyri føroyskt vinnulív.
  • Tryggja at føroyskur førleiki verður nýttur og mentur, tá vit útbyggja hetta samfelagið. Samstundis skal vinnulívið átaka sær samfelagsábyrgd í sambandi við førleikamenning.
  • Lóggeva soleiðis, at føroyskir førleikar vera styrktir heldur enn at virksemi verður sent av landinum. Til dømis, at persónsupplýsingar hjá føroyingum ikki verða sendir til útlendskar KT-fyritøkur at umsita.
  • Gjøgnumføra samfelagsnýskipanir og lóggávu, sum taka støði í føroyska veruleikanum og ikki veruleikanum í onkrum øðrum landi.


2. Ríkidømi út í hvørt heim


Tjóðveldi vil, at alt fólkið í Føroyum fær sín lut í teimum virðum og tí ríkidømi, ið verður skapt. Allir borgarar skulu hava somu rættindi og somu møguleikar. Somuleiðis er politikkurin grundaður á sjónarmiðið um, at tess minni stættarmunur er, tess sterkari samfelag fáa vit. Flokkurin arbeiðir miðvíst fyri at fyribyrgja sosialum ójavna.

Tí vilja vit m.a.:

  • At tað skal bera til at liva í Føroyum av einum vanligum arbeiði. Í samstarvi við kommunurnar verður ein skattalætti veittur til lág- og miðallønt.
  • At landið fer undir at skapa ein fjølbroyttari bústaðarmarknað við bíligum almennum leiguíbúðum.
  • At landið sum arbeiðsgevari veitir flest møguligum fulltíðarstørv, sum ynskja tað.
  • At øll, ið á einhvønn hátt hava serligar avbjóðingar, verða tryggjað virðilig kor og javnbjóðis atgongd til samfelagið.
  • At miðvíst arbeiði skal gerast at fáa fólk úr fátækraváða. Uppskot um at fáa barnafamiljur upp um fátækramarkið er klárt at seta í verk beinanvegin.
  • At barsilsskipanin skal víðkast í stigum, so vit fáa eitt ára barnsburðarfarloyvi og størri frælsi hjá einstøku familjunum at leggja sær tíðina til rættis.
  • At øll skulu hava trygg og sømilig kor á ellisárum, og ein nýggj pensjónsskipan skal tryggja øllum eina trygga pensjón.


3. Eitt sterkt og fjølbroytt vinnulív


Tørvur er á at seta í verk eina fiskivinnunýskipan, sum verður varandi grundarlag undir búskapinum og vinnuni. Tjóðveldi vil tryggja tjóðarsemju um fiskivinnuna. Og hon skal tryggja stovnsrøkt og burðardygga veiðu. At fiskiríkidømið er ogn Føroya fólk, og at loyvi og rættindi kunnu tí ikki seljast og keypast privat, men fella aftur til landið, tá ið tey ikki verða brúkt. Fiskirættindi og loyvir skulu ikki býtast út politiskt, men bert landið kann bjóða brúksloyvi út í ávísa tíð. Rættindi at fiska skulu vera á føroyskum hondum, og eingin útlendskur kapitalur eigur ognarrætt til ogn Føroya fólks. Alt tilfeingið skal koma til høldar og til lands í Føroyum, og øll, sum starvast í vinnuni skulu fylgja føroyskum reglum og sáttmálum. Føroyskir myndugleikar skulu brúka alla orku at tryggja rættindi Føroya til felags fiskastovnar og tryggja atgongd til marknaðir og virðisøking gjøgnum altjóða avtalur.

Umframt fiskivinnunýskipan er á tí vinnuliga økinum neyðugt at stimbra og styrkja um tað fjølbroytta vinnulív, sum Føroya fólk í dag skapar.

Tí vilja vit millum annað:

  • Gera smidligar skipanir og ráðgeving, ið ger tað einfaldari at seta virkir á stovn og at reka vinnu og styrkja skipanir við set- og íløgu­kapitali.
  • Við hegnisligari samskipan seta uppaftur størri ferð á menningina av ferðavinnuni.
  • Uppraðfesta rávøru- og matvøru­menn­ing, so vaksast kann um útf­lutn­ingin av hádygdarvørum.
  • Strykja og stovnseta útbúgving og eftir­út­búgv­ing­ar­møgu­leikar innan aling, fiskivinnu og landbúnað.
  • Virka fyri, at felags átøk fyri kreativar vinnur verða sam­skipað í mentanar-, vinnu- og uttan­ríkis­politikki.
  • Marknaðarføra Føroyar sum maritiman út­búgv­ingar- og tænastudepil.
  • At Føroyar skulu gerast munandi meira sjálvveitandi við matvørum sum mjólkarúrdráttum og grønmeti, og tí vilja vit skapa eina nútímans jarðar- og land­búnað­ar­lóggávu við greiðum visjónum fyri land­bún­aðin.


4. Einar vónríkar Føroyar fyri øll


Hvørjar Føroyar vilja vit byggja til okkum og okkara komandi ættarlið? Hvørt ættarlið undan okkum hevur strembað eftir at givið okkum eitt betri samfelag enn ættarliðið frammanundan. Hetta er gjørt við miðvísum stríði fyri rættindunum hjá øllum fólkum í landinum, fyri okkara mentan og máli, at seta á stovn útbúgvingar, at skapa føroyska list, at vinna fram nýtt ríkidømi í okkara egna tilfeingi og fyri ein stóran part at virða umhvørvið.

Skulu vit framhaldandi megna at skapa eitt nútímans samfelag við sterkum samleika, ið dregur fólk til sín, skulu nýggj tøk takast.

Vit skulu gera miðvísar íløgur í okkara børn og ungu og fáa fólk at fjølgast í Føroyum.

Tí vilja vit millum annað:

  • Saman við fakbólkum orða eina heildarætlan fyri heilsuverkið, sum tryggjar øllum føroyingum kring landið góða og trygga tænastu á norðurlendskum støði.
  • Styrkja og menna barnagarðsøkið og fólkaskúlan, og fara frá smálutastýring til frælsi til leiðslur, námsfrøðingar og lærarar í teimum einstøku skúlunum og skúlaøkjunum til at veita fjølbroytt tilboð og undirvísingarhættir við støði í tørvinum hjá næmingunum.
  • Útbyggja Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlan og granskingina umframt bæði handaligar og bókligar miðnámsútbúgvingar.
  • Hækka lestrarstuðulin til okkara lesandi, og byggja bíligar lestraríbúðir.
  • Skipa Mentanar- og listaráð Føroya, byggja Tjóðleikhús Føroya og styrkja alt savnsøkið kring landið. Bjóða mentanar- og listaútbúgvingar sum lærugreinir í fólka-, miðnáms-, eftir- og háskúlum og sum útbúgvingar á hægri skúlum - og styrkja Musikkskúlaskipanina og Føroya Symfoniorkestur.
  • Styrkja føroyskt mál á øllum økjum. Føroyskur málpolitikkur skal fremjast eftir tilmælunum í álitinum “Málmørk”.
  • At Føroyar skulu gerast ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi, har vit útbyggja varandi orkukeldur, og skapa burðardyggan náttúru og umhvørvispolitikk. Meirlutin av øllum sethúsum og bygningum í landinum skulu tí innan 10 ár skulu hitast við grønari orku.


5. Liviligt kring alt landið


Føroyar eru eitt fjølbroytt og spennandi oyggjasamfelag, og styrkin í okkara samleika er tann fjølbroytti mentanararvurin og lívsvirðini í verða skapt í gerandisdegnum kring landið. Neyðugt er at verja og stimbra um allar Føroyar, og at styrkja tær grundsúlur, sum eru neyðugar fyri hava eitt nútímans vælferðarsamfelag.

Tí vilja vit millum annað:

  • Seta á stovn eftirskúla.
  • Skipa økispsykiatri kring alt landið.
  • Stuðla mentanararvinum og harundir føroyska handverkslist, bátasmíð og annað.
  • Støðugt útbyggja okkara samferðslukervi við vegum, tunlum og ferjum, og javnseta ferðaseðlakostnaðin soleiðis, at tey, sum sigla, verða javnsett við tey, sum koyra.
  • Hækka túratalið hjá Strandfaraskipum Landsins.
  • Viðgera serligu avbjóðingarnar hjá útoyggjunum sum eitt tjóðarmál.


Hetta loysa vit saman!

Meira um sama evni

No items found.