Helena í stórsnirru í Suðuroy

29 May 2011
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Táið eg las røðuna, sum frúgvin Helena Dam á Neystabø hevði hildið í Suðuroy, nú Heilsuskúli Føroya fór um tíggjuára hvarvið, fekk eg ta fatan, at nú vóru føroyskir socialdemokratar farnir at skriva søgu á sama hátt sum einaræðisráðharrarnir í gamla Sovjet. Nú var eg landsstýrismaður í mentamálum, táið málið tók seg upp, og eg kenni meg ikki aftur í nøkrum av tí, sum Helena hevur misinformerað áhoyrararnar við, tá haldið varð hildið fríggjadagin. Ætlaði mær annars suður, men politiskt arbeiði norðanfyri forðaði mær í hesum.

Táið eg kom í Mentamálaráðið, tíðliga á sumri í 2000, lá ein óítøkilig kladda í ráðnum um viðurskiftini kring hesa útbúgving. Málið var tikið upp, hetta var um somu tíð, sum vit løgdu seinastu hond á Økismenningarálitið í Mentamálaráðnum, og táið eg fekk at vita, at fakliga var best, um slíkur skúli lá nær við eitt sjúkrahús, setti eg mær fyri, at hann skuldi skipast suðuri á Tvøroyri. Hetta fekk umsitingin at vita. Ætlanin hevði annars verið, og var, at hann skuldi skipast í Havn. Alt annað var tá óhugsandi, - í politisku skipanini og eisini í umsitingini.

Einasta menniskja sum vitsti um mína avgerð uttanfyri ráðið var Høgni Hoydal. Hann var de-facto formaður í Tjóðveldisflokkinum longu tá, og hann helt hugskotið vera gott, og vit gjørdust samdir um, at eg skjótast gjørligt skuldi boða frá hesum av tingsins røðarapalli. Minnist meg rætt varð hetta gjørt undir orðaskiftinum um løgmansrøðuna á Ólavsvøku í 2000. Umsitingin – og eg gangi ongum ov nær við at siga, at serliga frúgvin Kristianna Sjóvará - gjørdi eitt megnaravrik á tí praktiska økinum, eftir at politiska avgerðin var tikin, fyri at fáa alt so væl í lag sum gjørligt, og tað eydnaðist til fulnar, tað síggja vit, nú til ber at skoða 10 ár aftur í tíð, at eini av størstu successøgum í føroyskari útbúgvingarsøgu yvirhøvur.

Hetta er søgan um skúlin á Tvøroyri, sum stetlaði síni fyrstu fet í somu húsum sum Jóannes Eidesgaard varð borin í heim og stetlaði síni fyrstu spor. Í gomlu lærarahúsunum. Hann hevði neyvan tikið sær heiðurin fyri eitt verk, sum hann absolut onki átti í, á ein so hjartaleysan og perfidan hátt, sum Helena vartaði upp við í Suðuroy fríggjadagin, við einum einasta endamáli, at profilera seg sjálva til eitt stundandi val. Hon er sum geykurin, ið fer aftur eftir unganum, eftir at hann hevur vaksið seg stóran í reiðrinum hjá onkrum øðrum.

Ivaleyst hevði hon vunnið heimsmeistaraskapið í retoriskari stórsnirru, so væl sum tað eydnaðist henni at spola uttan um veruleikan undir hátíðarhaldinum har suðuri. Eg skal ongan heiður hava av hesum, politiskt var tað bara møguligt júst tá at fremja hesa útbúgvingarskipan á Tvøroyri, og blokkeringarnar í fullveldislandsstýrinum vóru ikki størri enn at tað vignaðist, og tað væl.

Við hesum fari eg eisini at ynskja føroyingum, og ikki minst suðuroyingum, hjartaliga tillukku við teimum fyrstu tíggju árunum hjá hesum góða skúla.