Heini spyr um veiðihagtøl og fiskaprís

2 February 2010
Skrivað hevur
Meiningar

1. Hevur landsstýrismaðurin nakrað ætlan um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap soleiðis, at vit kunnu prógva fyri fiskakeyparum, at vit fiska burðardygt?


2. Hvat ætlar landstýrismaðurin at gera, fyri at fáa lógina at virka eftir búðskaparligum fortreytum?


3. Ávirkanin av grunnleggjandi broyting í lógini, sum hendi, tá fiskiloyvini gjørdust galdandi í 10 ár, hevur nú gjørt so stóran skaða, serliga seinastu 3 árini, at spurningurin er, um tað vendist afur?


Viðmerkingar
Vísandi til skrivligan fyrispurning, løgtingsmál nr. 41/2008, verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum um fiskaprís herundir burðadygga veiðu.

Tá eg setti landsstýrismanninum omanfyrinevnda spurning, var tað fyri at prógva við álítandi veiðihagtølum, at føroyingar hava fiskað burðadygt, síðan lógin um vinnuligan fiskiskap kom í gildi 10. mars 1994, og vit fingu heilárs økisfriðingar januar sama ár.
Hetta er í hvussu er prógva í fyriliggjandi veiðitølum líka til ávirkanin av, at lógin var broytt 1997 soleiðis, at fiskiloyvini gjørdust galdandi í 10 ár.

Hetta gjørdi, at tann, lívfrøðliga og búskaparliga ætlanin við lógini sum varandi grundarlag undir føroyska búðskapinum var tikin úr lógini.


Á Løgtingi, 2. februar 2010

Heini O. Heinesen