Heilsuverkið

17 January 2008
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Vit vilja eisini virka fyri, at okkara fakfólk í heilsuverkinum fáa møguleika at arbeiða í altjóða toymum innan ávísu serøkini, og at heilsuverkið verður regluliga dygdarmett av altjóða stovnum. Eisini er umráðandi, at lóg um sjúklingatrygd og -rættindi verður sett í verk.

Og síðst, men ikki minst, er eitt av høvuðsmálum okkara, at uppvenjingarmiðstøð og uppvenjingartænasta heima hjá brúkarum fyri langtíðarsjúk verður skipað.

Nú mugu vit fara til verka. Ikki bara á pappírinum og í fjølmiðlunum, men í veruleikanum.


Annita á Fríðriksmørk,

www.tjodveldi.fo/annita