GóðiFrits. Hjartaliga tillukku við 75 ára degnum og við listabókini hjá Sprotanum.
"Oghetta er kjarnan í einum samfelag, sum vil vera ríkt, men eisini eydnuríkt: Viðat lata, fáa vit! Og við at lata, skapa vit vøkstur og ágóðar fyri samfelagiðog samanhald í felagsskapinum. Hetta Frits gjørdi er merkisvert. Og fyri slíkumgerðum veittrar Merkið."
Havi,sum eina heilsan á degnum, klipt brot úr røðu, eg helt í Mentanarhúsinum íFuglafirði á flaggdegnum 2016. Røðan hevði heitið “Merkisvert. Ein heilsan ogheiður til tey, sum ríka okkum við merkisverdum gerðum.” Brotini snúgva seg um yndismálningmín og um mentamannin Frits Johannesen.
---
Nú vit eru stødd her í Mentanarhúsinum í Fuglafirði ...
"Eindáni í, at listafólk fáa íblástur, tá bergtakandi og tignarlig fjøll møta tær,hvaðar enn eygað leitar, og hvar andin frá býarlívi og virksomnum hondum,rennur saman við friðsælari náttúru. Myndir frá ikki færri enn fýrafuglfirðingum prýða veggirnar har heima, og tað er ein greið yvirumboðan, sookkurt er, sum er serliga lokkandi her.
....
Hettaútsýnið er ikki lætt at kappast við. Og kortini hongur ein málningur í stovuni,sum altíð eydnast at fanga fremsta uppmerksemi frá gestum okkara. Einmálningur, sum fáur fer framvið uttan at geva honum gætur og jalig orð við ávegnum.
Ein selloleikandi kvinna, sitandi á toppinum á manninum í Mansgjógv uppi íBlábjørgum, við Manhattan spríkjandi úr skallabeininum, ímeðan vindeygustórbýarins speglast í andlitinum. Háhúsini vaksa úr dreymun tónleikarans, ogrenna eins og fossar omaneftir fjallasíðunum, ella rættari – eru sjálvirveggirnir í gjónni. Tónleikarinnan, sum situr omanvert Fuglafjørð, viðHúsafelli og Borgini í baksýni, er kortini stødd í New York. Var einaferð soheppin at ogna mær málningin á uppboðssølu hjá Javna.
Einkilistaverk, ið rakar so væl tann djúpa og inniliga tokka eg havi til hettalandið, tess fjøll, tess fólk, tess tónleikarar og listafólk, tess mentan, málog ja, gerandislív við smáum og størri. Samstundis, sum málingurin eins vælrakar henda æviga útlongsul og trongd at sleppa burtur av og á, at sleppa atuppliva aðrar mentanir, at koma burtur úr leiklutinum sum ein, ið øll kenna, oghvørva í stórbýarins vælsignandi anonymiteti, fjølbroytni og væntandisnævurskygni, sum tíverri av og á tekur hvørkratak um okkum her heima, ogforðar okkum at liva fult eftir egnum huga og evnum. Tí vit óttast kollektivufordømingina, ella ikki at vera væl við øll, ella at detta úr tapetinum ogsíggjast ella hoyrast ov væl – ella okkurt annað, sum flestu okkara munnu havakent í barmi so ella so gjøgnum lívið í hesum lítla, tó stóra samfelag.
.....
Tað var ikki av tilvild, at eg tók fram eitt listaverk hjá navnframa listamannitykkara, Frits Johannesen. Farna hóskvøld var, sum tit vita, stór uppboðssøla íReinsaríðnum í Havn. Frits vildi lata Sprotanum av sínum skaptu verkum, sumtøkk fyri ta stóru mentanarskapan Jonhard Mikkelsen og sprotafólkini hava latiðokkum øllum. Og fólk bjóðaðu sum galin. Guldu væl meira fyri listaverkini, enntey helst annars vildu gjørt – tí tey bæði vildu ogna sær ein vakran málning,men eisini lata sítt íkast til Sprotan og til listina. Allur innkomnipeningurin fer óskerdur til listafólk, so vit fara at síggja enn fleiri flottarbókapermur ballaðar um føroyskar bøkur. Og soleiðis gjørdust vit øll ríkari avgóðgerð hjá einum manni.
Og hetta er kjarnan í einum samfelag,sum vil vera ríkt, men eisini eydnuríkt: Við at lata fáa vit! Og við at lata,skapa vit vøkstur og ágóðar fyri samfelagið og samanhald í felagsskapinum.Hetta Frits gjørdi er merkisvert. Og fyri slíkum gerðum veittrar Merkið."
Hjartaligatillukku, og takk fyri alt, tú bert hesum landi og fólki, Frits. Blíðan byrframeftir!
Kærarheilsanir
Bjørt