Heidi Lava Elgeirsdóttir stillar upp fyri Tjóðveldi

24 July 2019
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

- Persónligt frælsi og føroyskar loysnir eru tað, sum eg fari at arbeiða fyri, sigur Heidi.

Tíðin er komin til eina nýggjaføroyska barsilsskipan. Eg haldi, at mammur og pápar skulu sjálvi gera av, nær,hvør og hvussu leingi tey fara í farloyvi. Eg eri sannførd um, at foreldur íFøroyum sjálvi vita, hvat er best fyri síni børn. Prinsipielt haldi eg, at vitskulu avtaka mammu- og pápakvotur, og tað fari eg at arbeiða fram ímóti, sigurHeidi Lava Elgeirsdóttir.

- Vit skulu gera føroyskarloysnir fyri føroyingar. Barsilsskipanin er bert eitt dømi um eina skipan, sumer komin frá okkara grannalondum. Saman kunnu vit sjálvandi gera nýggjar,føroyskar loysnir fyri okkum, sum rigga til okkara tíð og familjulív.

Tí stilli eg upp fyri Tjóðveldi.

Heidi er 30 ára gomul og býr á Argjum. Hon arbeiðir sum sølufólk,fríyrkisfjølmiðlafólk og er sjálvstøðug vinnurekandi.

Meira um sama evni

No items found.