Hava fólkapensjonistar meira ella minni um hendi nú eftir umleggingina?

10 February 2016
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Tað vil Annita á Fríðriksmørk hava at vita frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, tí setir hon munnligan fyrispurning um tað á tingfundinum í morgun

Munnligur fyrispurningur til Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi fólkapensjónistum1. Hava fólkapensjónistar meira ella minni um hendi nú eftir umleggingina?

2. Á leið hvussu stórur er munurin?

ViðmerkingarÓnøgdin við umleggingina av pensjónini, tá grundarupphæddin lækkaði og útgjaldið úr samhaldsfasta hækkaði, var rímiliga sjónlig áðrenn ársskiftið. Kortini helt samgongan fast, tí vit sóu, at tølini vístu, at serliga teir fólkapensjónistar, sum onga aðra pensjón høvdu, fóru at fáa meira útgoldið eftir umleggingina.

Nú er so umleggingin komin á skinnararnar, og fyrsta mánaðargjaldið er farið afturum.
Sjálv havi eg fingið rættiliga postivar afturmeldingar frá fólkapensjónistum, sum siga seg hava fingið meira um hendi nú enn áðrenn umleggingina.
Men eitt er, hvat man hoyrir, annað er, hvørji tølini eru, sum myndugleikarnir sita við. Tí er hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni.

Á Løgtingi, 9. februar 2016

Annita á Fríðriksmørk

Meira um sama evni

No items found.