Hugsaðu uttanríkisráðharrar og stjórnarleiðarar í øðrum framkomnum londum á sama hátt, varð stríðið móti neyð og fátækdømi tapt einaferð fyri allar.
“Hóast rákið er til høgru, eru hjørtuni til vinstru, tí eingin sleppur undan at verja okkara minstu”, sungu Frændir. Men hjartað hjá ABC situr ikki røttu megin, og tí er menningarhjálpin enn eitt dømi um, hvussu ábyrgdin fyri teim minstu og veikastu, verður slept. Og samgongan sleppur sær undan eini altjóða samábyrgd, tá hon góðtekur, at Jørgen Niclasen, við fullum stuðli frá løgmanni, skerjir føroysku menningarhjálpina við einum heilum triðingi. Hetta hóast Føroyar einans lata 3 milliónir kr, tað eru 3 promillu – ella 0,03% av okkara bruttutjóðarinntøku til menningarhjálp. Hetta er ein tíggjundapartur av tí, kreppurakta Ísland lat í fjør, og minni enn ein tjúgundapartur av tí, nærmastu grannalondini brúka til menningarhjálpsarbeiði. Uttanríkisráðharrin svaraði fríggjadagin undirritaðu uppá skrivligan fyrispurning um evnið (sí logting.fo – skrivligir fyrispurningar 6/2010).
Fíggjarhall eingin undanførsla
Høvðusgrundgevingin hjá Jørgen Niclasen fyri at spara ein triðing av menningarhjálpinini, er trupla fíggjarstøðan hjá ráðnum og landskassanum.
At hall er á fíggjarlógini er ein felags støða hjá flestøllum ídnaðarlondum í løtuni, og landsstýrið kann tí ikki nýta tað sum undanførslu fyri, at sleppa altjóða ábyrgd. At basa neyð og fátækdømi eigur at vera millum fremstu uttanríkispolitisku raðfestingar, tí hetta eru størstu hóttanirnar ímóti friði og búskaparvøkstri í heiminum. Menningarhjálp er ikki ein spurningur um at lata olmussu, men snýr seg um at skapa fyritreytir fyri, at tilafturskomin lond kunnu vaksa seg burturúr neyðini. Menningarhjálp er tí eisini ein karráur spurningur um at skapa stabilitet, byrgja upp fyri ov stórum fólkaflytingum og beinleiðis fyribyrgja ófriði og kríggi.
Veruleikafjarur uttanríkispolitikkur
Undirritaða spurdi m.a. “Hvør hevði avleiðingin verið fyri heimsins fátækastu, um øll onnur lond, sum lata menningarhjálp, høvdu valt at skorið hjálpina við einum triðingi?” JN svarar, at hetta er ein veruleikafjarur spurningur, og at raðfestingarnar hjá Føroyum (tíbetur!) onga ávirkan hava á politikkin hjá øðrum londum.
So eg kundi spurt uppaftur: Hvørja avleiðing hevði tað fingið fyri stríðið at basa neyð og fátækdømi um uttanríkisráðharrarnir í ídnaðarlondunum allir hugsaðu eins og JN? At uttanríkisráðharrin saman við løgmanni loyva sær Føroya vegna at raðfesta á henda hátt, elvir til spurningin: Er tað veruleikafjart at tosa um eitt føroyskt uttanríkisráð, sum tekur altjóða ábyrgd?
ST-Visjón 2015
Limalondini í ST trúgva framvegis uppá, at tað ber til at røkka ávegismálinum um, at í 2015 skal talið av teimum, sum svølta og liva undir fátækramarkinum vera komið niður í eina helvt. Fleiri lond, teirramillum USA, hava víst á, at menningarhjálp má vera fremsta uttanríkispolitiska raðfestingin. Og treytin fyri at røkka málinum er, at stjórnarleiðarar í hvørjum einasta av heimsins londum taka ábyrgd á seg. Ábyrgdini sum landsstýrið við raðfestingini í Uttanríkisráðnum greitt vísir umheiminum, at Føroyar undir verandi stjórn ikki eru til reiðar at taka.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna