Happing er ein stórur samfelagsligur trupulleiki.
Happing er eisini ein spurningur um læring, tí eitt barn, sum gongur í skúla og er offur fyri grovari happing, lærir ikki eins væl og hini, og gevur hetta umfatandi trupulleikar fyri tey í framtíðini, útbúgvingarliga og sosialt.
Tí er tað av lívsgrundliggjandi týdningi, at vit seta tiltøk í verk móti allari happing, tað veri seg frá næmingum móti næmingum, næmingum móti lærara ella lærara móti næmingi.
Royndir
Eg havi seinastu 5 árini arbeitt á Miðvágs-Sandavágs skúla í eini trivnaðarnevnd, sum arbeiðir aktivt við málum har happing av meiri og minni grovum slagi, verður framd móti einum menniskja.
Okkara royndir eru, at ein virkin bólkur, sum arbeiðir greitt við hesum máli, fær úrslit sum muna.
Betri trivnaður, betri umhvørvi í flokkinum og størri sjálvsvirði og sjálvsálit. Hetta gevur betri læring og betri próvúrslit.
Fólkaskúlalógin broytast
Fólkaskúlalógin má og skal tryggja allar næmingar móti happing og niðrandi viðferð, sum oyðileggur sjálvsvirðið, sjálvsfatan, sjálvsálit og lívstrivnaðin.
Fólkaskúlalógin skal broytast soleiðis, at ein grein áleggur øllum føroyskum fólkaskúlum at hava ein greitt orðaðan politikk móti happing.
Hetta er lívsneyðugt og er øllum samfelagnum at frama.
Petur Pólsson
Valevni Tjóðveldis
Petur Pólsson