Halló – er onkur inni??

7 January 2008
Skrivað hevur

Umhvørvið - veðurlagsbroytingar, at avmarka CO2-útlát og leggja um til varandi orku - er heitasta politiska sak kring heimin í løtuni. Men hóast heimspressan viðgerð tað dagliga og bæði Bill Clinton og Hans Blix hava verið her við júst hesum sama boðskapi, so er umhvørvið als ikki tema í føroyska valstríðnum. Tað kennist sum at sláa í eina dýnu at fáa reist hetta kjak.


Hetta hóast veðurlagsbroytingar sanniliga eisini ávirka okkum, og hóast høgir oljuprísir fara at gera tað sera trupult fyri bæði vinnuna og húsarhaldini í allar nærmastu framtíð. Vit mugu taka ábyrgd og kjakast um, hvussu vit:

- Leggja um til reina orku í vinnuni og húsarhaldum.
- Seta krøv um, at allir nýbygningar fylgja byggisamtyktum um orkunýtslu.
- Seta mál fyri umlegging frá dálkandi til varandi orku.
- Gerast partar av tilbúgving í Norðuratlantshavi.
- Hvussu vit flyta Føroyar yvir í lágorkubúskap.

Harumframt mugu vit binda okkum til altjóða sáttmálar og – ikki minst - vísa á Føroyar sum royndar- og granskingarøki fyri grønari tøkni og varandi orkukeldum.

Hetta snýr seg um kappingarførið hjá okkara vinnu. Hetta snýr seg um búskapin hjá landi okkara. Hetta snýr seg um vælferðina hjá tær, mær og børnum okkara!

Til forsíðuna: www.tjodveldi.fo/bjort

Meira frá sama høvundi

No items found.