Ávegis til Samveldisstatirnar vestanfyri hav var millumlent í høvuðsborg íslendinga, - Reykjavík. Var ikki heilt álvuligur, áðrenn jarnfuglurin hjá Atlantsflogi lendi, tí eg havi ikki verið í frændatjóðini síðani stóra skrædlið, tíðindastreymurin haðani hevur ikki verið mjúkur, og tí var hin innara visuella myndin vorðin í so grómut.
Tað er ikki gott at vita, um tað liggur í víkingablóðinum, men onkursvegna tykist tað, sum bæði føroyingar og íslendingar hava serlig evni til at fjala fíggjarkreppur fyri fremmandum. Bivreiðirnar aka sum tær plagdu, her er serstakliga snotuligt allastaðni og tá tú kemur í hóslag og prát við tey, ið fara labbandi eftir gongubreytunum, er alt sum tað altíð hevur verið. Sum ein hýruvognsførari segði: “Heldur megna enn falla !”, táið eg spurdi hann, hví teir í øllum trotanum høvdu framt hetta fantastiska bygningsverkið, sum Harpan er.
Tað stendur ein babýlonskur ráki frá hesum mentanarliga kastala, hann stóð í hálvum gekki, og bygginevndin sat sum vera man sum ryssa yvir deyðum fyli, men tvinnar vóru gøturnar, annaðhvørt at lata bygningin standa sum eina rúkandi toft, ólidnan, umboðandi fíggjarliga ræðuleikan, sum fór skúrandi um landi, ella at enda verkætlanina, sum eini boð til allan heimin um, at tjóðin ikki var givin á hondum. Mergurin helt. Stríggið verður, men hetta fólkið tykist vera evnað til úr góðum evnum.
Borgin er víð, men hin gamli býurin kring tjørnuna, Altingið og Austurvøll er ein ógvuliga sjarmerandi blettur. Í dag stendur Jón Sigurðsson líka fattur, sum hann plagar, sólin strálar í enni hansara og hummarasúpanin á Café Paris við einari Skallagrímsson í kjalarslóðini er ikki at forsmáa. Her er tann sami café-andin, sum tú hittir í øðrum metropolum. Fólk lesa bløðini, tey svarva um leyst og fast, eisini tingmenn ganga um strætini, helt meg eisini síggja í bollan á Øssuri Skarpheðinssyni, uttanríkisráðharra, og onkur er so djúpsindugur, at hann hevur hættað sær at kava niður í eina bók.
Hon var nakað tung í byrjanini, einar 20 blaðsíður, men so kom rættiliga glið á. Peruvianarin Mario Vargas Llosa hevur skrivað bókina “La fiesta del chivo”, og táið hon verður flutt yvir í føroyskt mál, fær hon helst heitið: “Veitslan hjá Bukkinum” heldur enn: “Bukkaveitlsan.” Llosa fekk Nobelvirðislønina í fjør, og hendan bókin er íblást av lívinum hjá einaræðisráðharranum, despotinum, Rafael Leonidas Trujillo, sum umvegis eitt hernaðarkvett tók valdið í Dominikanska Lýðveldinum í 1930 og varð sitandi hagartil aðrir hernaðaroddvitar í landinum skutu hann í 1961.
Meðan eg siti og fordjúpi meg í hesum, leypa brádliga accosiatiónir á meg um, hvussu tað var at ganga grýla, tá man var barn. Seinri hevur verið at hoyrt um grýluveitlsur fyri vaksin fólk. Eitt sum var týðandi, tað var at diffirentiera í brúkinum av grýluskortum. Møtti tú upp í grannalagnum í sama skorti tvey ár upp í slag, so var tað eyðvitað, at tær fjálgu grannakonurnar kendu teg aftur og spælið var spilt.
Brádliga fer hugurin at sveima. Kanska er tað valstríðið, sum aðrar politiskar orsakir hava flutt meg burturúr, sum gera, at eg eri farin at hugsa inni við meg sjálvan, um hvat kundi hent, um onkur flokkur gjørdi tað nýbrotið, at hann valdi at halda eina grýluveitslu fyri sínum tingmonnum. Eitt nú Javnaðarflokkurin. Fyri at fáa hin rætta karnival-stemningin í ballið, átti Aksel at lovað øllum at klætt seg út soleiðis, sum teirra politiski uniformur einaferð á karrieruslóðini hevði sæð út.
Eyðgunn kundi farið í ein Yasser Arafat skort við tí obligatoriska PLFP-turriklæðnum um hálsin, umboðandi falna felagsskapin Kommunistiskir Útisetar. Hans Pauli hevði tikið seg væl út, um hann fekk snikkað sær ein Leonid Iljitj Bresjnev skort til høvið – FS og Framamenninir vóru jú politiskt/religøst eiðsvornir í Sovjetkommunismuni og KommÚ´ararnir vóru teirra høvuðsfíggindi, teir vóru ikki nóg dogmatiskir, fylgdu ikki boðunum úr Kreml á sama blinda hátt, sum hin eldri felagsskapurin. Ein avleggari spírar nú brádliga upp í hinum lítla, hugnaliga og liberala blómubeðinum kring Framsókn. Aftur ein renegatur, - hevði onkur sagt.
Helena hevur stíl, men um hon megnar at snobba seg niður til eina politiska grýluveitslu, tað er annað mál. Kanska hin eksluderaði Lasse Klein eigur ein skort, sum kundi flutt hana aftur í veingjasúsið í Gamla Sjálvstýrinum. Katrin hevur ikki sama trupulleikan sum øll hini, hon var har og hevur altíð verið har, eisini áðrenn øll hini komu bóltandi úr ymsum heraðshornum. Skopuningurin, sum sigst hava verið organiseraður sambandsmaður í tveir mánaðir, eftir at javnaðarfólk høvdu valt hann á ting, kann verða jólamaður, um Aksel velur at hava festina stutt fyri jól. Tað er eitt krav, at hann hevur Bethania-harmonikuna við, annars fæst ikki alt at ganga í takt. Jóannes passar helst ikki í skótadraktina, sum hann, Tórður Jóansson og aðrir runnu í uppi í fjøllunum har suðuri og spældu skótaguerilla í Unga Tjóðveldinum, alternativið er, at hann fer í kaskettin og uniformin, sum havnarmeistarin í Oyndarfirði var í, táið kongur vitjaði bygdina á sinni. Andreas kundi farið í ein Henry Kissinger leikbúna, hann er kyrrari burturav og socialdemokratur av heitum hjarta. Tí verður hann ikki arbeiðsleysur í ballinum.
Størsta trupulleikan hevur hin politiskt/”calvinistiskt”-nýumvendi skemtarin. Skápið er á tremur við kostumum. Tað truplari er valið. Hvør tíðin skal umboðast í kvøld? Hvat er tað, eg vil signalera? Tíðin sum gamal sjálvstýrari, fólkafloksmaður, javnaðarmaður, tjóðveldismaður og aftur javnaðarmaður? Ja, ella intermezzo´ið í Framsókn? Hann kundi fingið onkran snilling at gjørt ein skort, sum líktist Poul. So kundi hann spælt, sum sat hann í einum bólki í nýggja flokkinum og tilevnaði hvør skattapolitikkurin hjá Framsókn skuldi vera í stevnuskránni, ella hann kundi leikt leikin, at hann rekrutteraði valevni til Mikkaflokkin, eitt nú kundi hann ringt til Gunnvør Balle og Kristinu Háfoss, og bøna tær um at svíkja tær frælsu Føroyar, á sama hátt sum hann sjálvur, fyri so kort síðani hevði gjørt tað, bara tí at ein løn, hann vildi hava, lá víðari opin í Javnaðarflokkinum heldur enn í Tjóðveldinum. Serliga eftir at Aksel datt um síni egnu bein, ella varð manipuleraður til tað, í spurninginum um dupultmandatini. Inkubatiónstíðin er longu farin, tímin er komin hartil, at eisini Aksel eigur at brynja seg við einum skottryggum vesti.
Brádliga ressist eg við á Austurvølli og hyggi upp í andlitið á frælsishetjuni Jón Sigurðssyni. Varnist, at eg onki havi lisið, meðan hesir merkiligu tankarnir komu á meg.
Politikkur er ikki ein grýluveitsla. Hann er djúpasti álvari – tað er har lunnarnir skulu leggjast, sum samfelagið skal dragast eftir í ókomnum døgum. Politikkur snýr seg um hugsjónir, samstarv, samskifti og vald. Bara ein greið hugsjón, frammanfyri okkum, saman við ideologiskt samansjóvaðum fólki, kann flyta samfelagið fram á leið. Eisini í samstarvi við onnur. At fara niður á Danating, fyri at varðveita og gøllhalda um heimastýriskuvøsuna, í yvirgevandi djúptøknum samstarvi við ringastu kolonialistarnar í Danmørk, Sosialdemokratarnar, tað verður ein vanlukka og dregur bara óvirðiliga tíðarlumman, hjá føroyingum í heimssamfelagnum, longur fram í tíðina.
Øll tit, sum bara hava hin minsta neistan í tykkum um einar frælsar Føroyar, vælsignaði farið á val í morgin, og setið ein kross við einasta veruliga tjóðskaparflokk Føroya – Tjóðveldi – listi E.
Washington DC, 14. september 2011 (65 ár eftir Fólkatkvøðuna, tá føroyingar valdu loysing frá dønum.)
Tórbjørn Jacobsen