Við okkara egnu grundlóg skulu fólkaræðisligu rættindi borgaranna tryggjast.
Í einum fólkaræðisligum samfelag hava allir borgarar atkvøðurætt. Har ið fólkaræði er, ræður meirlutin, men hugsar tó um áskoðanina hjá minnilutanum. Øll er líka fyri lógini, og øll hava frítt at skriva, tala og hugsa, tó innan lógarinnar karmar.
Vit mugu tryggja sjálvsavgerðarrætt føroyinga, ongantíð ov skjótt. Danmark letur alt meir vald til ES at umsita, og mugu vit tryggja okkum sum tjóð, at avgerðir ikki verða tiknar um okkara viðurskifti og rættindi, uttan at Føroya fólk fyrst verður spurt eftir hesum.
Somuleiðis skal grundlógin staðfesta, at alt tilfeingi er ogn Føroya fólks.
Okkara grundlóg skal ljóða eins hábærsliga eins og tær í grannalondum okkara:
Ísland: Ísland er lýveldi með thingbundinni stjórn
Danmark: Denne grundlov gælder for alle dele af Danmarks Rige.
Noreg: Kongeriget Norge er et frit, uafhængigt og udeleligt Rige. Dets Regjeringsform er indskrænket og arvelig-monarkisk
Svøríki: All offentlig makt i Sverige udgår från folket
Okkara stýrisskipan byrjar soleiðis: Í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum. Dómsvaldið er hjá dómsstólunum.
Arbeiðast skal fram ímóti, at vit hava fólkaatkvøðu um okkara grundlóg á heysti 2016