Vitvilja á Fólkatingi leggja dygga orku í altjóða samstarv um eina umhvørvisvinarligaog grøna framtíð. Vit vilja taka Heimsmálini hjá ST í størsta álvara, og ígóðum samstarvi virka fyri at røkka teimum. Heima sum úti.
Taðer gleðiligt, at umhvørvið og grøna orkuskiftið loksins eru komið ovast ábreddan í flestu londum kring okkum og aðrastaðni í heiminum við. Vónandiverður tað eisini so her heima, til løgtingsvalið komandi! Tað hevur tikið ár,alt ov mong ár. Men taka vit ES-valið, sum júst er lagt afturum, so hava eittfleirtal av flokkunum í Evropa vundið grøna flaggið í húnar hátt, og settveðurlagsbroytingar og grøna orku á dagsskránna. Tað kann vera ilt at trúgvapolitikarum og skilja ímillum heita luft og veruligan vilja, men eg ivist alsikki í, at hetta kemur at flyta nógv. Føroyar bæði kunnu og skulu vera við.
Fólkatingssessuriner ein av fleiri altjóða pallum, har vit skulu prógva, at vit í tøttumsamstarvi við onnur lond fylgja grønu kósini, og gjøgnumføra taðparadigmuskiftið, sum skal til, fyri at heimurin av álvara kann taka annaðskinn um bak.
Ímun til Heimsmálini hjá Sameindu Tjóðum, tosa vit her um mál 7 um burðardyggaorku, mál 12 um ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu, mál 13 um veðurlagspolitikk,málini 14 og 15 um burðardygd og vernd av margfeldi á landi og sjógvi, og ikkiminst mál 17, ið snýr seg um samstarv um Heimsmálini. Føroyar hava nógv atbjóða og kunnu ganga á odda í fleiri av hesum málum, hava vit ein felags vilja.
Spurningurinum at sleppa oljuni og leggja um til eitt samfelag, sum burturav er rikið viðgrønari orku, er sjálvandi eitt mál, ið skal setast fremst í okkara egnutjóðartingum – í okkara føri Løgtinginum. Flokkarnir her heima mugu taka støðutil spurningin, og mugu allir sum ein taka nógv djarvari og álvarsamariavgerðir enn higartil. Feel-good átøk og annars vera um tað lagið at gera, sumvit plaga, førir heilt einfalt ov stutt. Kósin er langt síðani løgd. Teytyngstu tøkini standa fyri framman.
Menskulu vit veruliga steðga veðurlagsbroytingunum, og gerast neutral í mun tilCO2 útlát, so er talan um eina felags altjóða uppgávu. At sleppa oljuni, tí vithava burðardygga grøna orku at seta í staðin, krevur tætt samstarv umframtfelags menning og býti av tøkni, vitan og royndum. Føroyar eru áhugaverdursamstarvspartnari her.
Vitstanda mitt í einum grundleggjandi mynsturlopi. Gamlar fyrimyndir oghugsanarhættir mugu blakast burtur, og nýggj setast í staðin. Tá vit tosa umvøkstur, vinning og framburð, skal náttúran og umhvørvisvernd vera ávágskálini. Altíð. Og veruligi prísurin skal vera sjónligur.
Tjóðveldiger í valskrá síni til Fólkatingsvalið greitt, at Føroyar eiga at verasjónligar í heiminum, tá um fólkaræði, mannarættindini og sjálvsavgerðarrættræður. Og at vit eiga at virka fyri burðardyggu heimsmálunum bæði heima og útií heimi – og her er fólkatingssessurin ein týdningarmikil pallur. Á Fólkatingivil Tjóðveldi leggja nógva orku í altjóða samstarv um eina umhvørvisvinarligafelags kós og eina grøna framtíð.
Viðgrønari kós, er framtíðin bjørt!
BjørtSamuelsen
Valevnitil Fólkatingið
Tjóðveldi