Grindalógin má endurskoðast

13 August 2015
Skrivað hevur
Óluva Klettskarð

Øll skipini hjá týska reiðarínum Aida hava avlýst sínar túrar á Norðhavnina í summar

Eftir ætlan skuldi Aida Luna og Aida Diva koma í september við ávíkavist 2.707 fólkum og 2.696 fólkum, og Aida Mar í oktober við 3.306 fólkum. Hesi skip hava avlýst sínar komur.

Reiðaríið Aida hevur havt samskifti við Kaj Leo Johannesen síðani 2013 um, at tey eru ímóti grindadrápi, og nýggja grindalógin gjørdi, at tey tóku endaliga stigið og avlýstu túrarnar til Føroya. Grundgevingin er, at tey ynskja at verja skipara og manning móti fráboðanarskylduni í nýggju grindalógini.

Talan er um yvir 6.000 ferðfólk og upp í móti 9.000 fólk við manningunum. Mistu inntøkurnar kemur Klaksvíkar Kommuna at merkja, og tær koma somuleiðis at merkjast væl í Norðoyggjum. Serliga Kunningarstovan og Klaksvíkar Havn hava í nógv ár lagt orku í at byggja upp og leggja stórt og virðismikið arbeiðið í hetta. So tað er sera spell hjá okkum.

Tí tykist tað merkiliga løgið, tá ein politikari ikki sær, at óhepnir partar eru í eini lóg og noktar at eftirmeta mistøk. Hetta má vera rættiliga frammarlaga hjá komandi løgtingi.

Óluva Klettskarð, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini hjá Klaksvíkar Kommunu og valevni fyri Tjóðveldi