Grein § 52a spurningur - um inntøkutrygdina

18 September 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Málið sigst vera loyst, men spurningurin ið stendur eftir er, hvussu tað er loyst í mun til lógargrundarlagið, tað verið seg lógirnar um minstuløn og dagstudning, mánaðarligan minstaforvinning og Stýrisskipanarlógina. Fyrispurningurin skal svarast skrivliga sambært Tingskipanini § 52a.

Spurningur:

• Hví broyttist meginprinsippið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, frá ikki at kunna gjalda út samsvarandi Stýrisskipanarlógini § 43, stk. 2, til tað diametralt øvuta, at skuldin til fiski- og útróðrarmenn kundi gjaldast út, hóast ongin heimild var í galdandi fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg tíansheldur í avgreiddum fíggjarnevndarskjali?

• Táið landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skrivar í tíðindaskrivi og á egnari heimasíðu, soleiðis: ”Landsstýrið hevur seinastu dagarnar viðgjørt útgjaldið í sambandi við inntøkutrygd fiskimanna. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur, saman við samgonguni, tikið avgerð um, at inntøkutrygdin verður goldin út eftir vanligu mannagongdini.”, hvørjum hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tá ítøkiliga tikið avgerðina saman við?

• Hvat liggur í orðunum í tíðindaskrivinum, at inntøkutrygdin nú skal gjaldast út eftir vanligu mannagongdini?

• Táið landsstýrið hevur viðgjørt málið í fleiri dagar, var løgmaður tá við í viðgerðini um útgjaldið, í sambandi við inntøkutrygd fiskimanna, og harafturat, var løgmaður við í avgerðini og hvørja støðu hevði løgmaður tá málið var avgjørt og avgreitt?

• Hvør heldur løgmaður hevur ábyrgdina av málinum, nú tað er avgreitt, í mun til lógargrundalagið sum nevnt er omanfyri?

• Hvør er samgongan og hvørjir eru løgfrøðingarnir hjá landsstýrinum og fíggjarmála-ráðnum, sum, sambært Útvarpi Føroya, hava mælt landsstýrismanninum í fiskivinnu-málum til at gjalda út inntøkutrygdina, hóast kontan á løgtingsfíggjarlógini var komin í trot, og eftir útgjaldið er yvirtrekt?

• Um løgmaður hevur tikið avgerðina um útgjaldið av inntøkutrygdini saman landsstýrismanninum fiskivinnumálum, hvussu ætlar hann eftirfylgjandi at útinna sín leiklut sum eftirlitsmyndugleiki, táið greinast og metast skal um, um landsstýrismaðurin hevur røkt sítt embætið á lógligan hátt?

• Hvat heldur løgmaður í heila taki um handfaringina av hesum málinum?

Viðmerkingar:

Drál, dólskni og óvanliga vánalig politisk handfaring eru orsøkirnar til, at føroyskir fiski- og útróðrarmenn komu í ta støðu, at inntøkutrygdin ikki varð goldin rættstundis og samsvarandi lógunum um minstuløn, dagstudning og mánaðarligan minstaforvinning.

Nú sigst málið vera loyst, í hvussu er samsvarandi fjølmiðlunum og heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum. Hóast landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum (kelda: Kringvarpið) við egnum orðum hevur garderað seg juridiskt og politiskt hjá løgfrøðingunum hjá landsstýrinum og Fíggjarmálaráðnum og í samgonguni annars, so er ongin fundarfrásøgn á heimasíðu løgmans (www.tinganes.fo) um tann landsstýrisfundin, har sjálv avgerðin skal vera tikin um málið. Tí veit ongin hvør var møttur á landsstýrisfundinum, og heldur ikki veit nakar, um málið var sett undir atkvøðugreiðslu, og tíansheldur hvat úrslitið av hesi atkvøðugreiðslu møguliga hevur verið.

Einasta greiningin, sum leikfólk og andstøða kunnu gera í málinum, er, at løgmaður er vorðin ein rættiliga sentralur leikari í avgerðini og avgreiðsluni av málinum um at gjalda út inntøkutrygdina, hóast kontan á fíggjarløgtingslógini 2009 var komin í trot og ongin heimild var í aðrari játtan og fíggjarnevndarskjalsamboðið, harumframt, als ikki hevur verið roynt í málinum.


Glyvrum, 18. september 2009

Tórbjørn Jacobsen