Góði veljari!

13 November 2007
Skrivað hevur

Góði veljari!

Altjóða samstarv er lykilin til øll portur út í heim. Altjóða samstarv er fyritreytin fyri framtíðar menningini av hesum samfelagnum.


Men tað liggja nógvar forðingar í tí at vera eitt hjáland heldur enn ein sjálvstøðug tjóð. Eitt nú sleppa vit ikki frítt at reka okkara egna uttanríkispolitikk, og tí er sera trupult at gerast nóg sjónlig úti í heimi.

Tjóðveldi fer á Fólkatingi at leggja stóra orku í at fáa allar forðingar av vegnum, soleiðis at okkara vinna kann kappast á jøvnum føti, og soleiðis at vit fáa fullan møguleika at luttaka í altjóða samstarvi um eitt nú gransking, mentan og útbúgvingar.

Í framtíðini skulu Føroyar og Danmark hava eitt tætt og gott samstarv – sum tvey sjálvstøðug lond. Samstundis sum vit skulu víðka okkara samstarv við onnur lond – ikki minst teir grannar, vit á vinnuliga økinum hava sera nógv til felags við, eitt nú Norra, Ísland og Skotland.

Í 2009 verða øll heimsins eygu vend móti Keypmannahavn, sum verður vertur fyri altjóða veðurlagsráðstevnu. Fólkatingsessurin skal eisini nýtast til at tryggja okkum, at vit eru sjónlig og virkin á altjóða ráðstevnuni – tað krevur sjálvandi, at vit taka nøkur stór tøk her heima fyrst.

Tjóðveldi fer á Fólkatingi at arbeiða miðvíst fyri at byggja upp sambandið og samstarvið við føroysku útisetarnar, so at teir verða partar av skapandi megini, sum mennir og nýskapar

okkara samfelag.

Lat okkum saman stíga inn í eina framtíð, har okkara land er sjónligt og tekur ábyrgd heima eins væl og heiman. Tað er ein bjørt framtíð!

Meira frá sama høvundi

No items found.