Gleðilig jól og eitt eydnuríkt og gevandi nýggjár

24 December 2015
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Jólahøgtíðin er, og ársskiftið stundar til. Tað er tíðin, tá vit á ein ella annan hátt steðga á eina løtu og gera eitt sindur upp yvir árið sum er við at halla.

Uttan at fara í smálutir, so hevur 2015 verið eitt hendingarríkt og gott ár. Eitt ár, har vit í Tjóðveldi komu afturíaftur, vunnu fólkatingsvalið og komu so væl frá løgtingsvalinum, at tað eydnaðist okkara fólkavaldu at telva okkum í samgongu.

Takk tit, sum gjørdu eitt megnar arbeiði fyri flokkin í árinum, sum brátt er farið.

Takk tit, sum stuðlaðu og valdu flokkin á fólkatingsvalinum og løgtingsvalinum.

Øllum ynskist eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt og gevandi nýggjár.

Meira um sama evni

No items found.