Gev mær vit og skil at taka røttu avgerðina!

26 April 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk


Góðu Skálafólk og góðu avbygdafólk,
”gev mær styrki at góðtaka, tað sum eg ikki kann broyta,
og dirvi at broyta tað, sum eg kann,
og vit og skil at taka røttu avgerðina”.

Hesi orðini hjá Frans Assisi eru so mikið universel, at tey hóast 1000 ár eftir deyða hansara framvegis verða endurgivin í fleiri lívsins viðurskiftum.


“Gev mær styrki at góðtaka tað, sum eg ikki kann broyta”, segði hann

Vilt tú broyta nakað – um tað so er í hjúnarbandinum, í familjuni, í bygdini ella í samfelagnum sum heild, so mást tú rokna við at hetta ynski um broytingar viðførir mótstøðu, ósemju og kanska stríð, - í øllum førum at byrja við, - til málið er búgvið til broyting. Men fyri at sleppa undan hesi mótstøðu, so lata vit ofta verða, og vit lata bara standa til.


Um vit flyta okkum 70 til 80 ár aftur í tíðina, so ber til við góðum vilja at skilja tey, sum ikki ynsktu, at farast skuldi yvir til Merkið. Man hevði jú yvirlivað fínt her á landið síðani Dannebrog datt av Himli, so hví skuldi man nú til at broyta tað, og at billa fólkið inn, at alt bleiv betri bara tí at mann skifti eitt flagg út við eitt annað, tað dugdi ikki.

Men tíbetur vóru tað tey, sum vóru framskygd, og sum høvdu dirvi at broyta støðuna, og sum arbeiddu fyri einum føroyskum flaggi. Og tíbetur var tað vit og skil, sum tók ta røttu avgerðina.

Í 1940 viðurkendu bretar MERKIÐ sum siglingarmerki á føroyskum skipum. Fyri at halda okkum til orðini hjá Assisi, kunnu vit spyrja, um tað so vóru bretar, sum høvdu vit og skil til at taka ta røttu avgerðina?

Ella var tað dirvi føroyinga, sum fyrst kom til sjóndar sjey ár seinni í 1947, táið flaggdagur varð hildin á fyrsta sinni.

Sum í so mongum øðrum seigum stríðum, so hevur flaggsøgan eisini nøkur áratíggju á baki við til dømis: uppskotum um flagg, við kjakið og politiskum ósemjum, um hetta nú var neyðugt, við ógvusligum rembingum og enntá bardøgum, um tað nú skuldi verða Dannebrog ella Merkið.

Stríðið, sum var um Merkið, er dømi um eina tjóð, sum hóast hon neyvan kann kalla seg multinationala, so rúmar hon eitt fólk við ymiskum lyndiseyðkennum, og við eini blanding av, at nøkur eru bráð og framskygd, og onnur varin og afturhaldin av lyndi. Tað bráða lyndið fær okkum frameftir – onkur heldur í so skjótt viðhvørt, meðan afturhaldni heldur aftur, og kann verða í so darvandi til tíðir. Men óansæð hvat lyndi vit hella okkum til, so liggur avjóðingin í at tryggja, at tað er vit og skil, sum stýrir javnvágini millum hesi bæði lyndiseyðkenni.


Og sum við so mongum øðrum stórhendingum hjá eini tjóð, sum m.a. viðurkenningin av flaggi okkara er dømi um,, so eru tað umstøður uttanifrá, sum eru við til at trýsta fram úrslit á tjóðskaparleið. Yvirtøkan av ráevnunum í undirgrundini eru eitt dømi, Merkið sum fekk vind í seglini orsakað av øðrum veraldarbardaga eitt annað.

Sjáldan kemur ein stórhending einsamøll. Soleiðis var heldur ikki við viðurkenningini av Merkinum. Um tað mundið tá ið flaggið varð viðurkent sum siglingarmerki okkara, fóru stórhendingar fram bæði herheima og úti í heimi. Vit høvdu júst flutt okkum úr einari heimsumfatandi búskaparkreppu inn í annan veraldarbardaga. Sum síðani var loyst av við stovnan av Sameindu Tjóða. Á heimliga frontinum fáa vit flaggið viðurkent, verða avbyrgd av krígsávum, siga ja til loysing, fáa heimastýri ístaðin, og nýggjur politiskur flokkur sá dagsins ljós.

Í dag kunnu vit fegnast um, at stríðið um Merkið var partur av hesum árunum, soleiðis at 1940´ni standa sum ein markamót ímillum flaggstríðið, sum var áðrenn 1940´ini og flaggsemjuna, sum hevur eyðkent felagsskapin síðani.

Øll vunnin rættindi byrja við einum seigum stríðíð, og tá ið tey so eru vunnin, vilja tey við tíðina, tá ongin hóttan er ímóti teimum, verða uppfatað sum ein sjálvfylgja. Einaferð, ja vit skulu bara 35 til 40 ár aftur í tíðina, tá var tað ein sjálvfylgja, at menn fingu hægri løn enn kvinnur fyri sama arbeiði. Í dag hevði hetta als ikki verið góðtikið. Tí hesi vunnu rættindi eru fyri okkum í dag ein sjálvfylgja.

Jú, mangt broytist á mansins ævi; nú um dagarnar hevði ein kanska lyndi til at halda, at tað vóru feministarnir í kvinnufelagnum í Havn ella í Demokratia, sum ynskti at størri javnstøða var umborð á føroysku fiskiskipunum, men hetta vóru hvørki feministar ella reyðsokkar, men sjálvur formaðurin í fiskimannafelagnum, sum meir ella minni mælti kvinnum til at søkja umborð á føroysku skipini, tí nú ásannaðu menninir umborð, at tað var mennandi fyri trivnaðin umborð, um bæði kynini mannaðu førini, og eisini fyri reinføri hjá mannfólki, tí at man kundi rokna við, at menninir umborð fóru at vaska sær meira, um teir dagliga skuldu sita við sama døgurðaborð saman við konufólki.

So skjótt kann tað, sum í gjár var óhoyrt, verða ein sjálvfylgja í morgin.

Umframt stríðið um flaggið, sum vunnin rættindi, er eisini at nevna føroyska málið. Tað er ein sjálvfylgja, at vit tosa føroyskt í dag, og at vit menna mál okkara stútt og støðugt. Hóast ósamd um stavraðið og um orðingarnar í føroyska heimsatlassinum, so eru vit samd um, at føroyskt skal verða okkara mál. Vit eru eisini samd um, at føroyskt skal verða okkara tjóðarmál, hóast tað framvegis ikki er viðurkent sum slíkt uttanfyri landoddarnar. Allar hesar semjur og vunnin rættindi eru ikki nøkur sjálvfylgja, men eiga at virðast og verjast m.a. við døgum sum hesum, har vit steðga á og minnast Merkið við virðing.

Taka vit oyggjabólkar kring okkum, sum vit áttu at kunna samanborið okkum við, so eru t.d. at nevnda Hebridurnar, Hetlandsoyggjarnar, og Orknoyggjar. Her er talan um oyggjasamfeløg, sum ikki megnaðu at varðveita sítt egna móðurmál, men taptu í stríðnum við enskt. Hesir grannar okkara og lagna teirra á tjóðskaparleið eru dømi um, at tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at tjóðskaparlig rættindi verða vunnin óansæð hvussu sjálvsøgd tey kunnu tykjast okkum, sum vunnu tey.

Hetta eru samfeløg sum øll hava eina sterka søgu, men hvørs mentan, mál og flagg mátti dvína fyri ávirkanini frá tí stóra og sterka grannanum. Og hvat so, kunnu vit spyrja, um vit hava okkara egna mál og mentan og okkara egna flagg? Kundu vit ikki tað sama yvirliva, um vit flaggaðu við Dannebrog ella Union Jack, og høvdu vit ikki tað sama kunna yvirliva, um vit tosaðu danskt ella enskt. Og svarið er jú, vit høvdu sanniliga yvirliva. Men um vit høvdu liva og um vit høvdu ment okkum sum tjóð, er ein annar spurningur. Høvdu vit havt ein búskaparvøkstur og fólkavøkstur og høvdu vit verið eitt modernað nýmótans samfelag við øllum teimum hentleikum sum eyðkanna eitt slíkt? Svarið er Nei, vit høvdu verið eitt avrit av Hebridunum, Hetlandsoyggjunum, og Orknoyggjunum. Orsøkin til at vit liva í Føroyum og ikki bara yvirliva, er tí at vit hava serligar røtur her, og serstakar kenslur fyri landið okkara, - og hesar kenslur og fosturlandsalskur ger seg galdandi óansæð politiskan lit, kyn, aldur, og hvat vit annars kunnu býta okkum upp í.

Her hava vit nakað at verða stolt av, eins og aðrar tjóðir hava sítt at verða stoltar av. Vit hava eina mentan, eitt mál, eitt flagg, og vit eru ein nýmótans tjóð, sum er staðsett í einum annars krevjandi veðurlagið og langt frá meginlandið skotin, Duga vit at gagnnýta hesa støðu okkara sum tjóð og sum land, so kunnu vit framhaldandi fáa gagn av at mennast í einum modernaðum samfelag í einum traditionellum umhvørvi. Tað er tað virksemi og lív, sum hvør einstakur av okkum skapar hvønn einasta dag her á landið, og tað er tað, sum skapar virðini her á landið.

Hyggja vit um kring okkum í heimsins londum í dag, so síggja vit at tað er ikki fólkatal, gróðrarlíkindi ella veðurlag, sum er avgerandi fyri um eitt samfelag, klárar seg ella ikki, um tað líður av hungri og fátækradømi ella um tað er vælsignað við vælferð. Tað er í nógv størri mun skipanirnar í landinum, søgan, støðan hjá grannalondunum osfr sum ger av um eitt land hepnast ella ikki.

Men áðrenn eg fatti mær ov nógv á og breggi mær ov nógv av, hvussu væl vit eru við í heimskappingini, so má eg í sama viðfangi viðganga og koma við einum hjartasuffi, at vit fara so lætt um tann veruleika, at føroyskt framvegis ikki er viðurkent sum tjóðarmál føroyinga. Hóast øll hini málini í Norðurlondum hava fingið hesa viðurkenning. Eisini grønlendskt fekk sína viðurkenning við sjálvsstýrislógini í 2009. Veit ikki hvørjum vit bíðja eftir. Onkur heldur kanska, at vit bíðja eftir Godot. Heimskendi sjónleikurin, sum var sýndur fram á palli í Tjóðpalli Føroya fyri stuttum lýsti universala lyndi í okkum menniskju, um hvussu vit bara lata tíðina fara avstað, hóast vit sjálvi ikki koma úr stað. Vit lata bara árini ganga og til síðst so sita við ellismunnan og líta afturá tíðina, sum fór.

---

Tey flestu siga, at tey hava tað gott, tá ið tey verða spurd. Hinvegin, so vísti ein donsk kanning, sum var gjørd á ellisheimum, at 95 % av teimum gomlu, sum búðu har vóru ónøgd við tað, sum tey høvdu brúkt lívið til. Tey høvdu yvirlivað gamaní, men tey høvdu ikki fingið uppí lag at liva. Árini vóru bara farin framvið, og alt sum tey høvdu droymt um, var gloppið teimum av hondum. Dagur var dottin av degi, og áðrenn tey vistu av, vóru tey gomul og óhjálpin, og nú var ov seint at taka av teimum avbjóðingum, sum lívið hevði boðið teimum.

Men umframt hesi 95% sum vóru ónøgd, vóru so hini 5%íni, sum vóru nøgd, tey høvdu liva lívið og tikið teir kjansir sum komu framvið, og sum høvdu sett kulør á tilveruna og ríka teimum innihaldið.

Tey vóru glað og hvíldu vælnøgd sítt síðsta vers.

Um vit kunnu umseta hesa donsku kanning til føroysk viðurskifti, veit eg ikki heilt. Tað velst óivað um okkara mentan, og tað føroyska lyndi. Hava vit lyndi til at yppa øksl, og vænta vit, at tað gongur nokk. Hava vit lyndi til at bíðja? og lata vit bara árini fara framvið.

Ella er tað kanska júst styrkin í okkum menniskju, at vit duga at síggja tað vakra, sum er í nánd, heldur enn bara at droyma um fjarskotin lond. Vit hava jú familjuna, børnini, makan, persónliga frælsið, og kærleikan til næstan, og frá næstanum, og Guds fríu náttúru, sum vit untust at vaksa upp í. Tað krevur jú eisini styrki at góðtaka ávísar støður, sigur Frans Assisi. Men leggur hann afturat, tær sum tú ikki kanst broyta.

Men, hann sigur eisini, at vilja vit broytingar, so krevur tað dirvi at broyta.


Eru vit eydnusom yvir tað arbeiði vit gera á arbeiðsmarknaðinum og í heimi okkara? Eru vit nøgd við tað samkomulív og kirkjulív vit eru partur av? Eru vit nøgd við okkara útbúgvingarstøði og frítíðarlív, hava vit ferðast til tey støð vit droymdu um sum par ella sum familja. Kunnu vit siga ja til hasar spurningar, so er tað fantastiskt, og so enda vit nokk millum tey 5 % á ellisheiminum, tá ið tann stundin kemur. ‘

Men siga vit nei til hasar spurningarnar, so krevur tað dirvi til at broyta okkurt av hesum, sum vit kunnu broyta. Tað er onkuntíð best at góðtaka støðuna,sum hon er, og til aðrar tíðir er tað skilagott at broyta okkurt. Men óansæð um vit velja at góðaka ella velja at broyta so krevur tað avgjørt vit og skil til at taka røttu avgerðina.

---

Hans Andrias Djurhuus valdi at yrkja Merkinum til heiðurs eitt ynski um, at “Har ið merkini veittra veittri eisini mítt”, Men nú 71 ár eftir góðkenningina av Merkinum sum siglingarmerki okkara, veittrar tað framvegis ikki har, ið hini merkini veittra. Vit eru óivað ósamd, um hetta skal verða so ella ikki. Men Assisi biður um styrki til at góðtaka tað, sum ikki kann broytast, og dirvi at broyta tað, sum kann broytast. Má okkara vón verða, at tað er vit og skil, sum hjálpir okkum at taka ta røttu avgerðina. Sleppir vit og skil at ráða, so er í lagi at bíðja,, men bíðja vit eftir Godot, so er tað líkasælan, sum ræður, og tað er minni gott.

Tí eiga vit ein dag sum í dag at fegnast um tað, sum savnar okkum, og minnast forfedrar okkara við virðing, og má vón okkara verða at eins og vit minnast forfedrar okkara við virðing, so fara eftirkomarar okkara at minnast okkum við virðing, tá ið teir um nøkur ár fara at syngja “ Har ið merkini veittra veittri eisini mítt” tí hesa støðuna tryggjaði okkara vit og skil, at teir kundu syngja við virðing.


Túsund takk fyri tit sum lýddu á, og takk til fyriskipararnar.
Góðan flaggdag øll somul og framhaldandi gleðiligar páskir.