Gallup: Fýra teir størstu fáa 7 tinglimir hvør
Ein spillfesk veljarakanning hjá Gallup vísir, at fýra teir størstu flokkarnir á tingi høvdu verið ógvuliga javnir, var løgtingsval nú.
Fólkaflokkurin fær 22,3 prosent, Sambandsflokkurin 21,1 prosent, Javnaðarflokkurin 21 prosent og Tjóðveldi 20,6 prosent. Tað gevur 7 tinglimir hvør.
Samanborið við seinasta val gongur Fólkaflokkurin 3,4 prosentstig fram, og Sambandsflokkurin vinnur 2,4 prosentstig. Javnaðarflokkurin gongur 4,1 prosentstig aftur. Tjóðveldi stendur at kalla í stað og missir 0,1 prosentstig.
Sjálvstýri fær í kanningini 3,2 prosent og missir ein tinglim. Miðflokkurin fær 5 prosent og varðveitir sínar tveir tinglimir. Framsókn fær 6,9 prosent og varðveitir eisini sínar tveir tinglimir.
Sambært kanningini hevði andstøðan fingið 17 tinglimir og samgongan 16, var val nú.
Gallup hevur gjørt kaningina fyri Tjóðveldi á fólkatingi.
Grundarlag
- Frágreiðingin er grundað á telefonkanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt í tíðarskeiðnum 27. juni – 16. juli 2018.
- 538 tilvildarliga útvaldir respondentar 18 ár og eldri hava svarað kanningini.
- Tey eru øll navnleys.
- Svarini eru vektað við atliti til kyns-, aldurs- og fólkabýtið kring Føroyar sum heild.
Herundir sært óvissan við 538 svarpersónum, sum er talið af persónum í hesi kanning, ið hava svarað øllum spurningunum.
Svarpartur í %5 ella 9510 ella 9015 ella 8520 ella 8025 ella 7530 ella 7035 ella 6540 ella 6045 ella 5550Óvissa í +/-%1,82,53,03,43,73,94,04,14,24,2
Gongdin síðan seinasta løgtingsval, sep. 2015ÚrslitBýtið í %Munursep 2015Fólkaflokkurin22,3+ 3,418,9Sambandsflokkurin21,1+ 2,418,7Javnaðarflokkurin21,0÷ 4,125,1Sjálvstýri3,2÷ 0,84,0Tjóðveldi20,6÷ 0,120,7Miðflokkurin5,0÷ 0,55,5Framsókn6,9 0,06,9TingsessirBýtið av 33 sessumMunursep 2015Fólkaflokkurin7+ 16Sambandsflokkurin7+ 16Javnaðarflokkurin7÷ 18Sjálvstýri1÷ 12Tjóðveldi7–7Miðflokkurin2–2Framsókn2–2
