Spurningar:
· Heldur landsstýrismaðurin, at rikni vinnupolitikkurin er eggjandi fyri hugin hjá útlendskum kapitali at vága sín pening í føroyskum vinnulívi?
· Var Vinnumálaráðið ikki umboðað í nýggjastu royndini at virka fyri at fáa útlendskan kapital til landið, ella vóru umboðini fyri Íverksetarahúsið í Klaksvík einastu umboðini fyri Føroyar í hesi herferðini?
· Ætlar landsstýrismaðurin at gera nakað fyri at stabilisera vinnupolitisku signalini frá samgonguni, táið ein megintreyt fyri møguligum áhuga hjá útlendskum kapitali fyri ílegging í Føroyum er politiskur, og serliga vinnupolitiskur, stabilitetur?
Viðmerking:
Tað ber sum kunnugt illa til at blása, samstundis sum ein hevur mjøl í munninum. Sambært Sosialinum í vikuskiftinum hava tvey umboð fyri Íverksetarahúsið í Klaksvík verið uttanlands í eini roynd at fáa til vega útlendskan kapital við serligum atliti til føroyskar íverksetarar. Hetta hendir samstundis, sum vinnupolitikkurin í landinum kennist meira órógvandi enn í undanfarnum árum.
Vanliga verður sagt, at politiskur stabilitetur er megintreytin fyri álitinum hjá kapitali, og serliga útlendskum kapitali, fyri ílegging í einum landi.
Síðani hendan samgongan kom sær til valdið, fyri ári síðani, kunnu burturúr rúgvuni nevnast hesir staklutir:
· Bara tí, at alivinnan samlað hevði eitt rímiligt roknskaparár í 2008, fer landsstýrið eftir hesi vinnu, og áleggur henni í 2010 at gjalda 12 mió. kr. í víddargjaldi.
· Tollpolitikkurin mótvegis føroyskari flogvinnu verður brádliga broyttur, og soleiðis broytast fíggjarligu fyritreytirnar hjá einum keypsskálaskrásettum felag.
· Sjonglerað verður við partafelagsskattinum hjá fíggjarstovnum, og ein brádlig broyting í prosentsatsinum úr 18 upp í 27% eftir einum ári, kann bara styggja møguligar íleggjarar burtur.
· Politisk signal eru send flogvinnuni til og úr Føroyum, at hon frameftir skal gjalda meira fyri at gera nýtslu av flogvøllinum í Vágum, og kemst hetta í stóran mun av eini skjótt vaksandi umsiting av flogvøllinum sjálvum.
· Politiski formaðurin í einum av stjórnarflokkunum fer í einum sjálvsnøktanarstunti, í óðum verkum út í fjølmiðlarnar, og boðar frá fundamentalt broyttum virkisfyritreytum hjá keypsskálaskrásetta felagnum, sum í løtuni røkir einastu flogleiðina millum Føroyar og útlond. At løgmaður yvirhálar viðkomandi í yvirbjóðingini ger ikki støðuna betri.
Hetta er bara lítil partur av tí, sum heilt víst hevur verið til bága fyri fíggjarílegging í Føroyum, og sum heilt víst ger uppgávuna hjá hugaða valaliðnum, sum var umboðað á “Iværk09”, truplari enn neyðugt.
Glyvrum, 15. September 2009
Tórbjørn Jacobsen