1) Er nakað óregluligt farið fram í Vinnuframagrunninum, og um so er, hvørjar avleiðingar ætlar landsstýrismaðurin, at tað skal fáa?
2) Skal íverksetaradepilin Kleking niðurleggjast, og um so er, skal nakar annar røkja tær vinnumennandi uppgávur, sum Kleking hevur røkt?
3) Er nakar samanhangur ímillum tað, at Kleking ikki longur hoyrir til landsstýrismannin í vinnumálum, og so tað, at Vinnuframagrunnurin ikki longur tykist ætla at stuðla verkætlanum undir Kleking?
4) Metir landsstýrismaðurin at nýggi nevndarformaðurin hjá Vinnuframagrunninum er fult gegnigur í mun til starvið sum nevndarformaður?
Viðmerkingar
Ad 1) Ørkymlandi tíðindi eru seinastu tíðina komin fram í fjølmiðlunum um sambond millum fyritøkur og persónar, sum hava fingið stuðul úr grunninum og um fyrrverandi stjóran í Samviti.
Søgurnar koma fram í kjalarvørrinum av tíðindaskrivi frá nýggju nevndini í Vinnuframagrunninum, har tað við innballaðum orðum verður sagt, at nú skal ruddast upp.
Sama dag, sum Dimma koyrir eina søgu um eigara- og persónssambond millum Bitland og fyritøkurnar, sum eru knýttar at almenna íverksetaradeplinum Kleking, byrjar í Kringvarpinum ein framhaldssøga, sum hongur fyrrverandi stjóran í Samviti út. Uttan mun til hvat er rætt og skeivt í hesum søgum, so kennist tað undrunarvert, at so álvarsamar ákærur koma alment fram, uttan at landsstýrismaðurin tykist flættast við málið. Er nakað óregluligt farið fram, má landsstýrismaðurin syrgja fyri, at tað greitt kemur fyri ein dag, og at tað fær fylgir.
2) Umlegging tykist verða gjørd í skipanini av Vinnuframagrunninum, har eitt nú verkætlanir, ið hava tilknýti til Kleking, møguliga ikki longur fáa stuðul. Men einki hevur verið at frætt um, hvørt Klekingardepilin skal niðurleggjast. Í tíðindaskrivinum frá nýggju nevndini í Vinnuframagrunninum stendur “at tað nú ber til hjá íverksetarum við stuðli frá Vinnuframagrunninum at virka kring alt landið”.
Hetta kann geva eina fatan av, at ikki hevur borið til at fáa stuðul úr Vinnuframagrunninum,var vinnuátakið ikki gróðursett í Havn. Nakað sum sjálvandi ikki er rætt.
Helst verður í tíðindaskrivinum sipað til skipanina við Kleking, sum ávísar íverksetarafyritøkur eru knýttar at. Kleking, er gjørt eftir sama leisti sum “inkubatorskipanir” í øðrum londum. Hugsanin er at hjálpa nýggjum vinnum, sum hava eitt altjóða potentiali í gongd, og hesar fyritøkur hava havt tilboð um at nýta felags kontórhøli og/ella fáa ráðgeving frá Kleking. Kleking, ið er eitt alment átak, nýtist ikki at hava nakað við privatu fyritøkuna Bitland at gera.
Ad3)
Tá Samvit varð langt undir Uttanríkisráðið, var Kleking heldur ikki longur partur av ábyrgdini hjá landsstýrismanninum í Vinnumálum. Hesin parturin av vinnumenning liggur nú undir Uttanríkisráðnum. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum umsitur hinvegin framvegis Vinnuframagrunnin, ið hevur veitt stuðul til fleiri av spírandi fyritøkunum undir Kleking.
Ógreitt er í løtuni um ætlanin hjá landsstýrinum er at lata Kleking fara fyri bakka, ella um skipanin skal leggjast til onnur at reka. Hetta eigur landsstýrismaðurin at kunna Løgtingið um.
Ad 4)
Tað er ein sannroynd, at nýggi formaðurin í Vinnuframagrunninum, ið annars er kendur sum ein dugnaligur íverkseti, hevur tøtt sambond til Íverksetarahúsið í Klaksvík, har hann var nevndarlimur inntil hann tók við starvinum sum formaður í Vinnuframagrunninum. Hann hevur eisini politisk bond til nevndarforkvinnuna í Íverksetarahúsinum, ið er forkvinna í Havnar Framburðsfelag. Somuleiðis er formaðurin skrivari hjá Fólkaflokkinum, og harvið politiskur sparrari hjá landsstýrismanninum í Uttanríkismálum, ið jú sum kunnugt tók avgerð um brádliga at niðurleggja Samvit.
Bæði Íverksetarahúsið og Kleking eru natúrligir umsøkjarar til pening úr Vinnuframagrunninum. Tá avgerðir verða tiknar um stuðul til ymiskar verkætlanir, og um framtíðina hjá Kleking. er tað sjálvandi av stórum týdningi at tað ikki kann setast spurnartekin við gegni hjá teimum, sum taka so týdningarmiklar avgerðir.
Generelt:
Sum eygleiðari tykist alt økið “menning av nýggjum vinnumøguleikum og íverksetan” í løtuni at vera ógreitt skipað. Samvit, ið varð ein stórur stovnur, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum kundi nýta til vinnumenning burturav, hvarv innundir Uttanríkisráðið. Síðani stendur Klekingardepilin møguliga fyri tørni. Hetta kann ganga útyvir verkætlanir, sum hava eitt potentiali í mun til framtíðar vinnumøguleikar í Føroyum.
Tað er sera umráðandi, at landsstýrismaðurin greiður Løgtinginum frá, hvat tað er hann ætlar á hesum øki, soleiðis at Løgtingið ikki skal byggja sína vitan á meira og minni tilvildarligar fjølmiðlareportargur.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna