Spurningur:
Hvør er orsøkin til óvanliga drálið, í mun til tær játtanir Løgtingið hevur veitt til verkætlanir í undirstøðukervinum, eitt nú í Skálafirði, Leirvík, Rituvík o.s.fr., og nær kann væntast at landsstýrismaðurin Annika Olsen fer at fylgja tingsins vilja, og fyrsti spakin verður settur í svørðin? Hvussu nógv er brúkt av samlaðu játtanini til nýgerð av landsvegum í 2009 og hvussu nógv er brúkt av einstøku játtanunum, t.d. í Skálafirði, Leirvík, Rituvík o.s.fr.?
Viðmerkingar:
Fyri sløkum 9 mánaðum síðani samdist fíggjarnevndin um at játta 92,4 mió. kr. til nýgerð av landsvegum við C-átekning, tvs., at játtaninar ikki kundu flytast ímillum verkætlaninar uttan so, at tingið tók eina nýggja avgerð um málið/ini. Beint fyri jól atkvøddu 31 tingmenn fyri og 2 atkvøddu ímóti (Sjálvstýrisflokkurin) hesi raðfesting.
Nú veit eg ikki hvussu tað hevur vignast kring landið hesum viðvíkjandi, men í Eysturoy hevur tað ikki gingið um fliðuna hjá landsstýrismanninum og hansara fólki. Nú slakar níggju mánaðir seinri er spaki ikki settur í svørðin hvørki í Skálafirði, Leirvík, Rituvík ella í Runavík. Upprunaligu játtaninar til hesar verkætlanir vóru ávikavíst 10, 20, 2 og 2 mió. kr.
Miðskeiðis í mai mánaða hendi ein broyting umvegis eina eykajáttanarlóg. Hildið varð ikki, at landsverksstovnurin megnaði at brúka omanfyrinevndu játtanir, og tí kom eitt nýtt tilmæli frá Innlendismálaráðnum. Ein stórur meiriluti í fíggjarnevndini broytti uppskotið nakað væl, og fekk tingsins undirtøku fyri, at omanfyrinevndu verkætlanir vórðu raðfestar tað ið eftir var av árinum soleiðis: Skálafjørður (5 mió. kr.), Leirvík (11 mió. kr.), Rituvík (5 mió. kr.) og Runavík (0 mió. kr.)
Nú ein góður fjórðingur er eftir av árinum, er onki hent yvirhøvur, absolutt onki. Hetta tykist margháttligt, táið tað var ógvuliga umráðandi fyri politisku skipanina at gera íløgur í samferðslukervið í hesum árinum, fyri at fáa so nógvar vinnuførar hendur í arbeiði sum gjørligt. Landsstýrismaðurin Annika Olsen má hava óvanliga góðar grundgevingar fyri, hví hon hevur valt ikki at fylgja tingsins vilja, sum var somikið ítøkiligur, at allar hesar umrøddu játtanir vórðu C-áteknaðar.
Glyvrum, 6. september 2009-09-06
Tórbjørn Jacobsen