Fyrispurningur um inntøkutrygdina

11 September 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Spurningur:


• Tá landsstýrismaðurin longu tíðliga í vár vitsti at játtanin til inntøkutrygdina fór at koma í trot í verandi fíggjarári, hví hevur hann tá ikki gjørt vart við seg mótvegis tinginum við eini eykajáttan ella við fíggjarnevndarskjali, soleiðis at fiskimenn kundu verða fíggjarliga skaðaleysir mótvegis lógini, sum goldið verður út eftir?

• Hví kom landsstýrismaðurin ikki í tingið við eini eykajáttanarumbøn, táið hendan tingsetan byrjaði á Ólavsvøku?

• Ætlar landsstýrismaðurin at loysa og avgreiða málið við fíggjarnevndarskjali?

Viðmerkingar:
Játtanin til almennu inntøkutrygdina er komin í trot, og tí er Lønjavningarstovan givin við útgjaldingum sínum í mun til hesa trygd, sum tær almennu Føroyar í lóg hava ásett, sum eina fíggjarliga verju hjá fiskimonnum okkara, mynstraðir við føroyskum skipum. Longu tíðliga í vár vitsti landsstýrismaðurin, at hetta fór at henda seinri á árinum. Tá ein eykajáttanarlóg var løgd fram í vár, var trupulleikin als ikki nevndur í lógaruppskotinum, og táið verandi tingseta byrjaði, á Ólavsvøku, var aftur høvi, at gera nakað við trupulleikan, annaðhvørt við eykajáttanarumbøn ella í fíggjarnevndarskjali. Onki hendi tó fyrrenn nú, vikur eftir at gjaldingarnar fyri inntøkutrygd er steðgaðar. Eftir øllum at døma fer Landsstýrið at leggja fram á ting eina eykajáttanarlóg í næstu viku, har heitt verður á Løgtingið, um at veita neyðugu játtanina. Vanliga liggur eitt mál sum hetta í tinginum í einar 4-6 vikur, harvið koma mangir av okkara fiskimonnum at hava gingið hýruleysir í 2-3 mánaðir, táið eykajáttanarlógin umsíðir verður avgreidd, - einaferð um mánaðarskiftið oktober/november.

Undanførslurnar hjá landsstýrismanninum, á tingi og í fjølmiðlum um, at fiskimenn eru so vanir við at bíða eftir hýrunum, og tí man hetta fara at laga seg, er stór vanvirðing fyri teimum, sum balast á sjónum. Ein útsøgn sum ger hesa stætt til annan floks borgarar í mun til landsins lógir. Tori at siga, at ongin annar bólkur í samfelagnum hevði verið viðfarin á henda hátt almennum útgjaldinugm viðvíkjandi sambært lóg og sáttmálum.

Halda løgfrøðingarnir, at málið kann avgreiðast við einum fíggjarnevndarskjalið í fíggjarnevndini, eigur máið at vera avgreitt á henda hátt skjótast gjørligt, um drálið og dólsknið hjá landsstýrismanninum ikki longu hevur róð ov nógv upp ímóti tulkingini av § 44, stk. 2. í Stýrisskipanarlógini.

Glyvrum, 11. september 2009
Tórbjørn Jacobsen