Fyrispurningur um CTD

6 August 2009
Skrivað hevur

Skrivligur fyrispurningur til Aksel V. Johannesen um møguleikan at gera ílegu-kanningar fyri CTD á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni


1. Hava landsstýrismaðurin og Heilsumálaráðið umhugsað at lata kanningarstovuna hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni gera kanningarnar fyri CTD?

2. Um ikki, kann landsstýrismaðurin greiða frá hví?

3. Er landsstýrismaðurin samdur í, at hetta kann vera lættasta og bíligasta loysnin á trupulleikanum at fáa kannað føroyingar fyri CTD?

Álvarsama sjúkan Carnitin transportør defekt, CTD, hevur verið nógv frammi í seinastuni.

Í fjør vár setti undirritaða táverandi landsstýrismanni í heilsumálum spurningar um hesa og aðrar arviligar sjúkur, millum annað, hvat ætlanin var at gera til tess at finna teir føroyingarnar, sum ganga við sjúkuni uttan at vita tað, og eru í vanda fyri at brádliga at smella um.

Sum er, verða blóðroyndir sendar til Danmarkar til kanningar, og kostar hettar fleiri túsund krónur fyri hvørja roynd. Prísir frá 3000 kr til 7500 kr hava verið nevndir. Eisini hevur verið frammi at kanningarnar kunnu gerast munandi bíligari í Týsklandi, ella aðrastaðni í Danmark.

Men, lættast og bíligast mátti verið at gjørt kanningarnar í Føroyum. Forvitnisligt er at frætta, hví hetta ikki hevur verið frammi í kjakinum.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur, so vítt undirritaða hevur fingið upplýst, bæði røttu útgerðina og fakliga førleikan at gera slíkar kanningar. Kanningin fyri virusið H1N1 verða longu gjørdar á kanningarstovuni hjá HFS, og hóast hetta er heilt onnur sjúka, so er talan um neyvt somu útgerð.

Kanningarstovan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er akkrediterað, og arbeiðir sostatt eftir altjóða krøvum og standardum við sonevndum PCR-kanningum. Hetta er útgerð, sum eisini kann nýtast at finna ílegu-brek, sum CTD.

Undirritaða sær fyri sær, at tað átti at borið til á kanningarstovuni hjá HFS bæði skjótt og væl gjørt tær neyðugu kanningarnar fyri ein heilt sámiligan prís – væntandi nakrar fáar hundrakrónuseðlar.

Bjørt Samuelsen
tingkvinna

Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.