- Arbeiðir landsstýrið við ætlanum um at stuðla privatiseraða børsskrásetta felagnum Atlantic Airways?
- Arbeiðir landsstýrið við nøkrum ætlanum at tjóðartaka felagið?
- Hvussu nógv metir løgmaður at ein møguligur stuðul kann koma at kosta landskassanum?
- Hvussu fer ein stuðulsskipan at ávirka møguleikarnar hjá Føroyum at gerast partur av evropiska loftferðslupakkanum?
Viðmerkingar
Øll ynskja vit bíligari ferðaseðlar til og úr Føroyum, og eingin ivi er um, at tað hevði skapt framburð.
Tað reisir nakrar nokk so álvarsamar spurningar, tá Føroya løgmaður alment sigur, at hann vil arbeiða fyri almennum stuðli, soleiðis at føroyingar kunnu flúgva bíligari.
Undir fyrru ABC-samgonguni varð Atlantsflog privatiserað, og er sostatt ikki longur nakað alment felag, men eitt børsskrásett privat felag – har tað almenna er høvuðspartaeigari.
Í longri tíð hevur verið arbeitt við at Føroyar kunnu gerast partar av sonevnda evropiska loftferðslupakkanum. Um tað almenna fer inn og letur stóran stuðul til eitt børsskrásett partafelag, so er tað neyvan í trá við reglurnar um javnar kappingartreytir í evropiska loftferðslusamstarvinum.
Skal ferðaseðlaprísurin niður í 1000 kr, sum løgmaður hevur nevnt, so tosa vit um stuðul uppá nógvar tíggjutals milliónir, og tá er áhugavert at fáa at vita um tað liggur í kortunum at felagið skal ognartakast, ella um landsstýrið ætlar at stuðla privatum børsskrásettum partafelagnum.