Fyrispurningur til landsstýrimannin í fíggjarmálum Jóannes Ejdesgaard

15 August 2009
Skrivað hevur
Páll á Reynatúgvu

Hvussu nógvar løgukrónur eru játtaðar íalt seinastu 5 árini?

2) Hvussu nógvar løgukrónur eru nýttar hesi árini?

3) Hvussu eru løgukrónurnar játtaðar, býtt á gomlu valdømini?

4) Hvussu eru løgukrónurnar nýttar, býtt á gomlu valdømini?

5) Hvussu nógvar løgukrónur hjá almennum partafeløgum, eru nýttar hesi árini, býtt á gomlu valdømini?

6) Hvussu nógvar løgukrónur hjá millumkommunalum felagsskapum eru nýttar hesi árini, býtt á gomlu valdømini?

7) Hvussu nógvar løgukrónur hjá kommunum eru nýttar hesi árini, býtt á gomlu valdømini?

8) Hvussu stór er privata skuldarbindingin í hesum tíðarskeiði, býtt á gomlu valdømini?

9) Hvussu stór er partafelagsskuldarbindingin í hesum tíðarskeiði, býtt á gomlu valdømini?

10) Hvussu stórur er vøksturin í føstum leypandi prísum í rakstrarútreiðslunum, ár fyri ár, seinastu 5 árini?

12) Hvørjar økisætlanir hevur sitandi samgonga til tess at tryggja arbeiði og búsetingarmøguleikar kring landið alt.

13) Hvussu verða virksemisskapandi tiltøkini í Ólavsøkupakkanum, spjadd til gomlu valdømini í 2010, 2011 og 2012?

Viðmerkingar

ABC samgongan legði til brots við einum ekspansivum búskaparpolitikki, sum hevði til endamáls at seta ferð á føroysku búskaparhjólini. Skattalætti og íløguraðfestingar, sum skuldu tryggja eitt betrað peninga og virksemisumfar kring alt landið, var boðskapurin.

Ógvusliga broytingin í fíggingarviljanum hjá peningastovnunum man tó eiga sín dygga leiklut í hesum virksemisvøkstri. Beinleiðis avleiðingin er ein stór øking í skuldarbindingini í samfelagnum.

Ógvuliga ymiskt er, hvussu politikkurin hevur vignast. Ferðin hevur verið nógv, ov nógv, vildu nógv sagt, í pørtum av landinum, meðan onnur økir ikki hava havt lut í framburðinum og hava liva eina stagnasjónskenda búskapartilveru.

Samanumtikið tykist fjølmiðlaleikurin um búskaparligu framgongdina, at byggja á eina heldur eintýðuga lýsing av samlaðu búskapargongdini í landinum. Atlitini sum skulu lýsa gongdina í øllum økjum landsins tykjast at dvína í miðlameldrinum í miðstaðnum.

Nú er vent í holuni búskaparliga. Men kortini tykist at tey sum stóðu fremst tá ið við rak, framvegis standa fremst nú tað rekur ímóti. Júst við eina valdøminum skuldi bera til at føra politkk fyri landið alt. Lítið er tó sum bendur á at so er. T.d. kann sigast at alla tað tíð ABC, hevur sitið við valdið, er stórt sæð eingin virksemisskapandi króna nýtt í Sandoynni, men hevur møguliga gøtt projektmakarískrivstovurnar í høvuðsstaðnum.

Eingin tunnil til Dals, hóast játtan frá fíggjarnevndini í fleiri umførum.

Eingin havn í Skúvoy, hóast játtan við c-átekning.

Listaskúlan varð offraður fyri Sandoyartunnilin, sum einki sæst til.

Vónandi endar Ítróttarhøllin ikki í somu støðu. Lítið ítøkiligt er kortini higartil komið undan kavi. Serliga hevur tað verið trupult at fingið upplýst hvussu játtanin sær út til endamálið.

Fyri at útvega Løgtinginum betri kjakgrundarlag og tilfar til støðutakan, nú løgtingið ætlandi skal viðgera løgu og virksemisspurningin av nýggjum, biðist landsstýrismaðurin svara hesum fyrispurningum.