Spurningar:
• Hvør er orsøkin til, at landsstýrismaðurin hevur valt nýsetta politiinspektørin í arbeiðs-bólkin hjá Innlendismálaráðnum, ið settur er at gera uppskot til ein integratiónspolitikk í Føroyum?
• Skal hetta valið skiljast soleiðis, at landsstýrismaðurin hevur viðurkent brotið á Rættargangslógina, framt av danska Løgmálaráðnum/Ríkispolitiovastanum, táið viðkomandi politiinspektørur varð settur í starv í Føroyum uttan ráðførslu við føroyskar myndugleikar, soleiðis sum fyriskrivað er nevndu lóg?
• Ella hevur landsstýrismaðurin gjørt semju við danskar myndugleikar í mun til brotið á Rættargangslógina, semju, ið letur lógarbrotið fara aftur við borðinum og sum ikki er komin almenninginum til kunningar?
• Ella skal hetta valið bara skiljast sum umboðandi fyri eitt fullkomið politiskt prinsipploysi, og at gartanin hjá landsstýrismanninum á tingi og í fjølmiðlunum um eina hard-core linju mótvegis dønum í setanarmálinum av politiinspektøri í Føroyum, ikki var annað enn eitt tómt spæl fyri gallarínum?
• Er politiskt trýst lagt á landsstýrismannin innanhýsis í samgonguni og frá danskari síðu, soleiðis, at hon heldur valdi at síggja burtur frá danska lógarbrotinum í setanarmálinum, at hon hevur góðtikið brotið, og skal valið av integratiónsbólkinum skiljast sum, at lok endaliga er lagt á setanarmálið?
Viðmerkingar:
Á heimasíðu Innlendismálaráðsins verður 3. mars í ár kunnað um, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, Annika Olsen, hevur sett ein arbeiðsbólk niður, til tess at gera uppskot til ein integratiónspolitikk í Føroyum.
Ein av teimum sum valdur er í arbeiðsbólkin, er Peter Thaysen nýsettur politiinspektørur í Føroyum. Skal sjálvandi staðfesta í hesum viðfanginum, at eg kenni ikki mannin, og at spurningarnir als onki hava við persónin sjálvan at gera, men at teir bara viðvíkja starvinum hann er settur í, og setanarviðurskiftunum, táið hann var settur í starvið.
Annika Olsen hevur fyri mánaða síðani staðfest á tingsins røðarapalli, at Rættargangslógin §110 ikki varð fylgd, táið starvið sum politiinspektørur varð sett fyri kortum. Hon fekk bara einvegis kunning frá dønum hin 29. januar 2010 um, at ein maður var settur í starvið, hóast lógin greitt ásetir, at landsstýrið skal geva eina ”erklæring” áðrenn innstillað verður til viðkomandi starv.
Higartil vita vit ikki annað enn tað, at landsstýrismaðurin hevur sagt seg hava roynt at koma í samband við danskar myndugleikar um málið, men enn hevur tað ikki eydnast henni at fáa nakað skilagott burturúr hesum royndum. Høgni Hoydal hevur sum føroyskur fólkatingsmaður roynt at spurt um málið í politisku skipanini í Danmark, og hevur tað heldur ikki eydnast honum at fáa svar uppá, hví danskir myndugleikar fullkomuliga desavoueraðu Føroya landsstýrið í setanarmálinum, hóast hetta gongur beint ímóti lógini, sum er galdandi á økinum. Sjálvur havi eg umframt spurningarnar til løgmann og landsstýrismannin á tingi sett Ríkisumboðsmanninum ein skrivligan fyrispurning um málið, men tað svarið er enn ikki komið undan kavi.
Táið tað síðani frættist, á heimasíðuni hjá landsstýrismanninum Anniku Olsen, at hon hevur sett ”stríðsmálið”, politiinspektørin, í ein føroyskan arbeiðsbólk, sum skal evna til uppskot um føroyskan integratiónspolitikk, so kann tað ikki skiljast øðrvísi enn, at ein ella onnur loysn er funnin á málinum, um setanina av politiinsepktøri í Føroyum. Vanligt vit og skil sigur teimum flestu, at tað ikki ber til at liggja í stríði við annan myndugleika um lógliga grunadarlagið undir eini starvsetan, samstundis sum viðkomandi, umboðandi starvið, verður settur at gera eitt arbeiði fyri tann forsmádda partin í málinum. Hetta líkist einum farra av Stockholm-syndrominum. Í hesi gongd er ongin logikkur, tí verður vónað, at svarini gera greiði fyri, hvussu alt málið hongur saman, nú ein góður mánaði er gingin síðani Annika Olsen einvegis fekk at vita, hvør persónurin var, sum danir høvdu sett í starvið sum politiinspektørur í Føroyum.
Glyvrum, 04. mars 2010.
tórbjørn jacobsen