Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

3 March 2010
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Spurningar:

• Eru loyvir, sum upprunaliga vóru latin skipum í bólki 1 - lemmatrolarar við maskinorku omanfyri 400 hestakreftir – umsitingarliga/útinnandi politiskt flutt inn í fiskiveiðina í bólki 2, sum hýsir partrolarum við maskinmegi omanfyri 400 hestakreftum?

• Hvaðani í lógini um vinnuligan fiskiskap hevur landsstýrismaðurin funnið sær heimildina fyri hesum skifti tvørturum markið ímillum bólkarnar 1 og 2, ella hevur hann umsitingarliga/politiskt útinnandi broytt lógina sjálvur, soleiðis, at bólkur 1 og bólkur 2 nú eru ein og sami bólkur sambært lógini?

• Snýr hetta skiftið, har lemmatrolarar eru farnir at partrola, sum um teir vóru partar av bólki 2, seg um endaliga latin loyvi ella um royndarloyvir, og er nøkur tíðaráseting/avmarking á hesum nýliga útflýggjaðu loyvum?

• Um talan er um royndarloyvir, hvør er so yvirskipaða ætlanin við hesum royndum, og hevur landsstýrismaðurin saman við Havstovuni gjørt eina skrá, sum greitt ásetir hvørjum endamáli hesar royndir skulu tæna?

• Undir hvørjum ásetingum og reguleringum veiða lemmatrolararnir, sum nú eru farnir at partrola? - Hava teir fingið útlutaðar dagar, hóast teir ikki eru partar av fiskidagaskipanini, og hava teir samstundis sama virkismøguleika í bólki 1, soleiðis, sum viðurskifti teirra vóru frammanundan broytingini?

• Hvussu mong loyvir eru latin og hvussu mong loyvir ætlar landsstýrismaðurin at flyta úr bólki 1 yvir í fiskiveiðina, ið traditionelt hevur verið røkt av skipum, sum frammundan vóru í partrolaraflotanum - bólki 2?

• Hevur landsstýrismaðurin fingið sær nakra ráðgeving, frá eitt nú Havstovuni, Fiskidaganevndini, Reiðarafelagnum og manningarfeløgunum, áðrenn hesi loyvir vóru útlutað?

• Hvør hevur politiska motiveringin hjá landsstýrismanninum verið í omanfyrinevndu broyting, eru atlitini vinnufíggjarlig, samfelagsbúskaparlig, regional, sosial, lívfrøðilig o.s.fr.?

• Er nakað samband ímillum brádligu umsitingarligu/politiskt útinnandi avgerðina, um at loyva skipum í bóli 1 at partrola, og so fráboðanina um, at landsstýrismaðurin arbeiðir við eini lógarbroyting fyri at gera hetta møguligt sambært lóg?

• Hvørja ávirkan heldur landsstýrismaðurin at hetta skiftið hevur á støðu Føroya í orðaskiftinum um burðardygga veiði – serliga í mun til keypararnar og keyparalondini?

Viðmerking:

Bólkabýtið í lógini um vinnuligan fiskiskap er ógvuliga greitt. Tað gongur sjónliga fram av lógini, at hetta er gjørt rættiliga tilvitað, táið tað umsíðir eydnaðist at fáa gjørt ein skilagóðan karm um fiskiveiðina innanvert 200 fjórðinga fiskimarkið.

Fiskiveiðan á ytri leiðum hevur verið svikalig hesi seinastu árini, meðan veiðan eftir upsa, sum fyri tað mesta hevur verið grundarlagið undir partrolarunum í bólki 2, hevur verið á heilt góðari leið.

Um orsøkirnar til minkandi fiskiveiðina á ytri leiðum munnu tað vera mangar og ymiskar meiningar, onkur heldur ovveiði vera orsøkina, aðrar hugsanir eru, at uppsjóvarflotin í svartkjaftavinnuni hevur havt ov stóra hjáveiði av fiskasløgunum, sum vóru grundarlagið undir lemmatrolarunum, og uppaftur aðrir meina nakað annað.

Upsaveiðan hevur hinvegin verið støðug í mong ár. Orsøkirnar kunnu vera mangar til tað, men ein sannroyndin er í hvussu er hon, at bólkur 2, partrolararnir, hava eftir at fiskidagaskipanin gjørdist veruleiki, umvegis lógina um vinnuligan fiskiskap, rationaliserað seg sjálvar niður á eitt skipatal, tal av pørum, sum hevur gjørt bólkin rímiliga fíggjarliga rentablan hjá eigarunum. Sum nærum einasti bólkur í skipanini hava partrolararnir funnið javnvágirnar, sum gera fiskiveiðina nærum burðardygga, bæði búskaparliga og lívfrøðiliga.

Nú frættist, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum brádliga er farin undir at gera umsitingarligar/politiskt útinnandi broytingar í hesum javnvágum. Hann hevur givið lemmatrolarum loyvi til at partrola, og sambært tíðindum av feltinum eru hesir longu komnir inn í upsafiskiskapin á innaru leiðunum, har teir veiða, sum um teir vóru partar av bólki 2.

Hvørjar avleiðingarnar vera av hesum er ilt at siga, men roknast má við, at landsstýrismaðurin hevur haldgóðar grundir fyri sínum avgerðum, tí vera spurningarnir settir.


Glyvrum, 03. mars 2010

tórbjørn jacobsen