Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

6 September 2009
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Spurningur:

Hvør er orsøkin til, at Mentamálaráðið hevur niðurraðfest føroyskt sum frálærugrein somikið, at ongin ráðgevi er longur í starvi á Landsmiðstøðini, sum gevur góð og neyðug ráð um hesa lærugrein, ið átti at verið raðfest fram um allar aðrar?


Viðmerkignar:

Á heimasíðuni hjá Landsmiðstøðini hevur leiðari hennara skrivað eina grein um viðurskiftini kring stovnin. Hetta er ikki hugaligur lestur. Sum støðan nú er vorðin, er ráðgevingin so niðurraðfest, at hon er bara á leið ein triðingur av tí hon var í 1989. Nú eru fýra ráðgevar og tað sum serliga fellur í eyguni er orðingin: ”Hetta merkir, at ongin ráðgevi er í eitt nú føroyskum á fólkaskúlaøkinum…….Landsmiðstøðin kann tí ikki veita ta ráðgeving, sum vit kundu ynskt, og sum avgjørdur tørvur er á.”

Ongin ivast í týdninginum móðurmálið hevur fyri eina tjóð, sum sambindingarkervi og sum samskiftismiðil ímillum tey sum manna tjóðina. Føroyar eru tó í tí løgnu politisku støðu, at annað mál hevur ávísan rætt sambært lóg. Hetta er sjálvandi danskt mál, ein avleiðing av tí veruleika, at tjóðskaparstríðið ikki er komið á mál í øllum lutum.

Harfyri er ongin orsøk til, at landsins kosnu fólk fjeppast so í hesum fremmanda, at okkara egna verður foykt burtur. Veruleikin er sambært greinini hjá Peturi Simonsen, at nú verður ráðgivið í donskum á fólkaskúlaøkinum og ikki á føroyskum á hesum sama øki. At niðurraðfesta tað mest unikka vit eiga, eitt av heimsins minstu málum, kann fáa vanlukkuligar avleiðingar. Trýst er á øllum smámálum í hesum altjóðagjørdu døgum, tí ræður um at dubba heldur enn at niðurlaða.

Dag um dag hoyrist í almenna rúminum, at føroyska málið er farið at bekla í støðum. Fatanin er viknað, mállæran kámað, bendingar og endingar hanga í leysum lofti og skjótt kann tað fara at seta at sjálvari beinagrindini. Tí er umráðandi at politiska skipanin gevur málinum ans, og brúkar neyðugu megina til tað, at røkja og menna málið. Tað er ikki raðfestingin hjá teimum sum nú varða av politisku mentanarborgini, sambært teimum upplýsingum, sum stovnur undir Mentamálaráðnum varpar út frá síni heimasíðu í hesum døgum.


Á Føroya løgtingi, 6. september 2009

Tórbjørn Jacobsen