Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a.

8 June 2009
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

1. Hevur ella fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at strika dagbøturnar, sum býráðslimir á Tvøroyri hava fingið fyri at hava inntøkuført havnargjald fyri Smyril í roknskapin hjá kommununi?


2. Hvussu stór er skuldin fyri hvønn býráðspolitikara blivin?


3. Hevur landsstýrismaðurin á fundi við býráðspolitikarar á Tvøroyri umrøtt møguleikan at strika skuldina?


4. Hevur landsstýrismaðurin fingið juridiskt tilmæli um møguleika at strika dagbøturnar?


5. Kunnu dagbøtur til kommunustýrislimir sammetast við aðrar bøtur, sum fólk fáa?


6. Er tað generelt galdandi fyri dagbøtur, at hesar telja so leingi, feilurin ikki er rættaður, og at hesar bøtur verða strikaðar, um feilurin verður rættaður?

Viðmerkingar
Fyri nøkrum mánaðum síðani kom fram, at Fíggjarmálaráðið kravdi, at Tvøroyrar Kommuna ikki inntøkuførdi havnargjald fyri Smyril í roknskapin so leingi, semja ikki var um hesa inntøku.. Fíggjarmálaráðið kundi ikki góðkenna roknskapin hjá Tvøroyrar kommunu so leingi, henda inntøka var førd inn í roknskapin.

Men hetta helt ikki meirilutanum í Tvøroyrar Býráð aftur í at standa fast við avgerðina um at inntøkuføra havnargjaldið.

Tað endaði við, at Fíggjarmálaráðið í desember í fjør valdi at áleggja býráðslimunum á Tvøroyri dagbøtur á 300 kr í part, til roknskapurin varð rættaður.

Nú hevur undirritaða hoyrt, at hesar dagbøtur eru strikaðar afturfyri, at býráðspolitikararnir á Tvøroyri hava góðtikið, at kommunan har ikki skal inntøkuføra havnargjald frá Smyrli í sín roknskap.

Er hetta so, stendur eftir, hvat virði og hvønn status hesar bøtur hava.

Um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur valt at strika dagbøturnar, sum kommunustýrislimir á Tvøroyri hava fingið, kunnu fólk lætt fáa ta fatan, at dagbøtur er nakað, sum tú fært álagt frá omanfyristandandi myndugleika, og at hesar verða strikaðar, tá tú rættar feilin. Hetta kann fáa óhepnar avleiðingar fyri virðið í tí revsing, dagbøtur eru ætlaðar at hava.

Undirritaða heldur, at um tað er soleiðis, dagbøtur skulu fatast, er hetta tað sama sum at taka fíggjarligu revsingina burtur úr dagbótunum.

Fyri at fáa greiðu á, um hald er í tí, sum verður hildið uppá omanfyri, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, tann 8. juni 2009
Annita á Fríðriksmørk