- Hvat verður gjørt fyri at stimbra undir og tryggja føroyska luttøku í evropisku granskingarverkætlanum innan orku?
- Eru útlit til, at føroyingar vera við í einari ella fleiri av granskingarverkætlanunum, sum snúgva seg um orku í 7. rammuskránni hjá ES?
- Nær verður sáttmálin um føroyskan atlimaskap í ES-granskingarsáttmálanum lagdur fyri Løgtingið til góðkenningar?
- Hvussu nógvir pengar verða settir av til ES-granskingarsamstarvið hetta til og við ár 2013?
Viðmerkingar:
ES kunngjørdi fyri kortum sjey nýggj útboð eftir granskingarverkætlanum innan orku. 14. september verður í Brússel ein kunnandi fundur um hesar orkuverkætlanir.
Millum annað er ætlanin at granska í hvussu orku-avbjóðingarnar kunnu loysast – bæði sæð í stutttíðar- og langtíðarhøpi. Eitt nú eru verkætlanir, ið snúgva seg um menning av tøkni til orkuveiting, um varandi orkukeldur og um orkusparandi bygging.
Hetta eru alt øki, sum eru sera relevant hjá føroyingum at vera við til at granska í. Samstundis eru Føroyar væl egnaðar til pilot-projektir, og hava góðar fortreytir fyri menning av varandi orkukeldum – bæði á sjógvi og landi. Uttan iva kundu fleiri lond verið áhugaði í at samstarva við føroyingar um menning av varandi orkukeldum og orkutøkni.
Orkuveitingartrygd er ein hin størsta avbjóðing, vit standa yvirav komandi mongu árini. Tí er sera umráðandi, at føroyskir myndugleikar gera alt, sum gerast kann, til tess at tryggja føroyska luttøku í viðkomandi gransking innan orku. At føroyskir granskarar luttaka í slíkum fleirtjóða verkætlanum gevur ikki einans henta vitan, men er eisini við til skapa sambond og gera teir møguleikar, vit her hava, sjónligar fyri umheiminum. Eisini sæð úr einum fíggjarligum sjónarhorni, er samstarv við onnur lond av avgerandi týdningi.
Føroyar sum partur av ES-granskingarsamstarvinum
Sambært tíðindaskrivi frá Uttanríkisráðnum hin 14. juli í ár er: “sáttmálin um føroyskan atlimaskap í ES-granskingarsáttmálanum stavváttaður”.
Hetta merkir, at tað fyrireikandi embætisarbeiðið fyri at Føroyar kunnu fáa atlimaskap í 7. rammsuskránni fyri gransking og tøkniliga menning, er komið á mál.
“Næsta stigið í tilgongdini er, at sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið, Evropiska Ráðharraráðið og Evropatingið til góðkenningar. Treytað av, at Løgtingið samtykkir sáttmálan, verður miðað ímóti, at sáttmálin verður endaliga undirskrivaður seinni í ár” skrivar Uttanríkisráðið.
Við fullgildugum atlimaskapi í 7. rammuskránni kunnu føroyskir granskarar luttaka á jøvnum føti í granskingarsamstarvinum hjá ES og við hesum fáa atgongd til fígging, netverk og vitan. Limaskapurin gevur eisini møguleikan at átaka sær at samskipa og standa fyri evropiskum granskingarverkætlanum. Tað kostar tó eisini fitt av peningi at vera við í samstarvinum.
Orkugransking er bert eitt av fleiri spennandi granskingarøkjum, ið eru við í ES-granskingarsamstarvinum. Sera áhugavert er at frætta, hvussu leikur fer í Mentamálaráðnum í sambandi við ætlaða limaskapin í 7. rammuskránni.
Spurningarnir eru settir Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í granskingarmálum.
4. sept 2009
Bjørt Samuelsen
Løgtingskvinna