Sum ein vegleiðari og áminning um at hóast viðrák ikki altíð er, so eiga vit ikki at falla í fátt. Tað er júst tá truplast er at vit skulu vísa okkara andsevni, og mansevni. Tað er tá at veruligur tørvur er á okkara menniskjaliga lyndi og styrki.
Okkara land stendur fyri stórum avbjóðingum. Við einum halli á fíggjarlógini á 500 mió.kr setur tað sera stór krøv til okkum sum ynskja at stjórna landinum og okkum sum ynskja at búgva í landinum. Nógv seta sær spurningin um Føroyar eru eitt nóg liviligt land. Onnur ugga seg við at støðan er ikki frægari aðrastaðni.
Rætta leiðin er ikki at venda sær til onkran størri, við biddaraposanum í hondini. Onkran sum so aftur skal venda sær til onkran uppaftur størri í somu ørindum.
Vit siga nei til at flýggja undan ábyrgdini. Vit steðga við undanførslunum, og taka við teirri ábyrgd sum liggur á okkum um vit fáa veljarans álit. At dyrka offurleiklutin hevur ongantíð hjálpt fólkinum, einans teimum sum ynskja martyrleiklutin. Úrslitið gerst lætt at politikarin vinnur til sín sjálvan, og fólkið stendur eftir sum taparin.
Vit í Sandoynni standa í eini ógvuliga avgerandi støðu. Vit standa á markinum har vit kunnu fáa fatur á Føroyum aftur, ella at missa restina av landinum av hondum. Hóast trongdin at rópa hart bylgist innaní okkum, so er tað ikki rætti mátin at standa og rópa norðurum Skopunarfjørð. Eri ógvuliga bangin fyri at tað einasta vit vekja tá, er tann innara búrhundin í teimum sum valdið hava.
Vit kunnu klappa hvør øðrum á herðarnar um popputar loysnir. Geila hvønn annan upp við krøvum um tunnil nú. Alt til fánýtis um vit ikki vinna tey sum valdið hava. Vit halda nógv av okkara oyggj og eru øgiliga samd um, hvussu framúrskarandi gott her er at búgva. Hvussu hamrandi órættvíst tað enn er, at onnu hava tunnil og ikki vit, so er tað restin av Føroyum, restin av politisku skipanini sum valdið hevur. Gerhard Lognberg megnaði ikki at forða Fólkaflokkinum, at avtaka samtykta Sandoyartunnilin hóast hann var næstvaldur í egnum flokki og partur av samgonguni.
Tann stóri hundurin hevur ikki tørv á at goyggja eftirt tí lítla.
Skulu vit vinna virðing hjá øðrum enn okkum sjálvum, mugu vit samstarva. Samstarva vit tey sum valdið hava. So einføld er støðan og vit mugu viðurkenna hana.
Ikki fyrenn tá, eru vit tilreiðar at flyta okkum framá.
Og tað er her at møguleikin liggur.Tí eg ivist onga løtu í at vit megna at fáa Sandoyartunnilin til veruleika, men hann verður sum Róm, ikki bygdur eftir einum degi.
Ongar poppsmartar loysnir beint uppundir væl. Tær virka bara sum ein ov stív kenning, við somikið verri timburmonnum tá vitið rennur til aftur.
Tað er bara ein vegur. Tað seiga, langa takið. Í semju við hini í politisku skipanini at fáa undirtøku fyri ein upphædd á millum 30 og 40 milliónir árliga . Og tá upphæddin er vorðin munandi, kunnu vit fara undir at byggja. Eins og leisturin var í CHE. Ein leistur sum seinkaði Sandoyartunnilin, men samstundis tryggjaði at peningur var lagdur til síðis, ár um ár, til 150 milliónir stóðu á bók tá byggjast skuldi. Við verandi fíggjarstøðu, skal meira leggjast til síðis, áðrenn byggjast skal. Hettar var ein leistur eg tók undir við, men sum onkur annar vrakaði. Kann leggja afturat, at eg havi verið partur av eini samgongu sum gjørdi tvinnar undirsjóvartunnlar. Eg veit av royndum hvat eg tosi um.
Eg skal ikki lasta tey sum avtóku lógina um Sandoyartunnilin, tí tey gjørdu tað uttan iva, tí tey ikki megnaðu at finna eina loysn á fíggingini, her og nú. Men sjálvur havi eg viljan, tíðina og royndirnar til at finna røttu loysnina fyri Sandoynna.
Men vit skulu framvegis liva til Sandoyartunnilin er veruleiki. Og tað er júst her at nú skjótt farna samgongna ger seg mest seka. Tí eitt er at tunnilslógin er avtikin, men tað sum verri er, er at ferðaseðlarnir er dýrkaðir, túrarnir fækkaðir og ferðaendurgjaldið lækkað.
Júst hesar fortreytir eru avgerandi fyri um vit kunnu varðveita lív í Sandoynni, til tunnilin er veruleiki. Tí havi eg lagt uppskot fram á ting, um at áseta somu prísir fyri skipini hjá SSL, sum gjøgnum undirsjóvartunnlarnar. Tað hevði bøtt munandi hjá útjaðarafamiljunum, og vinnuni, at tikið lut í arbeiðs, og frítíðarvirksemi á meginøkinum, har flestu av okkara arbeiðsplássum og frítíðartilboðum eru.
Men tað er ikki nóg mikið. Vit í Sandoynni skulu gera uppskot til eina vakstrarætlan fyri oynna. Sum m.a. sum mennir øki okkara sum ferðavinnuveitara, har Skúvoyggin og Dímun eru perlur, sum økja um tilboðið til ferðamannin.
Samstundis eiga vit at gera alt fyri at menna útboðið av almennum arbeiðum í økinum, við at flyta ein ella tveir av smærru stovnunum í meginøkinum hendanvegin. Eftirskúlaætlanina í Suðuroynni, skulu vit hinvegin ikki órógva, men stuðla uppundir at fyrsti veruligi eftirskúlin í landinum, verður gjørdur í Hvalba. Tá vinna vit møguligan stuðul frá stóru oynni fyri sunnan.
Týdningarmest av øllum, er okkara egni hugburður. Okkara máti at viga og selja okkum sjálvi í mun til restina av landinum. Til sjeynd og síðst, er tað okkara ábyrgd og val at búgva her sum stolt og ábyrgdarfull fólk.