Frælsu Føroyar er málið

15 October 2011
Skrivað hevur
Meiningar


Gott kvøld øll somul.
Eg haldi ikki at tað er tilvildarligt, at hesin fundur eitur “ressingarfundur”, tí ressing er júst tað, ið vit, ið eru her í kvøld, og eisini Føroya fólk sum heild, hava tørv á í hesum tíðum.
Vit - fólkið í Føroyum - eru í alt ov langa tíð vøggaði í ein líkasælu-svøvn, ið neyvan er sæddur her á landi áður. Vit hava í alt ov langa tíð staðið sum hjálparsleysir áskoðarar, til henda syndarliga sjónleik, ið hevur verið kallaður ABC. Tað verður ofta tikið til, at tá tosað verður um bókstavirnar “ABC”, so er hetta eitt slag av mannagongd yvir hvussu nakað kann fremjast so einfalt sum møguligt. Eingilsmenn plaga at taka til: “The ABC of” einumhvørjum, har teir vísa á, at hesir bókstavir eru ein hugmynd fyri hvussu eitthvørt skal fremjast. Vit kunnu nokk øll vera samd um, at ABC ikki hevur megnað at liva upp til hesa sera einføldu mannagongd, og kanska hinvegin hava gjørt hana fyri skommum.

Tað er komið so langt í dag, at vit í Tjóðveldi næstan ikki tora at nevna orðið “loysing” longur. Hetta er so langt úti, at eg havi ikki orð fyri tí. Vit skulu ongantíð, og eg endurtaki tað ONGANTÍÐ, skamma okkum ivir at tosa um og arbeiða mótvegis loysing.
Vit eru nøkur, ið vita, at vøkstur, menning og framburður sum heild, ónoktiliga eru tengd at loysing. Vit fáa ikki framburð í samfelagnum sum ein hjátjóð. Heilt einfalt – vit noyðast at loysa og vit hava ikki ráð til IKKI at loysa.

Eitt tað mest týdningarmikla í hesum samanhangi er, at vit hava eina sterka vinnu, ið kastar av sær til restina av samfelagnum. Vit noyðast at skapa betur karmar, soleiðis at vinnan kann blóma. Eisini her er loysingin ein stór fyritreyt fyri, at tað skal kunna lata seg gera.
Vit eru alt ov avmarkaði í okkara møguleikum, tá tað snýr seg um tann europeiska marknaðin. Um vit høvdu loyst, høvdu vit havt somu fyritreytir sum øll onnur lond, men sum støðan er í dag, eitur okkara forðing Danmark. Tann danska “Ríkisveitingin” er einans 5% av tí føroysku bruttotjóðarúrtøkuni. Hesi 5%’ini, høvdu verið skjót at fingið inn aftur, um vit sum sjálvstøðug tjóð høvdu sloppið út á tann stóra europeiska marknaðin.

Fráflyting, er eisini ein av okkara heilt stóru trupuleikum. Tað eru alt ov nógvir føroyingar, ið flyta uttanlanda fyri at nerta sær útbúgving, men ongantíð koma heim aftur. Tað er sera umráðandi, at vit hava nakað gott at bjóða hesum fólki, um tey ivirhøvur skula tíma at flyta aftur til Føroyar. Eingin kemur heim til einki. Vit noyðast at menna samfelagið og skapa vøkstur, hetta kemur ikki av sær sjálvum. ØLL føroysk menning og ALLUR føroyskur vøkstur, hongur saman við loysing, tað er so sára einfalt.
Sum støðan er í dag, standa vit í stað, og at standa í stað er afturgongd, tí vit verða ivirhálað av øllum øðrum.

Nú valstríð stendur á, er tað meira týðiligt enn nakrantíð áður, at áralagið hjá teimum føroysku politikkarunum als ikki hongur saman. Vit rógva øll hvør sín veg. Leitar ein sær inn á ein av teimum mongu tíðindaportalunum, so er lætt at missa seg sjálvan burtur í øllum teimum vallyftum, ið standa skrivaði. Hetta er júst trupuleikin. Vit standa øll blind í tí stóra ódnarveðrinum, ið verður rópt eitt valstríð. Øll tey hundratals smáu vallyfti, ið verða givin, eiga at verða skumpaði til viks, soleiðis at vit kunna samstarva, hvør sum ein, um tað, ið veruliga hevur týdning fyri Føroyar og fyri tað fólk, ið her býr.

Í dag eru Føroyar ein áraleysur bátur, ið rekur fyri vág og vind, og í hesum bátinum, tímur eingin at vera.
Eg gekk mær ein túr nú ein dagin. Eg fór oman í Viðarlundina. Spákaði oman eftir tí smølu gøtuni og nærkaðist dunnuhylinum. Har vóru nógvar dunnur, men har vóru ikki so nógv fólk.

Dunnurnar sóu út til at hava tað gott, tá hugsað verður um umstøður teirra. Har stóðu nøkur fólk fram við kantinum og blakaðu nakrar breyðmolar út í vatnið. Dunnurnar hildu seg fram at, nakrar bardust eisini eitt sindur, fyri at sleppa til.
Tá fólkið var farið, eygleiddi eg dunnurnar eina løtu og gjørdi mær nakrar tankar um tær, og um umstøður teirra.
Dunnurnar høvdu tað rættiliga gott og trygt, í dunnuhylinum í Viðarlundini. Tær høvdu sín dunnuhyl og høvdu ikki júst tá nakra beinleiðis trongd til at vera aðrastaðni. Nakrar ferðir um vikuna komu fólk fram við og tveittu nakrar breyðmolar til tær, soleiðis at tann ringasta svongdin varð mettað.

Men.
Hvat nú um dunnurnar í dunnuhylinum í Viðarlundini spreiddu sínar veingjir og fóru á flog. Ímyndi tykkum hvat tær høvdu sæð, høvdu lært og høvdu upplivað. Tá høvdu dunnurnar í dunnuhylinum í Viðarlunini verið sínar egnu og tær høvdu funnið og vunnið sær sína egnu føði til matna. Ikki bert breyðmolar, ið fólkið, ið kom fram við dunnuhylinum blakaði til tær. Høvdu dunnurnar í dunnuhylinum í Viðarlundini einans farið á flog, høvdu ongar avmark-ingar verið fyri hvat tær saman kundu nátt.

Eg fari her at enda við at endurtaka nøkur sera vøkur og sigandi orð:

“Vit hittust í veitslulagi
Á lívsins alfaraveg,
Norðmaður og Íslendingur,
Frá Atlantsoyggjunum eg.
Vit vóru jú allir frændir
Av heimsgitnu norrønu rót,
Ið síðan við svik varð trælkað
Og traðkað undir Danafót.
Teir drukku Noregs og Íslands
Skál, tí at trældømið fall,
Og frælsissólin hon lýsti
Um Heklu og Dovrafjall.
Men eg mátti samfullur tiga,
Bert bíta saman tenn,
Tí hvar var frælsið í Føroyum?
Vit vóru bert trælir enn"

Takk fyri meg og gott val til okkum øll!


Jógvan Arnason Djurhuus