Frælsi og fjøtrandi leinkjur í útryðju heimsins

26 June 2013
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Komst ikki við navnið Kim Leine, táið hesin brádliga blaktraði á skaldsliga himmalinum, og flestu fjølmiðlar og bókmentaáhugað í grannalondum okkara umrøddu hann og nýggjastu skaldsøgu hansara – “Spáfólkini í Ævifjørðinum” - sum eitt markamót í litteraturinum. 526 blaðsíður við hori og morði, ljósi og myrkri, trúgv og guðloysi, imperialismu og frælsisstríði, ótta og gleði, kærleika og hatri, føðing og fosturtøku, lívi og deyða, morali og siðloysi. Og magnfullari togan ímillum ymiskar mentanir. Ein sjáldsom spenningsbók, ið flættar teir stóru eksistentiellu spurningarnar inn í eina veruliga søgu, sum fór fram fyri meira enn tvey hundrað árum síðani inni í einum avbyrgdum grønlendskum fjørði – Ævifjørðinum, innanvert Kangamiut, og sum tá var partur av donsku koloni´ini Sukurtoppinum við vesturstrond Grønlands. Upphav navnsins er niðurlendska orðið Zuikerbroot, eitt eyðkent fjall á hesum leiðum, - seinri hava grønlendingar givið býnum heitið Maniitsoq, hin hólputa oyggin.

Hendan bókin hjá Leine kann lesast á ymsan hátt. Temað er algyldugt, tí kunnu øll lesa hana sum ein thrillara á góðskuhøgum støði, men fláin verður harumframt ein onnur, er vitanin um grønlendska søgu ein partur av viðføri lesarans. Helst hugsaði Dimmalætting ikki um ein skaldsmentanarligan ummælara, men heldur um ein hugleiðandi lesara, táið heitt var á undirritaða um at skiva sundur og meta um bókina, við atlitinum til, at eg havi brúkt ein stóran og ríkan part av lívinum við hesar strendur, har sum hugskotið til bókina var funnið.

Kim Leine er norðmaður. Seinri hevur hann búleikast í Danmørk og fleiri ár í Grønlandi. Útlærdur sjúkrarøktarfrøðingur, og ikki fyrrenn høvundurin er 46 ára gamal gevur hann út sína fyrstu skaldsøgu “Kalak”. Tað eru tey fæstu, sum hava hoyrt søguna um Hábakkuk og Mariu Magdalenu í Kangerlussuatsiaq, og helst hevur Leine frætt um hetta tey mongu árini hann starvaði í Grønlandi. Hoyrdi hesa søguna, táið eg var tannáringur, tí kennist hendan bókin mær serliga forkunnug. Annars er lítið og onki skrivað um grønlendska gerandisdagin frá hesi tíðini, og ikki fyrrenn konungaligi tilsjónarmaðurin H. J. Rink heitti á grønlendingar um at skriva tað niður, sum teir vistu um lív, lagnur og samfelag í farnum tíðum, kom glið á. Søgan um Hábakkuk var farin munn av munni, og miðskeiðis í 18-hundrað talinum skrivaði Jens Kreutzmann, táverandi handilsstjóri í Kangaamiut, søguna niður á blað.

Veiðimaðurin Qeqeq, sum seinri gjørdist byltingarmaður og religiøsur spámaður undir navninum Hábakkuk, var uppi á døgum í árunum 1755-1798. Sannlíkt er, at hann hevur tikið sær navnið frá einum av teimum smáu spámonnunum í gomlu paktini. Í vavi munar Hábakkuk lítið í Bíbliuni, men hann er serliga kendur fyri at umrøða støðuna hjá kúgarum og kúgaðum og ákalling sína á Guð hin almáttuga um hjálp og bjarging í tátíðar spentum valdsstøðum ímillum fólk, ættarbólkar og trúarrásir í Miðeystri. Hendingarnar í Ævifjørðinum byrja í 1787 – 66 ár eftir at Hans Egede á fyrsta sinni hevði flutt kristindómin til hesa heimsins størstu oyggj, harvið er ongin ivi um orsøkina til navnatøkuna hjá veiðimanninum, sum í gamla testamenti hevur funnið ein parallel til donsku kúganina í heimlandi sínum.

Høvuðspersónurin í drúgvu bókini er norðmaðurin Morten Pedersen Falck. Eftir uppvøksturin í lítlu bygdini Lier, har pápin er kennari, leggur hann leiðina til Keypmannahavnar fyri at leggja sær framtíðina til rættis. Kósin er akademisk, og pápin hevur álagt honum, sum treyt afturfyri peningaliga stuðulin, at hann leggur at landi á teologiska fakultetinum á Lærda Háskúlanum í metropoli danska ríkisins. Árið er 1782. Sum sagt so gjørt, men um hesar leiðir blása aðrir vindar enn teir, sum higartil hava rokkið norska útjaðaran. Fyrstu rembingarnar ímóti kongsvaldi og einaræði eru farnar at síggjast kring um í gamla heimspartinum Europu, og frælsishugtøkini, sum stóru heimsspekingarnir frá upplýsingartíðini seta kjøt, blóð og orð á, breiða seg smátt um smátt sum ringar í sjónum, í fyrstu atløgu serliga til høvuðsstaðirnar. Filosoffurin, sum serliga ger Mortani mun, er Jean-Jacques Rousseau. Seinri somikið virdur, at hann varð gravsettur undir liðini á Voltaire í Panthéon í París. Endurgevingin “Øll menniskju eru borin til frælsi, og kortini liggja tey allar staðir í leinkjum !” er ein afturvendandi setningur í bókini, sum fær alt størri týdning fyri høvuðspersónin, og sum onkursvegna er snúningsdepilin, ið alt hugarák hansara ferðast um og íkring.

Toganin ímillum náturuvísind og trúgv spjálkar í æðrum og heila hansara, ivin, um hvørja leið hann skal fara á akademisku rásini, gongur á hann - spurningurin um hann møguliga skal vraka teologi´ina og velja læknafrøðina ístaðin. Hann dregur á bæði, og ferðast meira og minni íðin á báðum mótum, men til endans fylgir hann kravinum frá pápanum. Sum útbúgvin og floygdur kandidatur hittir hann Poul Egede, eftir eina guðstænastu í Vartov. Hesin er sonur hin navnframa Hans Egede og biskupur Grønlands og hartil inspektørur við grønlendska Kennaraskúlan. Hesin fundurin gerst spírin til, at Mortan ger valið um at gerast prestur í koloni´ini Sukurtoppinum. Hann leitar eftir ultimativa frælsinum, hóast ein romansa í stórbýnum togar hinvegin á hugans bismara. Í januar mánaða 1787 fær hann at vita, at starvið er hansara, og hetta várið og fyrra partin av summarinum gevur Poul honum eina frægari informativa lektión um hetta ókenda landið, har hann nú skal vinna íbúgvarnar fyri boðskapi Hansara, Guðs soni, sum leið rómverska deyðan á krossinum á Golgata fyri so mongum árum síðani, Jesusi Kristi. Hann mynstrar umborð á briggina ”Der Frúhling”, hann hevur kúnna Rósulítlu við sær, og nú byrjar ein longri siglings- og lívsferð, sum lyftir hann uppá tindarnar og í aðru syftu tambar hann í hvørjari lykkju. Eitt drama uttan líka hugtekur nú lesaran, hóast Leine í støðum er í so roksutur, lýsingin av smálutum gerst onkuntíð í so drúgv, og tað kann møða. Tað hevði ikki skaðað bókina, um hann hevði redigerað og skarvað einar hálvthundrað ella fleiri blaðsíður burtur av óneyðugari tómgongd í søgugongdini.

Valið ber pastor Mortan ávegis til eitt lív, sum á ongan hátt gerst ein dansur á rósum. Danir hava skipað nakrar koloni´ir framvið strondini vestanfyri, ein vevstur av kristnan og valdstøku av landi, teir hava líkasum tikið hugtakið ”The white man´s burden” hjá Rudyard Kipling til sín. Hitt yvirsiviliseraða og framkomna Europa hevur sambært hesi fatan líkasum eina skyldu til at taka sær av teimum, sum onga leið eru komin í siðmentan og framkomu í europeiska, í hesum førinum í danska, optikkinum - heimsmyndini. Lívið í koloni´ini er merkt av eini øgiligari dekadencu, spillu, so segði hann, hor og morð, og bara hin mest karrái menniskjansligi eginleikin vinnur frama. Tað ræður um hjá tí hvíta manninum at hava tamarhald á støðuni, sínari valdsstøðu, sum er altavgerandi, ímeðan kristindómurin er mascaran, sum periferiskt skal blástempla tramanskapin í gøllhaldanini av upprunafólkinum í trældómi. Hin frælsistikni Mortan verður um ein háls av hesum, og í forfallinum verður hann drigin niður í ófrælsisdíkið í hesum burturav løgna universi, sum danskir imperialistar hava heimsøkt fyri at víðka um egið imperium.

Vit eru í útryðju heimsins. Einasta sambandið við onnur menniskju og umheimin er hetta eina skipið um árið, sum kemur við vørum til handilin, og harvið frættist onki um, hvat fyriferst í øðrum heraðshornum jarðarinnar. Um hetta mundið byrjar stóra franska byltingin. Í 1789. Hetta vita tey onki um í Sukurtoppinum. Hinvegin frætta tey um eina heilt aðra byltingarroynd, sum fer fram í námindum, innarlaga í Ævifjørðinum. Hábakkuk og kona hansara Maria Magdalena skipa seg saman við øðrum landsmonnum í eina grønlendska koloni burturav, har frælsishugtakið er í broddi, og ein nýggjur kristin gjóstur dregur alt fleiri til hesa skjótt vaksandi bygdina Igdlut. Maria Magdalena droymir og Hábakkuk spár og prædikar. Samanbresturin ímillum donsku og grønlendsku koloni´ina er eitt drama av dimensiónum, og grønlendski spámaðurin bakkar ikki fyri nøkrum, heldur ikki fyri donskum kongsboðum. Mortan fær heldur ikki eitt bein til jørðina, táið hann hittir hendan margháttliga frælsisstríðsmannin, sum er útlagin holsteinsborgari í Igdlut. Prestur er hinvegin onkursvegna hugtikin av hesum sermerkta samfelagnum, sum tykist liva í mjólk og hunangi og sambræðing í mun til syndranina og óskilið í Sukurtoppinum. Og onkursvegna líkist hetta meira ástøðið hjá Rousseau, heldur enn stats- og kongskontrolleraði kristindómurin í prestagjaldinum hann varðar av.

Vesturstrond Grønlands

Hjúnini bæði eru ald upp í kristnu trúnni m.a. hjá danska psykopatinum og horbukkinum Oxbøl, ein girndarhugaður pastorur í Holsteinsborg, sum nálgast uppi á hvørjum konfirmanti, og spreiðir sítt sáð víða um á hesum leiðum. Hann hevur valdið til tað, hann situr í imperialistiska valdshierarkinum, og sálarligu og kropsligu avleiðingarnar eru ómetandi, um upprunafólkið ikki rættar inn eftir hansara lúnum. Kanska er hetta ein orsøkin til, at samkoman í Igdlut fer í sjálvsving í isolatiónini. Í byrjanini tykist alt so jomfrúiligt og reint, so æviga frælst, men sum við øllum byltingum byrjar rotið, dekadencan, av nýggjum sama dagin, sum valdið er vunnið. Eitt afturvendandi skammlop hjá menniskjanum, sum áhaldandi verður drigið rók av rók niðureftir í tess ævinliga gonguverki. Ósjónligi sálarligi og moralski tyngdarmátturin. Eisini tí er hin óspilti Drotturin, hann ið øllum valdar, so alneyðugur, fyri at javnvágirnar yvir tíð kunnu haldast. Maria Magdalena endar sum ein profan spákona, vavsturin av kristnari trúgv, andamanaríi, verðsligari fægirnd og inuitiskum mýtum gerst amboðið, sum Hábakkuk eisini brúkar í valdsmisnýtsluni, og sum greðingur og horbukkur er hann lítið mætari enn sóknarpresturin í Holsteinsborg, og konan spælir við so leingi valdið er teirra. Tekur tú frælsi frá einum, missir tú tað sjálvur. Menniskjansliga dekadencan gjørdi eisini enda á tí, sum einaferð var eitt frælsisins nýbrot í Ævifjørðinum. Institutionaliseraði kristindómurin og danska valdið í Sukurtoppinum sigraði. Og í tí gebetinum liggur valdið framvegis - í einum øðrum sniði kortini.

Skaldsøgan er søgan um frælsi og ófrælsi. Á øllum mótum. Tjóðskaparligt frælsi og kúganin av hesum sama er tó eitt megintema hjá Kim Leine, og sigast má, at hann hevur verið ein góður eygleiðari, tá tað ræður um viðurskiftini hjá hinum danska imperiunum mótvegis einum av seinastu hjálondum heimsins – Grønlandi. Í grundini skrivar hann um dagsins samfelag vestanfyri Hvarvið, hóast hann snildisliga hevur latið veruleikan í ein fornan kontekst. Koloni´irnar, stýrdar av kolonibestýrarum, gjørdust til eina koloni, har handilsforvaltarar tóku um endan við sama valdi og myndugleika. Minnist ein eldri mann frá mínari tíð, sum bað um flutning ímillum tvær bygdir. Hann hevði verið handilsforvaltari eitt nú í Thule, og hugburðurin var hesin sami, sum Leine lýsir so væl, m.a. fór hesin fremmandi diktatorurin ikki út fyri dyr uttan at vera albrynjaður við skammbyrsu niður við aðrari mjødnini. So stálsettur kendist hann eisini, at vissuliga hevði hann ikki fýrt fyri at skotið ein innføddan, um áneyðir vórðu fyri tí.

Grønland er ein danskur politiskur tíðarlummi, eins og Føroyar. Latentu javnvágirnar lata tó ikki ein tíðarlumma hanga sum eina loftsnældu í vektloysi í allar ævir. Leitanin eftir frælsinum rennur ásamt, eitt infrakervi sum ikki letur seg blokera yvir tíð, og í mínum ungu døgum kveiktu teir ungu menninir í ljómbólkinum Sume rættiliga í ungmennini við Grønlands strendur. Rákið vendi, táið poeturin Malik Høegh setti orð á trælkanina. Fyrsta plátan – Sumut – skoraði seg inn í tilvitskuna, medvitið og mergin. Hin seinri so kendi politikarin, Aqqaluk Lynge, átti eina yrking inni í húsanum: Ode til danaiderne. Apostulin Hans Egede segði: Bíblian er mítt vápn. Konungur Danmarkar segði: Peningur er mítt vápn. Annaðhvørt vinnur tú fólkið fyri tær, ella mást tú foykja tað burtur av jørðini. Fyri at standa rætt í geopolitiska heimsspælinum mátti inuitsivilisatiónin skiftast út við eina danska ditto sambært eini europeiskari vælferðarkreddu. Upprunafólkið var teimum týdningarleyst og onkisvert í egnari valdstráan á stórpolitiska heimspallinum.

Frælsi finnur tú bara, um tú leitar aftur til tíni egnu virði, og byggir títt egna samfelag á hesi og yvirskipaðu frælsishugtøkini, annars býðst ikki í bøtur, hvørki hjá grønlendingum, føroyingum, tíansheldur øðrum, ið hava skipað seg í tjóðbólkar. Hóast tvídráttin á markamótunum, ímillum iva og trúgv, religión og humanismu, kúgarar og kúgaði, so vinnur frælsishugtakið altíð umsíðir, aftur og aftur, hóast hóttafallini á leiðini. Leine letur hin desillusioneraða og skuldarbundna Mortan fara heimaftur til Noregs og Danmarkar, men á sama hátt sum hjá øllum øðrum, sum hava sogið grønlendsku natúruna og mentanina í seg, gerst kærleikin til hetta sjáldsama landið so máttmikil, at hann fer ikki úr blóðinum aftur við tað góða. Morten Petersen Falck treivst ikki í ruðuleikanum í donsku høvuðsborgini, hann valdi enn einaferð at leita út á villar víddir eftir frælsinum, og sambært bókini fór hann um gravarmúlan í Ævifjørðinum hin 12. mai 1807, har sum ein frælsisneisti einaferð spann seg upp á sálarhespuna, áðrenn rotið eisini tók hann í sín eirindaleysa favn.

Kanska fekk hann hann nøkur góð ár í danska hjálandinum, ímeðan danska “móðurlandið” var í kríggi við onglendingar, og eitt statsbankarott var orsøkin til, at imperialistarnir ikki høvdu orku til at ansa og at hava eyguni við koloni´ini fyri vestan. Við lið hansara liggur Lydia Pedersen Falck, unnustan sum ongantíð hvarv úr huga hansara, líkamikið hvar ið fóturin steig, og tað var sum í kvæðinum, hann fekk hana ikki moy, men gravsteinurin ber boðini um, at eisini tann forðingin varð beind av vegnum. Hóast pastorurin, Mortan, upprunaliga gjørdist ein partur av høpinum, ið hevði til endamáls at varðveita ófrælsi hjá upprunafólkinum, so giftist hann onkursvegna við hesum, umvegis Lydiu, og kanska er tað áminningin um, at frælsi kann renna upp úr sambræðingini hjá tveimum, sum úr hvør sínum ófrælsi kasta pjøkarnar saman í eitt lív, har báðir partar vinna frælsi aftur í virðing og samvirkan. Kim Leine hevur skrivað eina fína skaldsøgu, sum er í uppskoti til bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í heyst. Í kapping við m.a. Jóanes Nielsen, og skoytt kundi verið uppí, at hesir báðir ikki eru so heilt ólíkir í stíli og skrivihátti. Eirindaleysa ærligir, óttaleysir og sannir. Í grundini er skaldsøgan hjá Leine ikki so ólík Brahmadellarnir hjá Jóanesi, hóast søgugongdin er ymisk og fer fram í hvørt sínum danska hjálandi. At teir hava tikið sær stundir at kava munadyggari enn vanligt niður í substansin, ger eisini hugin hjá lesaranum tað betri. Hvør teirra stendur á norðurlendska sigurspallinum seinri í ár er ilt at meta um.

ES: Tey sum ynskja at vita meira um Hábakkuk og Mariu Magdalenu kunnu fara undir at lesa ritgerðina: “Spáfólkini í Ævifjørðinum” hjá Mads Lidegaard. Umvegis 244 blaðsíður í tíðarritinum Grønland skrivar hann um hesa sjáldsomu hending, og grein hansara var upprunaliga glóðin, ið kveikti Kim Leine til at skriva hesa stóru og flottu skaldsøguna, sum er eitt heiðurskvæði til frælsi umvegis ófrælsi hjá grønlendingum í egnum landi. Mælt verður øllum til at lesa bókina, hon ger einum og hvørjum mun á lívsleiðini.

Tórbjørn Jacobsen