FRÁ BLUFFPOLITIKKI TIL TJÓÐARSEMJUR

17 August 2015
Skrivað hevur
Magni Arge
Ruðuleiki. Tað er orðið, sum kemur flestu fólkum til hugs, tá tú spyrt tey, hvussu tey hava upplivað farna valskeið. Tað næsta, tey taka til, er, at lítil virðing hevur verið fyri landi og fólki. Og síðan siga tey, at álitið er fokið.

Men soleiðis síggja løgmenninir báðir ikki upp á valskeiðið. Vit hava lyft Føroyar úr fíggjarkreppuni og skapt búskaparvøkstur við flatskatti, plaga teir at siga.

Jú, búskaparvøksturin er stórur í løtuni, men hann kemst í høvuðsheitum av óvanliga stórari viðgongd á heimsmarknaðinum við støðugt lágari rentu, lækkandi oljuprísum, óvanliga høgum laksaprísi, og at makrelurin at kalla svimur inn á pelagisku virkini.

Hetta sæst aftur í fallandi arbeiðsloysi og vaksandi lønarútgjaldingum, so tað fløðir í ymsum kassum. Øllum uttan einum kassa, og tað er okkara felags kassi, ið samgongan hevur havt um hendi í hesum gulltíðum.

Búskaparráðið staðfestir, at stórt hol er í landskassanum, og at hallið táttar í eina hálva millard, um inntøkurnar frá tí stóra pensjónsskattaráninum ikki verða taldar við. Og meðan hallini verða staðfest eitt fyri og annað eftir, spolar landskassaskuldin upp í topp - og er nú um 6.000 milliónir.

Hetta verður stór avbjóðing hjá næsta landsstýrinum at fáa skil á, og tað veit fráfarandi landsstýri eisini, tí í játtanarkørmunum fyri 2016 stendur greitt, at landskassin hevur eitt bygnaðarligt hall, og um tað ikki fæst burtur, fáa vit ikki ført sjálvstøðugan fíggjarpolitikk, tí skuldin verður ov stór.

Kassameistarin sigur ikki eitt orð um hetta í spillfeskari sjónvarpslýsing á portalunum. Hann proklamerar bara, at nú er javnvág á fíggjarlógini, og at hann ætlar at bjóða til nýggja veitslu í heyst.

Ikki eitt orð nevnir hann um, hvussu hann ætlar at fíggja veitsluna. Tað kann so ikki gerast við at ræna pengarnar frá komandi ættarliðum, tí tað hevur samgongan longu gjørt. Pengarnir kunnu heldur ikki takast úr Búskapargrunninum ella Landsbankanum, tí teir eru longu rændir. Eftir standa ikki so frægt sum húsatoftirnar av teimum.

Øll taka undir við lægri lønarskatti, men vit vilja eisini hava vælferðartænastur, sum fáa okkum øll at trívast í landinum. Tí ber ikki til bara at lova skattalætta. Arbeiðast má eisini á inntøkusíðuni og við nýskipanum á útreiðslusíðuni. Ein partur av svarinum finst helst í eini yvirháling av allari skattaskipanini.

Okkum tørvar eisini eina tjóðarsemju um Búskapargrunn Føroya, sum skal virka sum stabilisatorur í búskapinum, og eina tjóðarsemju um fiskivinnuna, so vit fáa mest møguligt burtur úr tilfeinginum.

Vinnulívið má spæla við, tá búskaparliga frælsi Føroya skal vinnast. Tað skal fáa umstøður at dríva á, so vit vaksa um útflutningin, styrkja okkara støðu í altjóða kapping og áhaldandi menna nýggjar førleikar. Tann framfýsna vinnupolitiska menningin fær bestu undirtøkuna í fólkinum, tá politiska skipanin hugsar um heildina heldur enn tey fáu, og vinnan tekur medábyrgd fyri einari sunnari menning av samfelagnum.

Magni Arge, løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi